Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn So varð seinasti toskurin goggaður Minningarorð um Jóannes Skaale Vit eru, sum óteljandi aðrar leygarmorgnar, á veg á flot. Men áðrenn vit fara frá hús­ um, leypir pápi inn aftur – og kemur út við einum nylon­ sokki hjá mammu. Vit skuldu bunkra olju, og hann sílaði altíð oljuna gjøgnum ein sokk, so rusk ikki skuldi koma í motorin. Tað skuldi farast væl við øll­ um, sum hoyrdi til Esping – hansara vakra, svarta tíggju­ mannafar. So loystu vit – og fyri framman var ein dagur við lukt­um, sum altíð fara at gera, at pápi kemur fram í hug­an. Tað eru tann góði, frísk­ ligi angin av sjóroki, agni og blóðg­að­um fiski. Tann herskni deym­urin av motor­royki, olju­ klæð­um og niemeyer-balli. Og tann meira heim­ligi lukt­ urin av rúk­andi kaffi. Tá vit fóru út undir Borð­ una, millum Stong og Eystnes ella eystur um Nólsoynna, fóru vit inn í ein annan heim. Her bar mann seg øðr­ vísi at, her luktaði øðrvísi og her vóru onnur orð. Ikki bara tí her vóru aðrir lutir - nógv, sum eisini var uppi á landi, æt okkurt annað úti á sjónum. Tað líkasum markaði munin millum lívið á landi og lívið umborð. Tá vit vóru á floti vóru vit ikki ordiliga partur av sam­felagnum. Tað vóru bara náttúran og vit. Ikki fyrr enn eg bleiv vaksin dugdi eg at seta orð á kensluna, sum tað gav: Tað var frælsi. Kenslan av fullkomnum frælsi. Og tað var helst henda kenslan sum gjørdi, at havið altíð lá sum ein magnet og dró pápa at sær – júst sum hagin dregur seyðamenn at sær, havsins dýpi dregur kavarar at sær, og fjøllini draga gongufólk at sær. Tann ómakaleysa og ókeyp­is atgongdin til vakra og ráa náttúru er ein stórur framíhjárættur hjá okkum, sum búgva í Føroyum. Pápi brúkti hann til fulnar – og hann lærdi okkum at gáa um tað ríkidømi, sum vit búgva mitt í. Samljóð og kærleiki Pápi kundi dugað betur at møtt fólki aðra­staðni enn har, sum hans­ara egni áhugi lá. Hann kundi vera so upp­ slúktur í sínum egna, at hann kendist fráverandi. Men í bátinum var okkara verð og hansara verð tann sama. Eg minnist vit stóðu lið um lið og fílaðu. Eg kendi og fór at draga. Hugdi uppá hann. Hann skilti, smíltist og nikkaði – men eingin segði nakað. Vit vóru saman um eitt loyndarmál, sum tað hevði verið kensluleyst at havt orðið á. Men við eygna­ bránum søgdu vit sum Emil og Alfred: - Du och jag, Alfred. - Du och jag, Emil. Fá orð kunnu siga nógv. Men viðhvørt kunnu eingi orð siga allarmest. Ikki fyrr enn eg hevði tikið toskin inn og blóðgað hann, kundi hann siga: "Eg hugsaði tað altíð. Óførur ert tú!" Tað vóru vakrar løtur. Løtur, tá tey heilt serligu bond­ini millum faðir og son vóru sterk. Bond av samljóði og kær­leika. Besti heilivágurin Tá hann var ungur fór pápi viðhvørt á flot eftir ar­beiðs­ tíð í skúlanum. Hann kundi enntá fara ein túr áðrenn hann fór í skúla. Onkuntíð, t.d. tá upsarokið var á Munkagrunninum, bað hann um at verða rullaður úr songini og út á gólvið tíðliga á morgni. Annars vaknaði hann ikki, tí dagarnir vóru so strævnir og drúgvir. Viðhvørt dró hann so nógv, at Espingur var mill­ um bestu bátarnar. Men sum oftast dró hann minni. Tald­ist ongantíð millum teir stóru rokararnar. Men tað var ikki mongdin av fiski, sum hevði týdning. Tað var hendan kenslan av frælsi. Og so var hann hugtikin av teirri mentan, sum hoyrir til tann serstaka heim­in hjá føroyskum út­róðrar­monn­ um. Samspælið mill­um streym, sjóvarfall og ætt. At finna leiðir og mið. At ýta av. Huglagið í egningar­ skúr­unum. Tær stórfingnu náttúru­upplivingarnar á hav­inum. At halda á snøri, at royna við snellu, at seta línu. Tær sælu stjørnustundir, tá ein stórur toskur nippaði í snørið ella fýra tungir upsar hongdu seg í snelluna í senn. Fyri ikki at tala um, tá ein stórur kalvi varð tikin inn um stokkin. "Land at nema, ið havið fjaldi", sigur Sigurð Joensen um Miðamannin. Tað var tað, pápi vildi. Nú hann doyði hevði hann verið illa farin í mong, mong ár. Tað var næstan ikki tann sjúka, hann ikki hevði, og tað var næstan ikki tann heilivágur, hann ikki tók. Men ein heilivágur var móti øllum: Tá hann kláraði at egna ein stamp ella tveir! – Og tá hann fekk manna seg upp at fara við Magna bróður – viðhvørt saman við fleiri abbabørnum – út undir Borðuna við einum stampi ella tveimum. Enn einaferð at sleppa at standa við rulluna. At síggja silvurið koma upp úr bláa dýp­ inum. At kunna rópa "skriv!" tá ein toskur kom í ljós­mála. Ella enntá "sperðil á botn!" tá tað var á hvørjum jarni. Tey síðstu árini var hann fyrilagstur í fleiri dagar eftir ein slíkan túr – men mentalt gav tað eina styrki, sum hvørki fæst í tablettum ella sproytum. Skip við sál Undir krígnum fór pápi til barnleysu mostur sína og Marius Johannesen í Mikla­ dali at vera - og endin var, at hann vaks upp har norðuri. Har kom ansurin fyri før­ oyskum máli. Pápi las sera nógv, og millum hansara størstu njótilsi var at lesa ein tekst, har føroyska málið blóm­aði - eftir t.d. Viderø, Heð­in Brú, Bjarna Niclasen ella Aksel Tórgarð. Hann hjálpti eisini altíð fólki við rætt­lestri og málsligum spurn­ingum. Annars var andaliga føðin serliga søguligar bøkur og