mánadagur 16. juli 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
skaldsøgur um tey stóru
kríggini. Sum hjá nógvum
monnum á hansara aldri
vóru høvundar sum Sven
Hassel væl umboðaðir í
reolini.
Úr umhvørvinum har
norðuri kom eisini áhugin
fyri øllum tí, sum hevur við
bátar, skip og fiskiskap at
gera.
Hann royndi mestsum
allan tann fiskiskap, sum
føroyingar hava fingist við.
Var enntá í sjálvdrátti við
snøri undir Íslandi. Seinni
var hann eisini við fleiri
sløgum av farmaskipum.
Vit vóru við tá tað bar
til – bæði til fiskiskap og
sigling. Og einaferð gjørdi
øll familjan eina ógloymandi
ferð kring allar Føroyar við
útróðrarbátinum Tindi.
Bretar siga "she" um eitt
skip. Tí í gomlum døgum
varð so nógv orka og so
nógvur kærleiki lagdur í
bæði tað at smíða og sigla
eitt skip, at tú kundi ikki
siga "it" um tað. Tú virdi títt
skip - tað hevði sál.
Og eitt tað mest inniliga
samband, sum hevur ver
ið millum ein mann og eitt
skip í Føroyum, var millum
Jóannes Skaale og Vestur
vík, sum hann keypti frá
Conradi, farbróður sínum.
Vesturvík royndi ymiskt
fiskarí – mest við gørnum.
Øll familjan hjálpti til. Tað
bleiv málað, rustur varð
bankaður,
skrødd
gørn
skorin av, buktir spleysaðar.
Men tað gekk ikki. Til end
ans steðgaði driftin, og
Vesturvík lá uppankrað á
Havnarvág í langa tíð. Pápi
helt hana trúliga við líka
hvønn einasta dag – men
tað neit fast at hansara skip
skuldi liggja soleiðis, mitt í
Havnini.
Til endans mátti hann
ásanna, at tíðin var farin
frá hesum sløgum av træ
skipum, og teir túsundtals,
túsundtals
arbeiðstímar,
hann hevði lagt í Vesturvík,
vórðu søktir. Dreymurin fór
til botns.
Pápi fekk eitt dygt slag,
tá vinmaður hansara, Jens
John, doyði alt ov tíðliga.
Men tann dagin Vesturvík
bleiv søkt, var eisini synd í
honum.
Tá hann seinni royndi
seg sum reiðara á rækju
skipi gekk tað heldur ikki.
Ikki fyrr enn hann vendi
aftur til røturnar og keypti
útróðrarbátin
Søkan
í
Klaksvík, fekst tað at bera
til.
Men tað var ikki úrslitið
sum gjørdi av, um lívið var
gott ella ringt. Tað var hetta
at vera í umhvørvinum. At
sleppa at tosa um veður,
vind og leiðir við hesar
menninar, sum hann virdi
so nógv.
Sjálvur at fara við Esp
ingi. At egna. At seta. Draga.
Rekja. Egna. Seta. Draga...
At kenna aldurnar und
ir sær. Merkja vindin í and
litinum. Kenna luktin av
sjóroki, agni, motorroyki,
oljuklæðum, tubbaki og
blóðgaðum fiski.
At standa við rulluna og
síggja oyggjarnar í sól og
regni. Og viðhvørt – bara
viðhvørt – at síggja tað
sprakla á hvørjum jarni.
Tað var tá, hann livdi. Og
tað var tá hann, sum per
sónur, var best.
Róligur endi
Deyðin stóð óvanliga leingi
í durunum hjá pápa. Lívið
fjarðaði spakuliga burtur
– men tað var ikki nakað,
hann tóktist ræðast yvir
høvur. Hann var róligur, tá
hann tosaði um hvør skuldi
bera kistuna ella hvørjir
sálmar skuldu syngjast til
jarðarferðina. Og í mammu
hevði hann tann besta
stuðulin, sum nakað menn
iskja kann ynskja sær. Hon
styðjaði hann heilt ófatiliga
væl í lívinum, og hon leiddi
hann allan vegin inn um
deyðans gátt.
Tað var hann takksamur
fyri – men móti endanum
spurdi hann onkuntíð - bara
hálvgum í skemti – um vit
ikki bara kundu seta hann
einsamallan í ein bát, og
seta kós út á hav.
At doyð flótandi, undir
opnum himli millum hav
hestarnar – at møtt líggja
manninum úti á tí havi,
sum fyri hann var lív og
frælsi – tað hevði eisini
verið flott.
