mánadagur 16. juli 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Sjey
føroyskir
dartspælarar
luttóku um vikuskiftið í Lolland
Open 2012, har teir vunnu silvur-
og bronsuheiðursmerki Pætur
Albinus
Størsta
gularótin
hjá dartspælarum í Føroyum
er óivað stóru vinningarnir í
at sleppa at luttaka í stórari
kapping í Danmark eftir lokna
kappingarárið í Føroyum. Farna
kappingarár vardi frá septembur
í 2011 til mei í ár, og seks teir
bestu í hesum 10 umførunum
hetta tíðarskeiðið vunnu sær
ferðing, uppihald og luttøkugjald
til Lolland Open 2012. Umleið 40
dartspælarar vóru við í føroysku
kappingunum og kappingin um
teir seks pakkarnar var hørð. Tá
ið avtornaði sluppu sjey spælarar
við, og vóru teir Bárður Olsen (106
stig) Jan Midjord (93 stig) Petur
Thomsen (90 stig) Heri Kallsoy
(89 stig) Remy G. Hansen (82
stig) Naldo (77 stig) og Oddfinn
Hansen (74 stig). Remy fekk
silvur Nakrir av føroyingunum
luttóku í kappingini +35, sum
minnir um eina oldboys-kapping.
Nevnast skal, at fleiri av bestu
donsku leikarunum vóru við í hesi
kappingini, soleiðis at tað als ikki
var ein løtt kapping.
Tveir
føroyingar
spældu
seg víðari úr bólkaspælinum.
Ein
av
royndastu
føroysku
dartspælarunum,
Remy
G.
Hansen, legði bragdliga fyri í
kappingini.
Hann
hitti
Bárði
Olsen í fjórðingsfinaluni, og so
var eitt føroyskt hálvfinalupláss
longu tryggjað. Hetta tryggjaði
Remy G. Hansen sær, og eftir eitt
frálíkt avrik megnaði hann at
spæla seg í finaluna. Í finaluni
løgdu
báðir
spælararnir
væl
frá landi við at kasta ein 180
(hægsta stigatalið fyri tríggjar
pílar, red.) men danski Torben
Skov gjørdist ein ov stórur biti at
gloypa hjá Remy G. Hansen, sum
tó kundi taka til takkar við einum
frálíkum
silvurheiðursmerki.
Bronsu í tvímansleiki Í sjálvari
høvuðskappingini, einmansleiki
fyri allar aldursbólkar, komu
seks av føroyingunum víðari úr
bólkaspælinum.
Tríggir
teirra,
harímillum Remy G. Hansen
og Bárður Olsen, spældu seg
eisini víðari úr fyrsta umfari í
endaspælinum, men longri enn
tað kom eingin. Seinnapartin
leygardagin
varð
kappast
í
tvímansleiki, har tveir og tveir
spælarar luttóku sum lið. Fýra
"føroysk" pør vóru við. Aftur
hesaferð vóru tað teir báðir
Bárður Olsen og Remy G. Hansen,
sum bitu frá sær. Teir spældu
seg heilt fram til hálvfinaluna,
har teir taptu og tóku til takkar
við einum bronsuheiðursmerki.
Dart vindur upp á seg Tað hevur
verið ein vaksandi áhugi fyri dart
í Føroyum seinasta árið, sum
helst eisini hevur kastað hesi
góðu úrslitini av sær í Danmark.
Í Runavík, á Toftum og í Vágunum
eru ætlanir um at fáa eitt felag.
Flestu spælararnir eru í Havnar
Dartfelag, men í ár hava eisini
kappingar verið í Klaksvík og í
Fuglafirði. Spælararnir siga seg
ikki vera nøgdar við umstøðurnar
í Havn, har teir tó við vælvild hava
skipað fyri kappingum í hølum
hjá Articon og Effo. Teir arbeiða
miðvíst við ætlan um eitt varandi
høli, soleiðis at venjingin verður
tikin meiri í álvara og at menna
ungdómsdeildirnar.
albinus@sosialurin.fo
Dartspælarar
bitu frá sær
í Danmark
Christian Lamhauge Holst byrjaði
inni og vann í fyrsta dystinum í
nýggja kappingarárinum, meðan
René Shaki Joensen sat á bonki
num hjá Brøndby, sum heima tapti
fyri OB.
Um vikuskiftið byrjaði danska
landskappingin aftur. Silkeborg og
føroyski landsliðsframherjin, Chris
tian Lamhauge Holst, vóru á vitjan
í Esbjerg. Silkeborg vann dystin 3-2.
Føroysk landsliðsframherjin spældi
fyrstu 78 minuttirnar.
Á Brøndby stadium tók Brøndby
móti OB, sum vann 1-0. René Shaki
Joensen sat á bonkinum allan
dystin. Í Brøndby kenna tey seg
snýtt fyri eitt stig, tí dómarin valdi
at kolldøma eitt mál, ið Brøndby
viðhaldsfólk og leikarar ikki meta
skuldi kolldømast.
Fult til Lamhauge
– einki til René