Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Fríggjadagin kundi John Terry ganga út úr Westminister Magi­ strat­es’ Court í London sum ein fríur maður. Ikki tí, harðasta revs­ ingin Chelsea liðskiparin kundi fáa var áleið 25.000 krónur. Tað er lítið í mun til tær áleið 60 milliónir krónurnar, ið hann sambært ensk­ um miðlum tjenar um árið. Hinvegin, so hevði stóra revs­ ingin verið fylgirnar, ið høvdu fylgt við um ein fyrrverandi enskur lið­ skipari og núverandi liðskipari hjá Chelsea, hevði verið funning sekur í at hava brúkt rasistiskan málburð. Sakin hevur longu kosta John Terry liðskiparabandið á enska landsliðnum, umframt at Fabio Capello fór frá sum ensk­ur landsliðsvenjari, tí enska fótbólts- sambandið blandaði seg uppí. Sakin hevur eisini givið almenn­ ing­in­um innlit í hvat veruliga fer fram á vøllinum í einum Premier League dysti. Í nógvar mátar stað­festu vitnisfrágreiðingarnar nógv av tí ringasta vit hoyra um fótbóltsleikarar. Tápuligar útspill- ingar av hvørjum øðrum, sum bara eru at hoyra millum óð børn í skúla­ garðinum, sum ikki vita betri. Hetta er eisini veruleikin millum vaksnar menn, ið tjenar nógvar pengar. Dómurin Tað stutta av tí langa er, at orsøkin til at John Terry bleiv fríkendur var, at ongin kundi veruliga stað­ festa hvat bleiv sagt. Hóast munn­ avlesarar kundu staðfesta at John Terry hevði brúkt orðini “fucking black cunt”, so ber ikki til at stað­ festa í hvørjum samanhangi hann hevði brúkt orðini. Tað var upp til ákæran at staðfesta við vissu, at John Terry hevði brúkt orðini niðursetandi um Anton Ferdinand. Dómarin segði tá hann læs endaliga dómin upp, at ákærin hevði stápla eina góða sak upp á beinini, men hetta var ikki nokk til at við vissu staðfesta hvat var farið fram. Verjin hjá John Terry megnaði hinvegin at sáa iva um Anton Ferdinand sum vitni, umframt at dómarin metti at John Terry frá fyrsta degi hevði hildið seg til eina og somu frágreiðing, og hevði víst stóran samarbeiðsvilja, tá tað kom til at svara upp á spurningar viðvíkjandi málinum. Tí metti dómarin ikki, at hann við vissu kundi staðfesta at John Terry hevði brúkt rasistiskan mótvegis Anton Ferdinand. Hann legði afturat, at hann ikki metti at Anton Ferdinand í dystinum hevði ákært John Terry fyri rasistiskan málburð, men at tað var ein møgu­ leiki fyri at John Terry helt at Anton Ferdinand hevði ákært hann fyri rasistiskan málburð. “Tað er bara hálvleikur” Tað sigur Garth Crooks, sum er partur av anti-rasimsu bólkinum “Kick It Out”. Tað, sum hann vísur til er, at nú fer enska fótbólts­sam- bandið í holt við málið. Meðan enska rættarskipanin hevur strangar reglugerðir fyri hvør kann dømast og ikki, so er støðan ein onnur við enska fótbóltssambandinum. Mest upplagda fordømi er sakin við Luis Suarez og Patrice Evra, sum fekk nógva umrøðu í farna kappingarárið. Tá gjørdi enska fótbóltssambandið bart og gav Liverpool framherjanum heilar átta dystir leikbann og eina bót. Tað málið bleiv ongantíð meld­ að og var tí ikki eitt løg­reglu­mál, men eitt mál fyri enska fót­bólts­ sambandið. Enska fótbólts­sam­ bandið dømdi Luis Suarez uttan at hava haldbar prógv fyri at Liverpool leikarin, ið hevur myrkar røtur í familjuni, hevði brúkt rasistiskan máburð móti Manchester United bakkinum, Patrice Evra. Dómurin fall, tí tað var mett, at Patrice Evra var eitt meiri álítandi vitni enn Luis Suarez. Ongar sjónbandamyndir ella munnavlesarar kundu stuðla ákærinum hjá Patrice Evra. Er hetta fordømið fyri linjuna, sum enska fótbóltssambandið ætl­ar at halda fyri at døma menn sekar, so lítið sannlíkt at John Terry sleppur snikkaleysur. Tápuligar útspillingar Vitnisfrágreiðingarnar í West­ minister Magistrates’ Court í London góvu almenninginum innlit í hvat veruliga fyrigongur á vøllinum í einum Premier League dysti. Anton Ferdinand, John Terry og Ashley Cole fortaldu allir um tápuligar útspillingar, ið fóru fram á vøllinum í samband við hendingina. Anton Ferdinand og John Terry greiddu frá hvussu teir í hvør sínum lag høvdu spiilt hvønn annan út. John Terry hevði kalla Anton Ferdinand fyri “cunt”, sum verður brúkt sum niðursetandi orð móti einum persóni í slíkum samanhangi. Anton Ferdinand hevði svarað aftur, at tað kundi John Terry sjálvur verða, tí hann hevði verið saman við damuni hjá einum liðfelagi og gjørdi kropsrørslur, ið eftirlíknaðu tað, sum góð fólk nú eina ferð gera í songini. Tað er teimum flestu greitt, at útspillingar eru ein partur av fótbóltinum, men nú hava vit tað svart upp á hvítt. Fótbóltsleikarar eru bara stórir dreingir, sum brúka allar snildir, eisini primitivar, fyri at vinna sær ein fyrimun. enskur fótbóltur John Terry fríkendur John Terry er fríkendur fyri at hava brúkt rasistiskan málburð mótvegis Anton Ferdinand í einum Premier League dysti farna kappingarár. Enska fótbóltssambandið tekur nú málið upp