mánadagur 16. juli 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Enn er eitt greitt, um eig
arin
av
rottwailaranum,
sum fríggjadagin beit ein
lítlan hund í Vestmanna,
fær boð um at taka lívið av
hundinum.
Ein kona kom gangandi
gjøgnum bygdina við lítla
hundi sínum, tá ið tveir stórir
rottwailarar komu rennandi.
Í hvussu er annar hund
urin beit tann lítla hundin í
beinið, og beinið fór so illa, at
tann lítli hundurin noyddist
til djóralækna, og hundurin
lá í tríggjar tímar á borðinum
og fekk skurðviðgerð.
Politiið sigur, at tann lítli
hundurin eisini varð bitin í
ryggin, men hundurin var í
selatoyi, og tað hevur helst
bjargað hundinum.
Eigarin hevur í fyrsta um
fari fingið boð um at hava
hundarnar í bandi.
- Eg ivist í, um óskilið av
leysum hundum er verri í
Vestmanna, enn tað er aðra
staðni.
Tað heldur Karl A. Olsen,
borgarstjóri.
Eftir hendingina fríggja
dagin, har ein rottweiler
mundi skrætt á ein lítlan
hund sundur, hava vit spurt
hann, hvat kommunan kann
gera í einum føri, sum hesum.
Men borgarstjórin heldur
ikki, at tað er so nógv,
kommunan kann gera.
Kommunan hevur ikki
hundafangara, men í hesum
føri hevði tað so ikki gjørt
mun, tí tað hendi so brádliga.
Hinvegin staðfestir hann,
at tað eru onkrir hundar í
bygdini, sum eru rættiliga
stórir og ógvusligir og tá ið
teir sleppa leysir, eru fólk
bangin fyri teimum, ásannar
hann.
- Men nú er hendingin
meldað, so hetta er eitt mál,
sum løgreglan tekur sær av
og so gongur tað, sína gongd.
Avmarkað
Men Karl A. Olsen heldur, at
tað er ógvuliga avmarkað,
hvat kommunan kann gera.
- Tað er ikki kommunan,
sum ger av, hvørjar hundar,
tað er lógligt at hava ella ikki
og yvirhøvur hevur kommu
nan ikki myndugleikan á
økinum.
- Sjálvandi kann komm
unan hava ein hundafangar.
Men mannagongdin er, at tá
ið ringt verður til løgregluna
um leysar hundar, ringir løg
reglan til hundafangaran.
- Men hóast vit høvdu
havt hundafangara, ivist eg
í, um hann hevði farið í holt
við ein rottweilara, sum var
frá sær sjálvum.
- Í einum føri, sum hesum,
verður altíð talan um eitt
mál fyri løgregluna, leggur
hann afturat.
- Stórir hundar av hesum
slagi eru ein serligir trupul
leiki, tí teir eru ikki at spæla
við.
Aðrastaðni eru dømir um,
at rottweiler og aðrir stórir
hundar, hava bitið smábørn
til avlívis, ella hava meiðslað
børn og vaksin fyri lívið.
- Tann, sum fær sær ein
slíkan hund, skal sanniliga
eisini vera førur fyri at taka
sær av honum.
- Hinvegin er tað eisini ein
spurningur, hvat vit skulu
hava slíkar hundar her til?
Borgarstjórin í Vestman
na staðfestir, at myndug
leikarnir eru í øllum førum
sannførdir um, at teir hoyra
ikki heima her, tí er ein listi
gjørdur yvir hundar, tað er
ólógligt at innflyta til Før
oyar,
- Fyrr í ár eru eisini rott
weiler settir á hendan listan,
og tað er væl tí, at myndug
leikarnir meta, at teir hava
onki at gera her, sigur Karl
Á Olsen.
Stórur hundur
legði á lítlan hund
Bitin Hundurin, sum bitin varð
í Vestmanna fríggjadagin, fekk
tríggja tíma skurðviðgerð
Fólk eru bangin
fyri teimum
HUNDAÓSKIL Tað eru onkrir hundar í bygdini, sum eru stórir og ógvusligur
og tá ið teir sleppa leysir, eru fólk bangin fyri teimum, sigur borgarstjórin