Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Burðaravlopið minkar støðugt. Í fjør vórðu 576 børn fødd í Føroym og 364 doyði. Hetta gav eitt burðaravlop upp á bert 212 fólk, og tað er søguliga lágt. Kanningin av lívskorunum hjá støkum uppihaldarum vísir at eingin serligur munur er við at búgva á bygd ella í býi fráflytingini fráflytingini ste ðgi ð Kanningin staðfestir, at stakir uppihaldarar eru ein útsettur bólkur til at liva í relativum fátækradømi í Føroyum Fráflyting Lívskorini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum eru ofta so ússalig, at tey velja at flyta av landinum. – Lívskorini taka sjálvræði frá støku uppihaldarunum, sum missa møguleikan fyri at byggja eina nýggja og trygga tilveru við børnunum, skriva Siri Hansen og Annika Antoniussen í høvuðsritgerð um lívskorini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Rógvi Nybo Á hvørjum ári missa Føroyar ungfólk í stórum tali. Av hvørjum árgangi eru umleið 150 fólk, sum flyta av landi­ num, og ongantíð koma aftur. Ein serliga útsettur bólkur eru stakir uppihaldarar. Annika Antoniussen og Siri Hansen hava skrivað høvuðsritgerð í pedagogiskari sosiologi um lívskorini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Tær hava kannað umstøðurnar hjá hesum bólki í Føroyum, og vísa á fleiri øki, har umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum eru somikið vánaligar, at tey umhugsa at flyta av landi­ num til eitt nú Danmarkar, har umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum eru munandi betri. Liva av familjuni Familjan er ein av horna­ steinunum í føroyska sam­ felag­num, og hjá nógvum støkum uppihaldarum er familjan tað trygdarnetið, sum ger, at tað yvirhøvur ber til at fáa gerandisdagin at hanga saman. Hetta kann bæði verða gjøgnum fíggjar­ ligan stuðul, tá kontan er tóm í hálvum mánaði og stuðulin frá landinum ikki røkkur til, við at ommur og abbar hjálpa til við at passa børnini tá tey eru sjúk, ella við at bera mat til hesar familjur tá køli­skáp­ ið er tómt og børnini ikki fáa mjólk á borðið longur. – Vit síggja, at hesi lívs­ korini kunnu vera við til at taka sjálvsræðið frá støkum uppihaldarum, sum verða rænd fyri møguleikan fyri at endurbyggja eina nýggja og trygga tilveru við teirra børn­ um, skriva Annika Anto­nius­ sen og Siri Hansen í teirra høvuðsritgerð. Hetta er í andsøgn við tann mátan, samfelagið í dag leggur upp til at vit liva, har dentur er lagdur á ein sjálvstøðugan og refleksivan lívsstíl. – Hjá teimum støku uppi­ haldarunum, sum ikki hava henda møguleika at liva av familjuni, hava ilt við at uppihalda eina tilveru við føroysku lívskorunum, og tað kann í síðsta enda hava við sær, at tey velja at rýma av landinum, skriva tær báðar. Fara til Danmarkar at útbúgva seg Tað er ymiskt hvussu væl ella illa stakir uppihaldarar klára seg. Í høvuðsritgerðini skriva Annika Antoniussen og Siri Hansen, at tað bert eru stakir uppihaldarar við høgari inntøku, ið hava møgu­leika at fáa gerandis­ dagin at hanga saman uttan at noyðast at liva av nærm­ astu familjuni. Men hjá støkum uppi­hald­ arum við lágari ella miðal inntøku er trupult at fáa ein gerandisdag at hanga saman. Serliga er tað trupult at nema sær eina útbúgving, tá stuð­ uls­møguleikarnir og bústaða­ møguleikarnir eru so vána­ ligir sum teir eru. – Møguleikin at útbúgva seg sum stakur uppihaldari er eina og aleina har orsaka av hjálpini frá familjuni. Hetta kann føra við sær, at fleiri stakir uppihaldarar frávelja útbúgving ella flyta til Danmarkar at lesa. Hetta meta vit er sera óheppið, tá ein útbúgving gagnar bæði staka uppihaldaranum og samfelagnum, er ein av nið­ ur­støðunum í høvuðsrit­gerð­ ini. Bústaðastøðan størsti trupulleikin Ein tann størsti trupulleikin hjá støku uppihaldarunum er sambært høvuðsritgerðini bústaðastøðan, tá ein mangl­ andi bústaðapolitikkur er við til at skapa ótryggleika á bústaðamarknaðinum. – Leiguprísirnir eru høgir, og tað gongur út yvir fíggj­ arstøðuna hjá støku uppi­ hald­arunum og hetta av­ markar teirra valmøguleikar, skriva Annika Antoniussen og Siri Hansen. Síðani ritgerðin er skrivað á vetri í 2009, eru ymisk ting hend á hesum økinum. Eitt nú er nýggj leigulóg komin í gildi. Tó eru fáir møguleikar hjá støkum uppihaldarum at klára seg. Tað er javnan dýrt at leiga, bæði á bygd og í býi, og tað almenn er enn ikki komið við nøkrum bústaða­ tilboði, so sum almennar íbúðir og annað, vit kenna úr Danmark. Eisini meta tær, at ein skipan eins og vit kenna úr Danmark, við boligsikring, sum verður latið í mun til inntøku, stødd á íbúð og tal av fólki í húsarhaldunum, kundi verið við til at tryggja teimum, ið eru verst fyri, meira sámulig lívskor. Gruggar veruleikan fyri politisku skipanini Sambært Anniku Antonius­ sen og Siri Hansen er støðan, har familjan virkar sum trygdarnetið hjá støku uppi­ haldarunum, við til at grugga veruleikan fyri politisku skip­anini. Hetta ger, at veruliga støð­ an ikki kemur til sjóndar, og at trýst tí ikki er á politisku skipanina at gera neyðugar broytingar fyri at betra um lívskorini hjá hesum bólki. – Føroyski sosialpolitikk­ urin er merktur av einari ad hoc tilgongd, har talan er um brandsløkking, tá ein sosialur trupulleiki fyrst verður við­ gjørdur tá skaðin er hendur. Hetta botnar í einari lágari raðfesting av hesum økinum, er ein av niðurstøðunum í ritgerðini í pedagogiskari so­ sio­logi um lívskorini hjá støkum uppihaldarum í Før­ oyum, sum Annika Antonius­ sen og Siri Hansen hava skrivað. rogvi@sosialurin.fo Rýma undan lívskorunum