mánadagur 16. juli 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
vestanstevnuróðurin
Miðvingur vann tryggan sigur
á
Vestanstevnu
í
kappingini
millum
8-mannaførini.
Hetta
var sætti sigurin hjá miðvingum
í ár, og harvið hava teir vunnið
allar
róðrarnar
í
summar.
Á
stigatalvuni eru tað sjey stig aftur
til næstfremsta bátin, og tí er einki
í vegin fyri at siga, at Miðvingur er
meistari.
Tað roynist væl hjá miðvingum í
kappróðri. Í fjør vann 6-mannafarið
Riddarin við monnum FM við
fullum stigatali, og nú er tað
8-mannafarið
Miðvingur,
sum
hevur fult stigatal, nú tað bara er
róðurin á Ólavsøku, sum bíðar.
Miðvingur hevur verið sera
sannførandi alt summar. Sigrarnir
hava allir verið trivaligir. Tað hevur
allar ferðirnar verið leyst og meiri
enn tað aftur til avbjóðararnar,
og
soleiðis
var
tað
eisini
á
Vestanstevnu.
Tað eru nítjan ár síðani, at
8-mannafarið hjá miðvingum síðst
var meistari. Í kappingini millum
8-mannaførini hevur Miðvingur
vunniðFM tvær ferðir – í 1988 og í
1993.
Undanfarnu trý árini var tað
Argjabáturin,
sum
vann
FM.
Argjamenn
hava
alt
summar
roynt
at
bjóða
Miðvingi
av.
Argjabáturin hevur allar ferðirnar
uttan ta einu – á Jóansøku – verið
næstfremstur, og aftur leygardagin
var Argjabáturin næstfremstur.
Men tað var als eingin spenningur
um, hvør fór at vinna, og alt skal
venda heilt øðrvísi á Ólavsøku, enn
tað higartil hevur gjørt, um tað ikki
skal eydnast Miðvingi at vinna FM
við fullum stigatali.
Umframt Miðving og Argjabátin
hevur Gullbrandur úr Fuglafirði
luttikið í hesi kappingini í alt
summar.
Hesa
ferð
bjóðaði
Kvívíkingur seg eisini fram, og
kvívíkingar vóru rættuliga pretnir.
Teir vóru fremstir í startspurtinum,
og teir vóru sera væl við í
kappingini
um
næstfremsta
plássið. Á málinum vóru teir bara
ein lítlan hálvan skut aftanfyri
Argjabátin. Tí verður spennandi
at síggja, hvat Kvívíkingurin fer at
megna á Ólavsøku.
Havfrúgvin
Heldur ikki á Vestanstevnu lótu tær
úr Vestmanna seg órógva á leiðini
ímóti FM heitinum. Havfrúgvin
hevur vunnið allar seks róðrarnar,
og talan hevur í flestu førum verið
um sannførandi sigrar.
Undantakið
var
á
Norðoyastevnu, tá ið tað bara var
reingin ímillum Havfrúnna og Blik.
Báturin av Argjum hevur verið
næstfremstur allar seks ferðirnar,
men síðan á Norðoyastevnu hevur
tað einki verið í sól og mána, sum
hevur bent á, at Blikur hevur verið
tætt við at taka Havfrúnna.
Á Vestanstevnu var Havfrúgvin
fýra sekund frammanfyri Blik. Tað
eru tvey sekund minni munur, enn
hann var tað á Fjarðastevnu, men
tað er framvegis stórur munur á
túsund metra teininum.
Merkisvert er tað, at luttøkan í
hesi kvinnukappingini er rættuliga
lítil. Fyrr í summar luttóku bæði
fimm og seks bátar. Á Fjarðastevnu
vóru tað bara Havfrúgvin, Blikur
og Firvaldur, sum hevur hildið seg
á bronsuplássinum í alt summar,
men hesa ferð bjóðaði Strípan av
Strondum seg fram aftur, eftir at
hon var burturfrá á Fjarðastevnuni.
Erla Kongsdóttir
Eftir at tær úr Fuglafirði umborð
á Erlu Kongsdóttir í fyrstu atløgu
við sigrum á Norðoyastevnu og
Eystanstevnu løgdu seg á FM kós, so
tóktist stígur at koma í, tá ið Hvassi
vann bæði á Sundalagsstevnu og á
Jóansøku.
Síðani
er
Erla
Kongsdóttir
rættuliga farin á flog aftur, og eftir
róðurin í Sandavági leygardagin
bendir alt á, at Erla Kongsdóttir
úr Fuglafirði fer at vinna FM
kappingini millum 5-mannaførini
við gentum. Henda kappingin
hevur bara verið síðani 2005, og um
tað eydnast fuglfjarðargentum at
vinna, so verður tað fyrsta ferðin, at
hetta FM heitið fer til Fuglafjarðar.
Hvassi var FM vinnari í fjør,og
Hvassi er framvegis avbjóðari til
FM heitið. Men støðan viknaði
ikki sørt hjá Hvassa leygardagin.
Starturin kendist ikki at vera góður,
og hóast tær úr Sundalagnum
stríddu seg alt nærri teimum
fremstu, so eydnaðist tað ikki at
vinna silvurplássið í Sandavági.
Fípan Fagra lá alla tíðina væl fyri,
og tað eydnaðist klaksvíksgentum
at halda seg frammanfyri Hvassa.
Fípan Fagra var bara eitt sekund
aftanfyri Erlu Kongsdóttir, meðan
tað vóru tvey sekund frá øðrum
plássi og aftur til Hvassa.
Erla Kongsdóttir er trý stig
undan Hvassa í FM kappingini, og
sammett við á Vestanstevnu skal
Hvassi, fyri at vinna FM, vinna
meiri enn eina bátslongd inn á Erlu
á Ólavsøku, og samstundis skal
Fípan ella ein annar bátur eisini
vinna á Erlu, um alt skal ganga
upp í eina hægri eind hjá teimum í
Sundalagnum, og tað skal eydnast
Hvassa at taka FM heitið frá Erlu.
Tað er fleiri ferðir komið fyri
áður á Ólavsøku, at úrslitini hava
verið heilt øðrvísi, enn tey hava
verið fyrr á sumrinum. Tað ber
motvatión við sær at leggja nógv í
venjingarnar næstu stóru vikuna.
Hjá
Erlu
Kongsdóttir,
Hvassa,
Fípuni Føgru og hjá øllum hinum,
sum framvegis vóna og rokna við,
at tað ber til at megna gott úrslit
í finaluróðrinum og harvið at
seta verdugt punktum fyri hesum
róðrarárinum.
Miðvingur meistari
fyrstu ferð í 19 ár
Kappróður Sannførandi avrik hjá kvinnunum á Havfrúnni og gentunum á Erlu Kongsdóttir
bera við sær, at FM heiti eisini eru á veg til Vestmanna og Fuglafjarðar