mánadagur 16. juli 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Er málið um Fámará dømi um tað, sum kann
fáa tað serføroyska fram í føroyinginum?
Durita Brattaberg
mentunarhúsleiðari á Hamar í Noregi, tann 14. juli 2012
Tað er í besta fall áhugavert
at fylgja við, hvat hendir i
málinum um festið í Fámará. Í
ringasta fall er tadð grátuligt.
Eg havi bæði nærleika og
fjarleika til málið:
• Nærleika, tí bæði omma,
abbi og foreldrini hjá mær
hava verið festarar,
• Nærleika, tá eg havi slitið
upp
fleiri
støddir
av
bæði gummistilum og ar
beiðsklæðum i Fámará í
umleið 25 ár.
• Fjarleika, tá eg eri útiseti
og kann tískil velja at
sleppa undan at taka
støðu til tað, sum verður
skrivað og sagt um málið.
Tann, sum nú heldur, at eg
her skal taka støðu til, hvør
best er egnaður keypari
av festinum í Fámará fer
skeivur. Beint nú kennist
tað nógv meira umráðandi
at gera viðmerkingar til,
hvussu fjølmiðlar og sosialar
mediur beint nú fungera í
Føroyum.
Tað er undir alt lágmark.
Eg øtist. Eg øtist og eg vaml
ist.
Og tankin um, at tað helst
er gerandisdagurin hja nógv
um, at tey verða úthongd al
ment, kann ikki annað enn
gera, at tað rennur kalt niður
eftir rygginum. Akkurat nú –
í hesum døgum, er talan um
mál sum eg kenni til, meðan
eina aðraferð er tað helst
onkur annar, sum stendur
fyri skotum.
Har eg eri uppvaksin og í
mínum dagliga yrki er van
ligur fólkaskikkur galdandi.
Virðingin fyri hvør øðrum er
eisini grundleggjandi. Um
framt hetta, er toleransan fyri
at øll fólk eru ymisk, rættiliga
stór og at tað er loyvt at
hava ymiskar meiningar er
rættiliga gerandis. Tað merk
ir samstundis, at tað ber til
at diskutera uttan at verða
óhøviskur.
Tað, sum í løtuni fer fram
á
facebookviðmerkingum
á
portal.fo
er
óvirðiligt.
Óvirðiligt, mest fyri tann
sum skrivað verður um, men
eisini óvirðiligt fyri tann,
sum
skrivar
ósensurerað
um slatur og sleyg, sum lítið
ella onki hald er í. Undarligt
at staðfesta, at tit, sum
viðmerkja á portal.fo, ikki
hugsa um, at tit seta fullt
navn undir eitt so negativt
og
óvirðiligt
orðaskifti.
Óvirðiligt, tí úrslitið er meiri
slatur og sleyg, (ein ringrás,
sum eg ikki skilji, at tit vilja
indentifiserast við), negativt,
tí tit byggja onki upp, tit bara
bróta niður. Tað er áhugavert
at síggja myndir av tykkum
til vinstru fyri tekstin, tit
skriva, og tað er hugstoytt at
hugsa um, at tit eru foreldur,
ommur og abbar, sum leggja
so ringt í beinið á teimum, tit
eru avvarðandi at. Hvat fyri
samfelag er tað tit vænta at
fáa burturúr? Eisini er tad
áhugavert at portal.fo hevur
ein ábyrgdarredaktør, hvørja
ábyrgd hevur hann?
Tað er undarligt at vera
áskoðari og síggja, at ong
in tekur til mótmælis. Hvør
orsøkin er, eri eg í iva um,
men tey sum velja at fyri
halda seg still, kunnu helst
hugsa um tað eina løtu.
Ímeðan, kann eg hugsa um
ta mongd av fólki, sum hava
sitið væl rundan um borðini
hjá ommu og abba mínum og
foreldrunum i ¾ øld.
Kanska eru facebook brúk
arar, sum gera viðmerkingar
á portal.fo eitt egið fólkaslag,
og eg øtist við tankan um, at
helst er hetta fólkaslagið í
vøkstri, og tey trívast helst
best millum sínar líkar.
