mánadagur 16. juli 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Methøg nøgd av alifiski
Fyrstu 5 mánaðirnar í ár hava Føroyar
útflutt munandi meira alifisk enn somu
mánaðir í fjør. Virðið er tó á leið tað sama
sum í fjør. Heili 24.000 tons av laksi eru
útflutt fyri 720 milliónir kr. Í fjør út
fluttu vit 17 tús. tons fyri 711 milliónir.
Tað vísur uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Størsta vøksturin í útflutningi síggja vit
í uppsjóvarfiski, har vit hava útflutt fyri
útvið 40% meira enn í fjør. Tað er serliga
svartkjafti vit hava útflutt meira av í ár.
Útflutningurin av flundrufiski er vaksin
26%, og er tað útflutningurin av svartkalva
sum er nógv størri í ár enn í fjør. Tað er
eisini útflutt meira av botnfiski. Tað er
serliga upsa sum vit útflyta meira av, með
an tað er útflutt minni av toski. Samlaði
útflutningurin í ár er 4% minni enn í fjør, og
kemst hetta av, at í fjør seldu vit skip fyri
263 milliónur kr. av landinum, meðan vit
ikki hava selt nakað í ár. Útflutningurin av
fiski er vaksin 9% í virðið og 35% í nøgd.
Samlaði innflutningurin er nógv vaksin í ár
samanborið við í fjør. Fyrstu 5 mánaðirnar var
41% meir innflutt, men tað vóru skip og flogfør
sum áttu nógv stórsta partin av vøkstrinum.
Uttan skip og flogfør vaks innflutningurin 7% ella
góðar 130 milliónir krónur. Tað vísur uppgerð hjá
Hagstovu Føroya. At døma eftir innflutninginum,
eru húsarhaldini framvegis varin við sínum keypi.
Vørur innfluttar til beinleiðis húsarhaldsnýtslu eru
4% minni í virðið í ár, samanborið við í fjør. Tað er
minking í flest øllum vørubólkum, matið, klæðum,
drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørum. Tað er
sjálsamt at innflutningurin av matvørum minkar, tí
tann innflutningurin er rættuliga støðugur, meðan
tað er vanligt at innflutningurin av teimum drúgvu
og hálvdrúgvu nýtsluvørunum sveiggjar nógv. Vit
hava innflutt áleið somu nøgd av brennievni í ár,
men orsaka av hægri prísi, er innfluttningsvirðið
12% hægri.
Flyta meira inn
Leo Poulsen
Mitt í Barcelona var átta ára
gamli Gustav komin burtur
frá familju síni, og visti ikki
síni livandi ráð. Men tíbetur
kom Petrina Berg fram á
dreingin.
- Eg sá beinanvegin, at
hann var einsamallur. Hann
hevði lagt seg á ein bonk á
búkin, og hann sendi eitt so
biðandi eygnabrá til mín, sig
ur Petrina Berg við Rás2.
Hon fór so at tosa við
dreingin og fann út av, at
talan var um ein svenskan
drong.
- Men hann visti ikki, hvar
hann búði, mintist ikki navn
ið á hotellinum. Hann segði
tó, at um hann var á strond
ini, hevði hann helst funnið
heim aftur, sigur Petrina
Berg.
Hetta var so roynt, men
drongurin visti framvegis
ikki, hvar hann var.
- Vit royndu so at googla
navnið á pápanum, og tað bar
væl til. Drongurin váttaði, at
hetta var pápi sín, men har
var einki telefonnummar at
finna. Vit royndu so at koyra
runt einar tríggjar ferðir,
men til fánýtis, sigur Petrina
Berg.
Har var so einki annað at
gera, enn at seta seg í sam
band við løgregluna.
- Vit ringdu til politiið
í Føroyum og greiddu frá
støðuni. Teir har heima settu
seg síðani í samband við
svenska politiið. Drongurin
hevði sagt, hvar hann búði
heima í Svøríki, og tann
vegin fekk svenska løgregl
an so fatur á einum telefon
nummari, sum vit so síðani
fingu frá føroyska politinum,
sigur Petrina Berg.
Ovfarin foreldur
Tað vísti seg, at hotellið, har
svenska parið búði, var rætti
liga langt frá tí staðnum,
har Petrina Berg rendi seg í
dreingin.
- Tá vit komu til hotellið,
var bara mamman har. Pápin
var farin onkunstaðni eitt ør
indi, og mamman var so for
fjamskað, at hon næstan ikki
fataði at takka okkum fyri at
hava funnið dreingin, sigur
Petrina Berg.
Men mamman var sam
stundis ógvuliga glað fyri,
at sonurin var komin aftur
í aftur.
- Tey høvdu sett seg í
samband við sponsku løg
regluna bara 20 minuttir
eftir, at tey høvdu mist
dreingin burtur. Og tá vit
lótu hann aftur til foreldrini,
hevði hann verið burtur í
tveir tímar og 20 minuttir,
sigur Petrina Berg.
Hon heldur, at tað hevði
verið ógvuliga gott, um for
eldur
lótu
børnini
hava
okkurt uppi á sær sum
vísir, hvussu tey eita, og
hvønn mann skal seta seg
í samband við, um børnini
soleiðis blíva burtur frá for
eldrunum.
- Á hotellinum, har vit
búgva, er ein hollendsk fami
lja, sum hevur latið børn
ini fingið eina hálsketu við
øllum viðkomandi upplýsi
ngum á, og tað er ein ógvu
liga góður máti at tryggja
sær, at børnini koma aftur í
aftur, sigur Petrina Berg.
Hesa ferðina endaði alt
væl, og talan er um eina
rættiliga sólskinssøgu um
føroyingar í Barcelona.
petrina
Føroyingar í Barcelona
hjálptu svenskum
smádreingi at finna
foreldrini aftur, eftir
at hann var horvin frá
teimum mitt í stórbýnum
Hjálpti horvnum
barni heim aftur
hjálp Leygarkvøldið var føroyskt par úti fyri
einari heldur óvanligari hending í Barcelona,
tá tey komu fram á átta ára gamlan drong,
sum hevði mist foreldrini burtur