Men hóast hann sunnu
dagin doyði á sjúkrahúsin
um millum litaðar slangur
og blunkandi telduskíggjar,
so var eingin ivi um, hvar
hann í huganum var sínar
síðstu løtur, tá hann mentalt
gleið burtur frá okkum, sum
sótu á sjúkrastovuni:
Hann goggaði sínar sein
astu toskar niður í pavnin á
Espingi.
s.
Minningarorð um
Kristian Samuelsen
Haldórsvík
F. 25. desember 1948 – D. 13. mai 2012
Kristian hjá Kalle, sum vit
kallaðu hann, er ikki millum
okkum longur. Tað kom sum
ein skelkur, sjálvt um eg visti,
at hann var álvarsliga sjúk
ur.
Vit vuksu upp saman sum
grannar.
Kristian, tann lívsgleði
persónurin, tað ber ikki til.
Hví hann? Sum fyrrverandi
formaður
í
Haldórsvíkar
Ítróttarfelag, so leita mínir
tankar aftur á árið, tá Víkar
báturin kom til bygdar og
róðu fyri fyrstu fer í 1970.
Tað gav okkum í sóknini
upplivilsir, sum vit altíð
koma at minnast.
Hvør var undangongu
maður, at fáa bátin til bygdar.
Jú, tað var Kristian, saman
við øðrum. Fyri at fáa bátin
bygdan, skuldi sjálvandi pen
ingur til.
Sjónleikur var stáplaður
upp á beinini, og hvør minn
ist ikki sjónleikin, “Jeppe á
fjallinum”, sum fylti Avhalds
húsið fer eftir fer. Og hvør
var Jeppe, jú tað var Kristian,
ein sjónleikari, sum man
hava verið millum teir bestu
í Føroyum. Ein ógloymandi
sjónleikur.
Báturin bleiv bygdur av
Niklas í Koltri, tað var ein
stórur dagur, tá ið hann kom
til bygdar.
Nú summarið stendur í
besta blóma og stevnurnar
eru viku eftir viku, har kapp
róðurin verður varpaður út,
leita mínir tankar aftur, tá ið
eg sum smádrongur í Vík í
70’árinum gleddist til hvønn
leygardag, tá kappróður var.
Tað er leygardagur og
klokkan trý byrjar kappróð
urin.
Øll sóknin bíðar ótolin, til
8 mannaførini fara at rógva,
vit visti, at Víkarbáturin við
Kristiani sum róðursmanni,
fóru at geva øllum 8 manna
førunum ein skarpan gang.
So kemur tann stóra løtan,
sum vit hava bíða eftir, Niels
Juul Arge, við síni frálíku
rødd, varpar út.
Jú, Víkarbáturin var eina
ferð enn vinnari og øll sóknin
gleddist um úrsliti.
Góði Kristian, tú hevur
givið okkum so nógv, tú vart
ímyndin av Haldórsvíkar
Ítróttarfelag.
Tá ið eg flutti til Argir at
búgva og kom at fylgja við tí
ítróttarliga, kom J o h n n y
at spæla fótbólt nøkur ár á
Argjum.
Tá dystur var, hvør var
fyrstur at møta upp, jú tað
var Kristian, sum kom líka
úr Vík suður at hyggja eftir
dystinum
og
soninum,
Johnny.
Tað var altíð stuttligt at
fáa eitt prát við Kristian. Vit
møttust av og á her suðri,
tú komst altíð til mín við tí
positiva, “tað gongur nokk”,
sjálvt um tað ikki altíð sá so
positivt út hjá AB.
Kristian, takk fyri alt vit
høvdu saman. Takk fyri tey
stóru upplivilsir, sum vit í
Haldórsvíkar
sókn
fingu
bæði við sjónleiki og kapp-
róðri. Góði Kristian, tú verður
saknaður.
Eftir teg stendur eitt stórt
tómrúm í míni heimbygd.
Mínir tankar leita til tykk
um, Lenu og børnini Tórhild,
Conny, Johnny, Mariu og
beiggjarnar Mikkjal og Pól
við familju. Tit hava mist ein
góðan mann, pápa, abba og
beiggja.
Bygdin drýpur høvur, eg
vil minnast Kristian við djúp
astu samkenslu við tykkum,
sum hava mist. Takk Kristian
fyri alt tað tú gav okkum.
Hvíl í friði kæri vinur.
Argir 16.07.2012.
Andrass Drangastein.
TØKK