Virkisfýsni, áræði, tolni,
úthaldni, styrki og ábyrgd –
tað skal til hjá teimum, sum
leggja rygg til at bróta upp úr
nýggjum. Tey hava ein dreym
um at skapa nakað nýtt og
sjáldan ella ongantíð eru tað
lættir vinningar, sum dríva
verkið. Slík fólk eru í øllum
londum, og serliga í smáum,
sum í Føroyum, er brúk fyri
slóðbrótarum. Oftast kemst
á mál hjá slóðbrótarunum,
men sjálvsagt eru dømir um,
at ikki kemst á mál. Tíverri,
er mín fyribils niðurstøða, at
Føroyar kann vera landið, har
alt ov fá ynskja hvør øðrum
at eydnast, men tað er mín
sann eisini landið, sum ikki
letur fólk miseydnast. Hvat
kemur burturúr, har tað ikki
ber til at eydnast og ikki ber
til at miseydnast, kundi verið
eitt annað evni at varpa ljós
á.
Eg skal minnast til at við
merkja, at eg sjálv ongantíð
havi havt facebook profil.
Eri sostatt ikki á facebook,
so vinarliga, um tú hevur
viðmerking, so skriva hana
ikki har.
Ódámligt at reingja sannleikan
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur fyri Tjóðveldi
forkvinna í teknisku nevnd
Lýsingarátakið
fyri Bussleiðina
Eg ætlaði mær ikki aftur í
blekkhúsið hvat viðvíkur
hesum máli, men tá ið Ann
finn
Brekkstein
reingir
veruleikan fyri borgarunum,
verði eg noydd at koma við
eini viðmerking.
Málið um lýsingarátakið
fyri Bussleiðini hevur verið
fyri í teknisku nevnd heilar
tríggjar ferðir í ár, 15. mars,
26. mars og aftur 19. apríl,
og í gerðabókini er ikki ein
einasta viðmerking frá sam
bandsmanninum, sum ann
ars hevur verið fastur limur
í teknisku nevnd hetta síðsta
hálva árið; ja hann hevur
enntá eisini tikið undir við,
at kommunan fer undir sam
ráðingar við lýsingarfyritøk
una um hetta átakið.
Ein nógv betri Bussleið
Eisini er tað bæði skeivt og
villleiðandi at siga, at Buss
leiðin kostaði 8 mió. kr. áðr
enn ókeypis skipanin var
sett í gildi, fyri síðani at
kosta 22 mió. kr. í dag. For
treytin fyri at gera saman
beringar er at talan eisini
er um sambæriligheit. Eitt
er at kommunan nú er
nógv størri í vavi, enn hon
var áður. Nýggjar bygdir og
býlingar eru lagst afturat,
og tí eru bæði fleiri og longri
teinar at koyra. Annað er, at
oljuprísirnir eru ferfaldaðir,
eins og allir aðrir takstir, ið
knýttir eru at sáttmálanum
um Bussleiðina eru farnir
upp. Fyrr vóru tvey rakstrar
støð, ein fyri Bussleiðina
og ein fyri skúlabarnakoyr
ingina. Hetta er nú lagt
saman í eitt rasktrarstað,
sum er Bussleiðin. Í verandi
upphædd á fíggjarlógini eru
eisini eingangs útreiðslur til
ymiska tøkni í bussunum,
útbúnaður á endastøðum og
steðgiplássum, lýsingar v.m.
Og síðani og ikki minst, so er
Bussleiðin vorðin nógv ment,
bæði hvat viðvíkur títtleika
og tænastu, og hetta kostar
sjálvsagt. Síðani vil eg leggja
afturat, at tað, sum kom inn
við
ferðaseðlum,
áðrenn
ókeypis busskoyring varð sett
í gildi, vóru uml. 3½ mió. kr.
árliga. Umsitingarútreiðslan
av hesari bilettinntøku var
somikið stór, at nettoinntøk
an tódnaði munandi.
Hetta verða míni síðstu
orð til Annfinn um hetta
málið. Men góði Annfinn,
sjálvt um vit eru politiskt
ósamd, fari eg at heita á teg
til eina aðru ferð at halda teg
til fakta í málinum, bæði hvat
viðvíkur politiskum niður
støðum, ið feldar eru í gerða
bók, og at tølini, tú borðreiðir
við, eru tey røttu. Alt annað
er at reingja veruleikan fyri
borgarunum, og tað hevur
borgarin ikki uppiborið.
Tá ið sjálvirkandi fólka
teljiskipanin hevur virkað í
eina tíð, soleiðis at álítandi
hagtøl um Bussleiðina fyri
liggja, verður farið undir at
eftirmeta og bøta um Buss
leiðina, soleiðis at hon kann
tæna borgarunum enn betri.
Tað er undarligt at vera
áskoðari og síggja, at
ongin tekur til mótmælis
Fortreytin fyri at gera
samanberingar er at
talan eisini er um sam
bæriligheit
Kjak