Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið enskur fótbóltur r – í rættinum “Tað var í dystinum millum QPR og Chelsea tann 23. oktobur í fjør, at sjónvarpsmyndir hjá millum annað Sky Sports vístu John Terry rópa eitt hvørt eftir Anton Ferdinand, eftir at hesir báðir høvdu ein minni samanstoyt í brotsteiginum hjá QPR. Rópini kundu tulkast sum rasistiskur málburður. Anton Ferdinand hoyrdi ikki John Terry, men fann fyrst útav tí tá hann kom heim og fólk høvdu lagt út myndir av hendingini. Eitt løgreglufólk, sum ikki var til arbeiðis, valdi at melda málið og tí hevur løgreglan tikið málið upp. Í rættinum er komið fram, at John Terry nýtti niðursetandi ensku orðini “Fucking black cunt”, men ógreitt er í hvørjum samanhangi. Sambært BBC, so vil John Terry verða við, at hann spurdi um Anton Ferdinand helt seg hava kalla hann “a fucking black cunt ”, og tí er talan ikki um eina rasistiska viðmerking.” John Terry 31 ára gamal liðskipari hjá Chelsea. Hevur spælt við Chelsea síðani hann var ein smádrongur og er í nógvar mátar ímyndin av Chelsea. Uttanfyri vøllin hevur tað ikki altíð gingið so væl hjá miðverjanum, sum tvær ferðir hevur mist liðskiparabandið á enska landsliðnum. John Terry misti í 2010 liðskiparabandið á enska landsliðnum, tá tað kom fram at hann hevði verið saman við damuni hjá liðfelagnum, Wayne Bridge. Anton Ferdinand Er yngri beiggin hjá meiri kenda Rio Ferdinand, sum spælir við Manchester United. John Terry og Rio Ferdinand hava fleiri ferðir spælt í miðverjuni á enska landsliðnum. Sakin hevur í nógvar mátar gjørt forholdið hjá teimum torført. Millum annað valdi enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, ikki at úttaka Rio Ferdinand til EM endaspælið. Hann segði tað var vegna fótbóltsligar orsøkir, men fjølmiðlarnir halda annað. Anton Ferdinand er 27 ára gamal og er uppvaksin í West Ham. Hann er umvegis trý ár í Sunderland nú spælir við QPR. Fokus á rasismu Bæði John Terry/Anton Ferdinand sakin og Luis Suarez/Patrice Evra sakin hava fingið ovurhondsstórt pláss í fjølmiðlinum og millum manna. Tað stendur greitt, at rasisma er nakað samfelagið ikki góðtekur, men framvegis er til staðar. Tað er óhugnaligur stórur munur á hvat verður góðtikið í dag í mun til fyri bara 25-30 árum síðani, tá bananir, apuljóð og líknandi vóru nærmast dagligur partur fyri myrkar leikarar í Onglandi. Tað merkir tó ikki, at fótbólturin í Ongland er komin á mál við rasismu. trondur@sosialurin.fo fríkendur John Gerry Málið í stuttum: