Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Við hesari gongdini, verður ongin føroysk mjólk at fáa um nøkur heilt fá ár. Tað staðfestir Poul Klement­sen, nevnd­ar­for­ mað­ur í Meginfelag Búnað­ ar­man­na, MBM. Hinvegin staðfestir hann eisini, at hann er kortini so mikið bjartskygdur, at hann ivast ikki í, at landsins myndug­leikar fara at vakna og at teir taka tey neyðugu stig­ini so, at føroysk fram­ leiðsla av mjólk ikki dettur niður­fyri. Men hann ásannar, at tað sær ikki gott út. Og hevur tað heldur ikki gjørt í nógv ár, skoytir hann upp í. - Støðan stendur við og vers­nar og nú er støðan hjá bøndr­unum tann, at teir fáa tað ikki at bera til. - Avleiðingin er, at teir hava ikki ráð at halda fjósini og enn minni ráð til at byggja nýtt. - Fjósini eru rættiliga illa far­in, men tað er ikki hugs­ ing­ur um hjá bøndru­num at endurreisa tey aftur. Og tað gongur sjálvandi ikki í longd­ ini, tí so heldur alt upp at av sær sjálvum. Hvør sín veg Poul Klementsen staðfestir, at seinastu nógvu árini hev­ ur gongdin verið tann, at studn­ing­urin til mjólk­ar­ bønd­u­r­nar er alsamt mink­ að­ur. - Í dag er studningurin ein­ar 14-15 milliónir lægri enn hann var fyri einum 15 árum síða­ni. Men samstundis eru útreiðsl­ur­nar alsamt hækk­ að­ar. - Sostatt ganga studn­ing­ ur og prísir hvør sín veg, so tað sær ikki gott út. - Sum støðan er nú, er mjólkarprísurin aftur­úr­ sigld­ur, tá ið hugsað verður um prísin á matvørum annars, men serliga tá ið hugs­að verður um prísin á olju, streymi, fóðuri og øðr­ um vørum og tænastum, sum krevjast fyri at hava mjólk­ar­virki, mjólkneyt og fjós. - Vit hava gjørt okkara ítars­ta fyri at halda prísinum niðri, tó at prísurin er hækk­ að­ur eitt sindur, tá ið oljan og fóð­ur eru dýrkað. - Hinvegin slepst ikki utt­ an um, at upp á seg fær bónd­ in nógv minni mjólkina í dag, enn hann fekk fyri nøkrum fá­um árum síðani. Poul Klementsen sigur, at skuldi ein bóndi fingið tað sama fyri mjólkina í dag, sum hann fekk fyri nøkrum fáum ár­um síðani, skuldi prísurin ver­ið einar tvær krónur hægri fyri liturin. - Fyri nøkrum árum síða­ ni hoyrdu vit nógv um, at mjólk­in í Føroyum var so dýr, at foreldur keyptu heldur børnunum sodavatn, tí tað var so nógv bíligari. - Tað hoyra vit onki um long­ur, nú sodavatnið er tvær ferðir so dýrt, sum mjólk­in, heldur hann fyri. Hann staðfestir eisini, at næst­an hvørja einastu ferð, sam­gongan leggur fíggjarlóg fyri Løgtingið, hevur ætlanin verið at lækka studningin til før­oyska mjólk. - Tað er rættiliga ørkym­ landi, at vit hvørt ár noyðast at brúka so nógva orku upp á at greiða frá, hví studn­ing­ur­ in ikki má lækka. Heldur áttu vit at brúktu orkuna upp á at greitt frá, hví studningurin eigur at hækka so at vit fáa tryggja okkara børnum og fólki­num annars, bíligari mjólk. Tora ikki Nevndarformaðurin í Megin­ felag Búnaðarmanna stað­ fest­ir, at hetta afturvendandi kjakið um at lækka studn­ ingin forðar eisini bøndrum í at gera íløgur. - Ongin torir nakað sum helst, tí bøndurnir hætta sær ikki at gera íløgur í at endur­ reisa fjós, tí vandin lúrir alla tíð­ina fyri, at studningurin fer at lækka, ella enntá verð­ ur avtikin, nær tað skal vera. - Høvdu vit ístaðin fingið eina politiska avtalu um, at lagt studningin í eina fasta legu hesi næstu 10 árini, vistu bøndurnir tað og tað kundi kanska eggja teimum, sum annars hava ráð til tað, at gjørt onkrar íløgur at endur­ reisa fjósini. - Hetta hoyrir ongastaðni heima, sigur Poul Klement­ sen. Og sum støðan er nú, hong­ur ikki saman hjá bøndru­num, sigur hann. - Vit kunnu avtaka studn­ ing­in í dag og so verða øll mjólkneytini dripin í morgin. Men vit kunnu varð­ veita studningin, sum hann er nú og so fánar mjólk­ar­ framleiðslan burtur spaki­ liga, so hvørt sum bóndi eftir bón­da geva skarvin yvir. Sum sæst í hinari talvuni, eru 28 garðar í Føroyum við tilsamans 950 mjólk­ neytum. Sostatt eru í miðal sløk 34 mjólkneyt í hvørjum fjósi og tær mjólkaðu til­ samans 7.393.296 litrar av mjólk. Hvør kúgv mjólkar so­ statt 7.782 litrar um ár­ið og í miðal gevur tað 264.046 litrar av mjólk av hvørj­ um garði. Hvør kúgva mjólkar nú mun­andi meiri enn fyrr. Fyrr mjólkaði ein kúgv kanska 2000-3000 litrar um árið, so í dag mjólkar hon kanska tríggjar ferðir so nógv. Gongdin hevur heilt lein­gi verið tann, at garð­ ar­nir verða færri, men størri, og at alsamt meiri mjólk fæst undan hvørjari kúgv. Fyri 40 árum síðani vóru bara 3,3 kýr í mið­ al á hvørjum garði og tá vóru eisini 152 garð­ar í landinum við mjólk­neyt­ um. 7.782 litrar Um fá ár er ongin føroysk mjólk eftir FØROYSK MJÓLK Spurningurin er um vit skulu doyggja í dag, ella um vit skulu doyggja spakiliga, heldur nevndarformaðurin í Mjólkarvirki Búnaðarmanna Í dag er studningurin einar 14-15 milliónir lægri enn hann var fyri einum 15 árum síðani Ongin torir nakað sum helst Skuldi ein bóndi fingið tað sama fyri mjólkina í dag, sum hann fekk fyri nøkrum fáum árum síðani, skuldi prísurin á mjólk verið einar tvær krónur hægri fyri liturin og nú fáa bøndurnir ikki longur roknistykkið at ganga upp Savnsmynd