mánadagur 16. juli 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru nógv flest fólk í aldrinum
20-24, sum flyta av landinum – og
kvinnurnar eru fleiri í tali enn menninir
í hesum aldri. Í fjør var nettoflytingin
í hesum aldursbólki -207 fólk.
Manglandi búskaparligur kapitalur er við til
at gera, at børnini eru í vanda fyri at verða
marginaliseraði, tá ráð eru verri til leikur og
møguleika fyri luttøku í sosialum aktivitetum
fráflytingini
fráflytingini
ste ðgi ð
Gerið íløgur
í útbúgving
FRÁFLYTING Ein av heilt stóru avbjóðingunum í føroyskum búskapi er
at skapa størri vøkstur, sum kann venda fólkafráflytingini. Hetta kann
millum annað gerast við at gera íløgur í útbúgving, og samstundis linka
krøvini til útlendingar, sum koma til Føroya, heldur Búskaparráðið
Uni Holm Johannesen
Fólkatalið í Føroyum er í
løtuni minkandi, fremst av
øllum orsakað av, at tilflyt
ingin er minkað síðstu árini,
meðan fráflytingin hevur
verið meira støðug.
Størstu orsøkirnar til, at
fólk flyta millum lond eru
betri arbeiðsmøguleikar og
útbúgvingarmøguleikar
aðrastaðni. Tí er greitt, at um
fólkafráflytingin í aldurs
bólkinum 20-35 ár skal vend
ast, mugu fleiri íløgur verða
gjørdar í útbúgvingarverkið
yvirhøvur.
Tað var greiða tilmælið
hjá Búskaparráðnum í síni
búskaparfráðgreiðing, sum
kom í vár.
Føroyska samfelagið stend
ur fyri stórum avbjóðingum,
ið knýta seg at tí at vera
útjaðari í Evropa við eini
landafrøði, ið er avbyrgd frá
meginlandinum. Harafturat
er samfelagið grannaland hjá
samfeløgum, sum eru millum
heimsins ríkastu og sum
draga nógv fólk í øllum
Útnorðuri til sín.
Alt útnorðurøkið, Føroyar,
Grønland, Ísland og Norður
noreg, hevur líknandi av
bjóðingar; fólkafráflyting í
aldursbólkunum 20-35 ár.
– Ein fyritreyt fyri, at
nýggir arbeiðsmøguleikar og
útflutningsvinnur
kunnu
mennast er, at føroyska
vinnulívið hevur góða og
støðuga atgongd til vælút
búna arbeiðsmegi. Tað er
neyðugt at gera fleiri íløgur í
útbúgving og gransking fyri
at skapa fyritreytir fyri hægri
langtíðarvøkstri. Kanningar
av
búskaparvøkstri
vísa
greitt, at eitt høgt útbúgv
ingarstig er ein fyritreyt fyri
langtíðarvøkstri í búskapi
num, skrivar Búskaparráðið í
fráðgreingini.
Forðingarnar
Ein afturvendandi loysn fyri
samfelagið,
sum
stovnar,
fyritøkur og serfrøðingar
hava víst á, er, at fleiri út
búgvingarmøguleikar skulu
verða í Føroyum. Aldurs
bólkarnir 20-35 ár kundu tá
tikið alla útbúgvingina ella
partar av henni í Føroyum og
partar av útbúgvingini aðra
staðni.
Búskaparráðið tekur und
ir við hesum.
– Tað er óheppið, at ein so
stórur partur av aldurs
bólkinum 20-35 ár má leita
sær aðrastaðni at útbúgva
seg. Smærri og landafrøðiliga
avbyrgd samfeløg tørva so
nógva tilflyting og arbeiðs
megi, sum til ber at fáa
hendur á. Tá ein so stórur
partur av aldursbólkinum
20-35 ár leitar sær aðrastaðni
at útbúgva seg, er vandi fyri
at tey ikki koma heimaftur
og vera partur av arbeiðs
megini, vísir Búskaparráðið
á.
Hetta krevur íløgur í
útbúgvingarverkið.
– Ein fyritreyt fyri at
nýggir arbeiðsmøguleikar og
útflutningsvinnur
kunnu
stinga seg upp í Føroyum er,
at føroyskt vinnulív støðugt
hevur góða atgongd til væl
útbúna arbeiðsmegi, verður
víst á í frágreiðingini.
Linka krøvini
Ein av høvuðstrupulleikun
um í skeivu gongdini í fólka
talinum er, at ov fáir til
flytarar eru – føroyingar sum
útlendingar. Í løtuni eru
ólagaligar ásetingar til til
flytarar, sum koma til Før
oyar at arbeiða, sæð burtur
frá øðrum norðurlendingum,
sum hava frítt at fara.
Fólkatalið stendur í løtuni at
kalla í stað, og nettofráflyting
er av landinum. Tørvurin á
arbeiðsmegi fer eisini at
vaksa í framtíðini av demo
grafiskum broytingum. Tí er
tað ikki í tráð við tørvin á
arbeiðsmegi, at ólagaligar
ásetingar eru til útlendingar,
sum koma her at arbeiða,
heldur Búskaparráðið.
– Smá og landafrøðiliga
avbyrgd samfeløg tørva so
nógva tilflyting, sum til ber
at fáa hendur á. Tørvurin á
arbeiðsmegi fer at vaksa í
framtíðini, og tað er sostatt í
andsøgn við tørvin á arbeiðs
megi nú og í framtíðini, at
ólagaligar ásetingar eru til
tilflytarar, sum koma til
Føroya at arbeiða, er skrivað
í frágreiðingini.
Búskaparráðið hevur Svø
ríki sum fyrimynd. Skipanin
fyri tilflytarar, sum koma til
Svøríki at arbeiða, varð broytt
og gjørd smidligari í 2008.
Tvey høvuðskrøv eru til fyri
tøkur, sum seta útlendingar í
starv eftir nýggju skipanini
har. Fyritøkur skulu lýsa
størv leys í miðlum í minsta
lagi tíggu dagar, áðrenn ein
útlendingur verður settur.
Harafturat skulu vanligir
sáttmálar og reglur á arbeiðs
marknaðinum verða fylgd.
Eftir nýggju skipanini í
Svøríki er tað vorðið munandi
lagaligari hjá fyritøkum at
fáa hendur á faklærdari
arbeiðsmegi, og hildið verður
ikki, at arbeiðsloysið er hækk
að nevnivert av skipanini.
uni@sosialurin.fo
Vánalig lívskor
Møguleikin at útbúgva seg sum stakur
uppihaldari er eina og aleina har orsaka av
hjálpini frá familjuni. Hetta kann føra við
sær, at fleiri stakir uppihaldarar frávelja
útbúgving ella flyta til Danmarkar at lesa