Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skulu sigaret tubbak Mynduleikarnir innan fyribyrging í Føroyum halda, at tað skal vera bannað at selja sigarettir í Føroyum, og at vit eiga at hava eina nullhugsjón, hvat royking viðvíkur. Tað halda formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, og formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Pál Weihe. Sosialurin hevur spurt nakrar føroyingar, hvat teir halda um eitt forboð móti sigarettum. Skal tað verða bannað at selja sigarettir í Føroyum ella skal tað vera loyvt at keypa ein sigarettpakka og festa sær í, um ein hevur hug til tað? Upplýsing er vegurin fram Gunvá við Keldu – Roykir ikki Grundleggjandi haldi eg, at hatta er nakað, ein sjálvur skal avgera. Sjálv haldi eg, at upplýsing er tað besta at gera, soleiðis at øll verða kunnað um, hvussu skaðilig royking er. Orsøkin til, at eg ikki haldi, at sigarettir skulu bannast, er tann, at ynskið, um at halda uppat við at roykja ella ongantíð byrja, er nakað, sum má koma innanfrá. Tí taki eg undir við formanninum í Krabbameinsfelagnum um at mann skal seta eitt evstamark ella árstal fyri, nær sigarettir skulu bannast, soleiðis at øll kunnu venja seg við tankan, um at sigarettir eru bannaðar í Føroyum og harvið fáa eina tillagingartíð. Forboð steðgar ikki royking Mariann Klein Ivansdóttir – Roykjari Eg trúgvi ikki, at eitt forboð fer at halda fólki frá at roykja, og tey, sum vilja roykja, fara at fáa sigarettirnar aðrastaðni frá. Tað, sum eitt forboð møguliga kann gera, er, at tað verða færri, sum byrja at roykja, men tað fer ikki at steðga allari royking. Tí haldi eg ikki, at sigarettir skulu bannast í Føroyum. Heldur upplýsing enn forboð Ingeborg Vinther - Selskapsroykjari Samfelagið kann ikki vera dadda hjá øllum. Tað ber ikki til at liva, um vit skulu hava forboð fyri øllum, tí tá verður fólkaræðið sett í váða. Fólk hava sín frá vilja, uttan mun til um tað snýr seg um tubbak, rúsdrekka ella rúsevni. Heldur enn at seta forboð mæli eg til at upplýsa, sigur Ingeborg Vinther.