Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið vestanstevnuróðurin Jóannes Hansen Tað eru uppgangstíðir, og tað eru niðurgangstíðir. Soleiðis er tað í so mongum førum í lívsins viðurskiftum, og tað kunnu ikki minst ítróttarfeløgini skriva undir uppá. Kappróðurin í Klaksvík hevur mangan verið í aldudalinum. Heldur enn at vera við í kappingini um gull og skreyt, so hevur tað ofta staðið á at fáa bátarnar mannaðar, og tey árini munnu vera mong, tá ið tað ikki hevur eydnast hjá Klaksvíkar Róðrarfelag at manna 10-mannafarið. Av og á hava bátarnir hjá róðrarfelagnum har norðuri stungið seg heilt fram í oddin. 2012 sær nú út til at verða eitt av teimum árunum, ið fer í søgubøkurnar sum eitt av teimum, ið ber fleiri sett av gulli og eisini annað skreyt við sær. Kvinnurnar á Páll Fanga tryggjaðu sær leygardagin í dýrdarveðrinum og góðu róðrarlíkindunum í Sandavági FM heitið í kappingini millum 6-mannaførini, og 10-mannafarið Klaksvíkingur vann fyri fimtu ferð í ár, og harvið er FM heitið mest sum komið í skápið. Tað eru sjey stig aftur til næsta bátin, og ástøðiliga ber tað til at ímynda sær, at Suðuroyingur fer at vinna á Ólavsøku samstundis sum Klaksvíkingur ikki kemur á mál. Sjálvandi fara suðuroyingar og vestmenningar at leggja alt tað fyri, sum tað ber til (og eitt sindur aftrat) fyri at vinna finaluróðurin, men tá ið tað bara eru fýra bátar í kappingini, so ber tað ikki til, at favorittarnir í Klaksvik skulu fáa færri enn trý stig. Umframt flaggskipini á bæði kvinnu- og mannfólkasíðuni so sær tað út til, at tað rættuliga prutlar í kappróðrargrýtuni: Fípan Fagra vann seg hesa ferð fram á silvurplássið í kappingini millum 5-mannafør við gentum, Páll Fangi styrkti um bronsuplássið í kappingini millum 6-mannfør við monnum, og Fípan Fagra vann fyri sættu ferð í ár silvurplássið í barnaróðrinum fyri dreingir. Í tí kappingini er Junkarin heilt suverenur. Dreingirnir úr Kvívík vunnu leygardagin fyri sættu ferð av seks møguligum sigrum. Kvinnurnar Undan Vestanstevnuni snúði mesti spenningurin í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum seg um, um tað fór at eydnast Herningi at gera nakað við Páll Fanga. Orsøkin til spenningin og óvissuna um, hvussu tað mundi fara at roynast hjá annars suverena Páll Fanga komst av, at Herningur við kvinnum á Fjarðastevnu í Vestmanna næstsíðsta leygardag stóð seg so ógvuliga væl í master kappingini. Vinnaratíðin hjá Herningi ta ferðina var væl betri, enn vinnaratíðin hjá Páll Fanga var í kappingini millum 6-mannaførini. Hesa ferð var talan um stóra og intensa kapping millum 6-mannaførini. Áhugavert var tað, at Hvessingur, sum tað annars ikki hevur hilnast so væl hjá fyrr í summar, legði bragdliga fyri og fitta løtu var fremsti avbjóðarin hjá Páll Fanga. Tað kendist tó,at tær úr Klaksvík hvíldu í sær sjálvum, og við stórum sjálvsáliti og tryggum og trivaligum tøkum vunnu tær seg fram í oddin, og fram ímóti málinum var tað bara spurningurin, hvør skuldi verða næstfremst. Ta kappingina eydnaðist tað Herningi at vinna. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2001, at Páll Fangi við kvinnum hevur vunnið FM, og hetta er sætta FM heitið, sum Páll Fangi við kvinnum hevur vunnið. Menninir Í kappingini millum 10-mannaførin tørnaði tað soleiðis út, sum tað – undantikið á Jóansøku í Vági - hevur gjørt allar ferðirnar fyrr í summar. Suðuroyingur, Vestmenningur og Klaksvíkingur vóru í drápiligari kapping mest sum allan 1000 metra teinin. Øll fýra 10-mannaførini – eisini Nólsoyingur – eiga stóran heiður fyri framúr undirhaldið, sum tey á øllum stevnunum hava sett punktum fyri kappróðrinum við. Suðuroyingur og Vestmenningur fóru eitt vet fyrri undir endaspurtin enn klaksvíkinga. Tá tóktist standa á gomlum nøglum, men so svaraði Klaksvíkingur aftur, og í tredivu tøkum í endaspurtinum setti favorittmanningin tingini upp á pláss. Klaksvíkingur var FM vinnari í fjør, og hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað eydnast hesum bátinum at endurvinna FM heitið. Hetta er bara fjórða ferðin yvirhøvur, at Klaksvíkingur er FM vinnari. FM heitini eru vunnin í 2006, 2009, 2011 og 2012. Kappróðurin kókar í Klaksvík Kappróður Á Vestanstevnu staðfestu kvinnurnar á Páll Fanga, at eingin stendur teimum kurl, Klaksvíkingur fekk FM heitið so at siga inn um stokkin, og í fleiri øðrum kappingum endaðu bátar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag á heiðursmerkjaplássum