mánadagur 16. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
vestanstevnuróðurin
Í summar hevur tað ikki stemmað
so
væl
í
kappingini
millum
8-mannaførini og 10-mannaførini
hjá bátunum, sum umboða tey trý
róðrarfeløgini í Havn og á Argjum,
sum tað so mangan hevur gjørt.
Men í mannfólkakappingunum
í 6-mannaførunum og 5-mannafør
unum stendur eingin teimum kurl.
Lómur av Argjum tryggjaði sær
leygarfdagin FM heitið í kappingini
millum 6-mannaførini við monnum,
Drekin og Jallurin stríðast í sera
tættari og spennandi uppgerð um
FM heitið í kappingini millum
5-mannaførini
við
dreingjum,
og í master kappingini millum
10-mannaførini er Havnarbáturin
suverenur.
Á kvinnusíðuni eru úrslitini í ár
ikki so glæsilig hjá teimum í Argja
Róðrarfelag,
Róðrarfelagnum
Knørri og Havnar Róðrarfelag, sum
tey mangan hava verið.
Undantøkini eru tó Jallurin í
barnaróðrinum við gentum Hern
ingur og Gongurólvur í master
kappingini millum 6-mannaførini
við kvinnum.
Eftir at Jallurin hevði vunnið
fýra tær fyrstu ferðirnar í barna
róðrinum fyri gentur, troðkaði
Hulda av Tvøroyri á Fjarðastevnu
seg eitt vet framum bláa bátin, men
í Sandavági var eingin ivi. Jallurin
vann trivaligan sigur, og harvið er
kósin væl og virðiliga sett ímóti FM
heitinum.
Herningur vann fyrsta FM
masterróðurin fyri 6-mannafør við
kvinnum, sum var á Fjarðastevnu.
Leygardagin luttók Herningur ikki
í hesi kappingini, og nú var Lómur
hjá Argja Róðrarfelag bestur.
Menninir
Lómur hevur verið fremstur allar
seks ferðirnar í summar. Sann
førandi avrikini hava verið merkis
verd, tí 6-mannafarið av Argjum
við monnum hevur ongantíð áður
vunnið ein tann einasta róður.
Riddarin hevur verið trúgvasti
og drúgvasti kappingarneytin, og
aftur leygardagin vóru teir úr Mið
vági argasti mótstøðubáturin. Men
Riddarin megnaði einki at gera við
Lóm, sum var tað mesta av einari
bátslongd frammanfyri bátin úr
Miðvági. Munurin var mest sum
tann sami, sum hann var á Fjarða
stevnu næstsíðsta leygardag.
Merkivert var tað, at Páll Fangi
styrkti so nógv um sína støðu á
bronsuplássinum. Á Fjarðastevnu
var fjarstøðan frá fremsta plásinum
og aftur til Páll Fanga meiri enn
átta sekund, og leygardagin var hon
minni enn fýra sekund.
Dreingirnir
FM stríðið í kappingini millum
5-mannaførini
við
dreingum
stendur bara millum Jallin hjá
Róðrarfelagnum Knørri og Drekan
hjá Havnar Róðrarfelag.
Jallurin vann tríggjar tær fyrstu
ferðirnar, og harvið tóktist hann
liggja tryggur á FM kósini. Knørra
dreingirnir hava framvegis sjálvir
møguleikan at tryggja sær FM
heitið, men nú eru teir í ógvulga
tættari kapping við Drekan hjá
Havnar Róðrarfelag. Við sigrum
tríggjar tær seinastu ferðirnar eru
Dreka dreingirnir vornir stóra vón
in hjá Havnar Róðrarfelag í ár - og
í framtíðini!
Sigurin í Sandavági var so nógv
tann dyggasti og tryggasti, sum
Drekin hevur vunnið á Jallinum.
Meðan tað undanfarnu ferðirnar
hevur verið lítil og eingin munur, so
var Drekin leygardagin fýra sekund
ella meiri enn eina bátslongd
frammanfyri Jallin.
Tann av hesum báðum høvuðs
staðarbátunum, sum verðúr fremri
á Ólavsøku, verður FM vinnari.
Eftir róðurin á Vestanstevnu kann
ikki annað sigast, enn at tað er
Drekin, sum er FM favorittur.
Dreingirnir á Jallinum vunnu
FM fyri fyrstu ferð í fjør. Í
hesi kappingini hevur Havnar
Róðrarfelag vunnið FM ellivu ferðir
– tríggjar ferðir við Drekanum og
átta ferðir við Sílinum.
Smærru bátarnir í
høvuðsstaðnum stinnastir
Kappróður Á mannfólkasíðuni eru FM heitini í 5-mannaførum og 6-mannaførum á veg til
róðrarfeløgini í høvuðsstaðnum, sum annars ikki hava staðið seg so væl, sum tey plaga at gera