Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tað eru nú 509 dagar, ella gott og væl 16 mánaðir síðani, at Gunnar Nielsen bleiv borin av vøllinum eftir ein samanstoyt í dysti fyri eykaliðið hjá Manchester City móti Bolton. Knæið varð illa meiðslað og stóri málmaðurin mátti fáa ilt fyri at doyva pínuna. Síðani fyrsta dagin hevur føroyski málmaðurin arbeitt miðvíst fyri at koma fyri seg aftur. Hann er við á venjingarleguni hjá Manchester City í Eysturríki og venur fult saman við hinum í felagnum, men nú er tíðin komin at royna seg í nýggjum felagi sigur havnarmaðurin. Gamli sáttmálin gekk út í juni og nú hevur Gunnar ein fyribils sáttmála við enska meistaraliðið fram til endan av septembur. Nøkur feløg hava spurt seg fyri, men eftir ein slíkan skaða er greitt at feløgini gjarna vilja hyggja nærri at føroyska málmanninum áðrenn tey taka eina avgerð. Tí er Gunnar eisini sinnaður at eitt nú royndarvenja um tað er tað, sum skal til. “Eg havi ongan framtíð í Manchester City” Tað sigur Gunnar Nielsen í telefonini úr eysturríska býnum, Seefeld. Seefeld liggur tætt við meiri kenda býin Triol. Tað var eitt sindur óvist um Gunnar Nielsen skuldi við, men í evstu løtu vóru boð eftir føroyska málmanninum. Stutt fyri álvarsama skaðan í knænum var Gunnar áveg úr Manchester City og feløg sum Southampton høvdu víst honum áhuga. «Eg havi onga framtíð í City og leiti eftir nýggjum felagi. Nú eru vit á venjingarlegu og eg geri alt sum eg kann fyri at prógva mítt virðið og í august ella septembur finni eg vónandi eitt nýtt felag, sigur Gunnar Nielsen. Upprunaligi sáttmálin við Manchester City gekk út 31. juni, men partarnir eru komnir ásamt um at leingja samstarvið við trimum mánaðum. Tað ber ikki til at skriva sáttmála fyri eitt tríggjar mánaðar skeið, men partarnir hava gjørt eina avtalu um at endurnýggja mánaðar langa sáttmálan, sum tað er loyvi at skriva, hvønn mánaða fram til endan av septembur. “Eri realistiskur um støðuna” Gunnar Nielsen er greiður yvir at ein álvarsligur skaði í knænum ikki økir um søluvirðið, men miðvísa uppvenjingin hevur givið honum stórat álit á bæði knænum og sínum evnum sum málverji. «Eg eri realistiskur um skaðan og støðuna. Eg havi verið skaddur í gott og væl 16 mánaðir og ongin vil keypa “damaged goods”, sum tey siga á enskum, men eg venji fult saman við hinum nú, sigur Gunnar. Hepni spælir ein stóran leiklut í fótbóltsheiminum og tað skal gjarna eisini vera í parti við havnarmanninum. «Eg eri sinnaður at royndavenja um tað er tað, ið skal til. Eg eri klárur at vísa meg fram og prógva at eg eri komin fyri meg. Eg skal kanska eisini verða eitt sindur heppin fyri at fáa tann rætta møguleikan, sigur Gunnar Nielsen víðari í telefonini úr Eysturríki. Onkur feløg hava spurt seg fyri um støðuna hjá Gunnari. «Umboðsmaðurin hjá mær, Jákup í Stórustovu, hevur tosað við nøkur feløg, umframt at onkur feløg hava spurt seg fyri um støðuna hjá mær, men øll vilja síggja um eg eri klárur, staðfestur Gunnar Nielsen. Gott lag í Eysturríki Manchester City er í hesum døgum á venjingarlegu í Eysturríki og sambært Gunnari, so er lagið avbera gott í hópinum. «Vit eru so avbyrgdir her í Seefeld, so vit hoyra einki til allar leysasøgurnar og tað er bara venjing á skránni, so vit hugna okkum óført, sigur Gunnar. Gunnar merkir nakað til skaðan, tá venjingarbyrðan gerst serliga tung, men tað er nakað hann skal venja seg við. «Vit venja tvær ferðir um dagin, so tað er klárt at menn eru eymir og hava ilt av og á. Eg merki eitt sindur til skaðan tá vit venja nógv og tað kann blíva eitt sindur hovið og eymt, men tað hava eg fingið at vita at eg bara skal venja meg við, sigur Gunnar. Tað er tí týdningarmikið hjá Gunnari at skipa venjingina, so at knæið ikki verður yvirbelasta ov tíðliga í uppstartinum. Fylgi Gunnari í Eysturríki Á heimsíðuni hjá Manchester City (www.mcfc.co.uk) ber til at fylgja við gongdini í venjingarleguni og síggja hvussu eitt Premier League lið fyrireikar seg til eitt nýtt kappingarár. Har eru bæði sjónbandabrot, myndir og frásagnir frá túrinum. Tað ber eisini til at fylgja gongdini á Twitter síðuni hjá Manchester City, sum javnan leggur ymiskt út frá túrinum. Í gjár fekk Gunnar Nielsen góð skotsmál, tá Twitter síðan skrivaði at føroyski málmaðurin hevði eina avbera góða venjing. Soleiðis skrivaði Twittar síðan hjá Manchester City: “AUSTRIA: Gunnar Nielsen has just had an absolute wonder session! Nothing was getting past him today... Great to see him fully fit!” (Eysturríki: Gunnar Nielsen hevur akkurát havt eina fantastiska venjing. Einki sleppur ígjøgnum hjá honum. Deiligt at síggja hann kláran aftur). Gunnar skiftir felag Fótbóltur Gunnar Nielsen er í hesum døgum í Eysturríki á venjingarlegu við Manchester City, men hann hevur onga framtíð í felagnum og vónar at finna nýtt felag ikki seinni enn í august ella septembur Eg havi onga framtíð í City og leiti eftir nýggjum felagi venjing