mánadagur 16. juli 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Vandamikið herverk
skakar Tour de France
Súkkling Tour de France er skakað. Ótangar høvdu tveitt teknistiftir á súkklubreytina, sum eitt nú
kostað eitt brotið óstbein og kundi elvt til enn fleiri og størri skaðar. Løgreglan er nú komin inn í málið.
Pætur Albinus
Teinurin í Tour de France í gjár,
sunnudagin, var merktur av einari
heldur óhepnari hending. Ávegis
upp eftir fjallinum Mur de Péguére
punkteraðu sjáldsama nógvir súkk
larar, og fekk hetta fólk at gruna
okkurt ilt. Hesin illgrunin var ikki
til einkis, tí longu áðrenn súkk
lararnir komu á mál, varð staðfest,
at eitt øki var fylt við teknistiftum
og lítlum seymum.
Fleiri skaðar
Umleið 15 súkklarar fingu eina
teknistift ella ein seym í hjólið hjá
sær, og førdi hetta við sær, at teir
máttu skifta hjól. Eitt nú kostaði
hetta vinnaranum frá í fjør, Cadel
Evans, omanfyri ein minutt í
samlaðu støðuni. Enn verri gekk
tað hjá Robert Kiserlovski, sum datt
og breyt óstbeinið.
– Hvør enn so hevur gjørt hetta,
so er hetta ein revsiverdur gern
ingur. Teir seta lívið hjá súkklar
unum upp á spæl, segði ovastin hjá
BMC, Jim Ochowicz eftir teinin.
Eisini Bjarne Riis var í øðini
– Hetta er púra svakt og hoyrir
ongastaðni heima. Tað er vanda
mikið hjá súkklarunum. Teir seta
allar í stóran vanda. Hvussu kann
ein finna upp á slíkt? Hetta er
revsivert, tók hann undir tá ið hann
prátaði við TV2.
Løgreglan kannar málið
Tann ella tey, ið hava tveitt hesar
teknistiftirnar og seymarnar á
vegin, kunnu nú vænta sær at fáa
løgregluna upp á nakkan. Í øllum
førum hevur franska løgreglan
tikið hetta málið upp og er farið
undir kanningararbeiði í eini roynd
at finna prógv. Ein serlig deild
frá Toulouse og Saint Girons er
innkallað til at taka sær av hesum.
Fyriskipararnir
av
Tour
de
France hava eisini víst undirtøku
fyri hesum kanningararbeiðnum,
sum franska løgreglan nú er farin
undir, og:
– Vit fordøma hesi ábyrgdarleysu
og vandamiklu atferðini, sum er ein
roynd at skaða limakið hjá súkklar
unum og at oyðileggja kappingina,
skrivar fyriskiparin, Amaury Sports
Organisation, í einum tíðinda
skrivi.
Ikki óvanligt
Tað er ikki heilt óvanligt, at teir
milliónatals áskoðararnir í Tour de
France skapa trupulleikar. Javnan
gerst trongt í mannamúgvunum,
sum hava leitað sær á fjallatind
arnar. Ofta hava áskoðarar polit
iskan boðskap á onkrum pappíri
ella líknandi, men framleiðararnir
hjá sjónvarpsstøðunum bera so í
bandi, at hetta ikki verður víst í
sjónvarpinum.
Í fjør bleiv Jonny Hoogerland
árendur av einum bili, lendi í einum
píkatráði og fekk arr fyri lívið í
lærið. Í 2009 blivu Julian Dean og
Oscar Freire raktir av einari høgl
byrsu, og í 1975 bleiv legendariski
Eddy Merckx sligin av einum áskoð
ara.
Hetta eru bara nakrar fáar hend
ingar av teimum mongu, sum eru
við til at seta sín keðiliga dám á
Tour de France næstan árliga.
Wiggins á odda
Teinin sunnudagin vann Luis León
Sanchéz, eftir at hann einsamallur
stakk avstað frá teimum 10 súkkl
arunum, hann allan dagin hevði
sitið á odda saman við eitt gott
korter frammanfyri feltið.
Eingin hótti tó samlaðu støðuna,
har Bradley Wiggins framvegis er á
odda við 2min og 5sek frammanfyri
liðfelagan, Chris Froome. Vicenzo
Nibali úr Liquigas er 2min og 23sek
aftanfyri, meðan verandi meistarin,
Cadel Evans frá BMC, er 3min og
19sek aftanfyri.
Nógv kann broytast serliga
seinni í hesi vikuni, tá ið súkklað
verður í Pyrinea-fjallarøðini millum
Frakland og Spania.
albinus@sosialurin.fo