mánadagur 16. juli 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Altartalvan verður
høvuðsumvæld
UMVÆLING Altartalvan í Christianskirkjuni í Klaksvík skal umvælast fyri slakar 7,5 milliónir
krónur. Kirkjan hevur fingið listarverkið til láns frá Statens Museum for Kunst fram til 2086
Eyðun Klakstein
Í september mánaði byrjar
arbeiðið at umvæla stóru
altartalvuna í Christians
kirkjuni í Klaksvík. Arbeiðið,
sum kostar slakar 7,5 milli
ónir krónur, verður liðugt í
mai mánaði næsta ár.
Listamaðurin
Joakim
Skovgaard málaði í 1901 upp
runaliga altartalvuna, sum
myndar stóru kvøldmáltíðina
til dómkirkjuna í Viborg í
Danmark. Málningurin varð
málaður beinleiðis á kálkaða
veggin í kirkjuni, men skjótt
sást, at væta setti ígjøgnum
veggin og hótti við at oyði
leggja málningin. Hann varð
tí tikin niður í 1913 av ser
frøðingum úr Italia og førdur
yvir á lørift, og ein annar eins
málningur málaður á sama
stað. "Stóra kvøldmáltíðin"
varð síðani flutt til Statens
Museum for Kunst, til hann
varð settur upp í Christians
kirkjuni í 1963, tá ið kirkjan
varð bygd.
Umframt skaðan, ið máln
ingurin fekk í Viborg, hevur
hann verið fyri broytingum
og smærri skaða, meðan
hann hevur hingið í Statens
Museum for Kunst og eisini
aftaná, at hann er komin í
Christianskirkjuna.
Lána til 2086
Ætlanin at umvæla altar
talvuna í Christianskirkjuni
hevur fleiri ár á baki, men
vegna iva um ognarviður
skiftini og at hetta er eitt
serligt og kostnaðarmikið
arbeiði, hevur tað drigið út.
Seinastu árini hava so
tingingar verið millum kirkju
ráðið í Klaksvík, Føroya Stift
stjórn og Statens Museum
for Kunst um ognarviður
skiftini, og í vetur varð avtala
undirskrivað, sum sigur, at
Christianskirkjan hevur altar
talvuna til láns frá Statens
Museum for Kunst til 31.
desember 2086 við tilsøgn
um, at henda avtalan kann
verða longd í framtíðini.
7, 5 milliónir
Ein arbeiðsbólkur hevur
staðið fyri tí formliga og
fyrireikað umvælingina, og
nú er klárt at fara til verka.
Samlaði kostnaðurin fyri
umvælingina er settur til
7.467.750,- kr., íroknað meir
virðisgjald. Søkt hevur verið
um stuðul til verkætlanina,
og hesir grunnar hava veitt
stuðul:
A. P. Møller og Hustru
Chastine Mc-Kinney Møller
Fond til almene Formaal 3
mió. kr.. Augustinus Fonden
2 mió. kr. og Becket Fonden
425.000 kr. Haraftrat hevur
Føroya Kirkja játtað 1 mió. kr.
til umvælingina, so at øll
játtanin er komin upp á pláss,
tá ið roknað verður við,
at meirvirðisgjaldið verður
endurgoldið sambært lógini.
Møguliga verður meira
fíggjarligur stuðul aðrastaðni
frá, sum so verður mótrokn
aður í hinum stuðlunum.
Liðugt í mai
Sostatt er nú endiliga komið
so langt, at umvælingin fer í
gongd fyrst í september. Tað
verður Nordisk Konservering
í Danmark, sum ger arbeiðið,
og stendur Tom Egelund,
konservatorur, fyri tí. Hetta
eru serfrøðingar, ið hava
royndir við slíkum arbeiði í
Danmark og aðrastaðni.
Arbeiðið verður fylgt upp
av Isabelle Brajer, konserva
tori, frá Nationalmuseet í
Danmark.
Áðrenn arbeiðið fer í
gongd, verður gólv lagt ímill
um ovastu svalagongirnar í
kirkjuni frá altarinum og
aftur til næstfremstu súlur
nar. Her verður eitt rúm bygt,
har alt umvælingararbeiðið
verður gjørt. Tað verður gjørt
soleiðis, at tað sum minst
kemur at nerva tænastur í
kirkjuni. Sp/f Malltek Byggi
virkið í Klaksvík ger hetta
arbeiðið í seinnu helvt av
august.
Umvælingin verður liðug
síðst í mai mánaði komandi
ár.
Tveittu
tomatir
eftir Hilary
Egyptisk mótmælis
fólk háðaðu amerik
anska uttanríkisráð
harran, Hillary Clin-
ton, tá hon var í
Cairo í gjár. Fólk
tveittu tomatir, vatn
fløskur og skógvar
eftir bilafylginum
hjá
uttanríkisráð
harranum, ið hevði
verið í Alexandria
og hildið røðu um
demokrati.
Tíðindastovur
nar skriva, at bilurin
við Hillary Clinton
varð
ikki
raktur,
men at ein egyptisk
ur embætismaður
fekk eina tomat í
andlitið.
Mótmælisfólk róp-
tu "Monica, Monica"
og sipaðu til málið
millum fyrrverandi
forsetan Bill Clinton
og Monicu Levinsky
í Hvítu Húsunum.
Spákaði úr
fongslinum
Ein 34 ára gamal
bandaleiðari hevði
lætt spæl, tá ið hann
rýmdi úr Statsfæng
slet Østjylland um
vikuskiftið.
Tað var fríggja
dagin, at 34 ára gam
li Mohammed Figu
igui
flýggjaði
úr
fongslinum, ið verð
ur kallað nútímans
og trygt. Figuigui
gjørdi heilt einfalt
tað, at hann segði
seg verða ein annar
fangi, sum hevði
fingið
útfaringar
loyvi. Ein fongsuls
vaktur kannaði ikki
samleikan hjá Figu
igui, men lovaði hon
um út. Uttan fyri
fongsli setti Figuigui
seg í eini hýruvogn,
og
síðani
hevur
eingin sæð hann
aftur.
Løgreglan hevur
nú eftirlýst Figuigui
bæði í Danmark og
uttanlands. Slaturin
gongur um, at Figu
igui skal verða farin
til Marokko, men
løgreglan stendur á
berum.
Kirkja
Arbeiðið at umvæla altartalvuna í Christianskirkjuni fer at taka umleið átta mánaðir
Mynd: Dávur Winther