mánadagur 16. juli 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ttir bannast?
Børn og ung
skulu verjast
Rani Nolsøe – Fyrrverandi roykjari
Ístaðin fyri at banna sigarettum, haldi eg, at sigarettir
einans skulu kunna fáast til keyps á apotekum. Eg haldi
tað vera umráðandi, at børn og ung ikki hava lætta
atgongd til sigarettir, og tí skal tað ikki vera møguligt
at keypa sigarettir í kioskum og øðrum sølustøðum.
Hinvegin haldi eg, at fólk sjálvi mugu avgera, um tey
vilja roykja, og tí skulu tey, sum ynskja tað, kunna
keypa sigarettir á apotekinum. Hetta hava tey tosað um
at gera í Íslandi, og tað er ein loysn, sum mær dámar
væl. Tað týdningarmiklasta er at fáa tað burtur frá
børnum og ungum.
Fólk skulu
sjálvi taka
avgerð
Kinna Poulsen – Selskapsroykjari
Tað skal avgjørt ikki verða bannað at selja sigarettir
í Føroyum. Mær dámar sum heild ikki forboð, og
viðvíkjandi royking, so haldi eg, at tað er nakað, sum
fólk sjálvi mugu avgera. Tíí haldi eg, at mann ístaðin
skal upplýsa fólk um vandarnar, sum standast av
royking. Eg havi eitt nú sæð danskar sjónvarpslýsingar,
sum til dømis vendu sær til veitsluroykjarar, og tað var
nakað, sum ávirkaði meg, sum plagi at roykja, tá eg eri
í veitslu. Um so er, at eitt forboð verður sett, ímyndi
eg mær, at fólk bara fara aðrastaðni sum til dømis til
Danmarkar fyri at roykja, og tá nyttar forboðið lítið.
Setur mann eitt forboð móti sigarettum, so eigur mann
eisini at seta forboð móti øðrum eiturevnum sum til
dømis alkoholi. Vit eiga sjálvi at taka støðu til, hvat
er gott fyri okkum og ikki, og tí gangi eg ikki inn fyri
forboðum.
Fólk eiga
at fáa frið
Halgir Winther Poulsen - Roykjari
Nei, onki skal bannast. Fólk eiga at fáa frið. Vit hava
longu alt ov nógv av slíkum forboðum. Tað er bara at
hyggja seg í kring. Hetta er mín ærliga meing, tí fólk
eiga at fáa frið og sleppa at gera av sjálvi, stutt og greitt.
Dýrt og
trupult at
fáa hendur á
Karsten Hansen - Fyrrverandi roykjari
Eg hevði onki havt ímóti tí, fyri at siga tað soleiðis, men
vit fara at taka tað upp, og mítt uppskot verður ikki
júst at banna sølu av sigarettum, so longi londini kring
okkum hava hetta frammi sum vanliga vøru. Men tað
skal verða dýrt og trupult at fáa hendur á sigarettum.
Eg trúgvi ikki uppá eitt forboð. Eg hugsi serliga um
heilsulig atlit, tá eg úttali meg um hendan spurningin.
Heimurin
ringar royndir
av forboðum
Jørgen Niclasen - Roykjari
Nei, eitt bann er ikki loysnin. Eg samanberi tað við, tá
USA setti bann fyri rúsdrekka. Tað endaði ikki væl,
og enntá spratt mafian burtúr hesum. Upplýsing er
vegurin, og so kunnu fólk sjálvi gera av, tey skulu bara
ikki gera skaða á onnur.
Eg eri ikki tilhangari av slíkum forboðum. Heimurin
hevur ringar royndir av forboðum.