mikudagur 18. juli 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tá ið Mjólkarvirkið Búnað
armanna varð stovnað, var
endamálið at vit skulu vera
sjálvbjargin við mjólk og
mjólkarúrdráttum.
Tað staðfestir Poul Kle
mentsen, nevndarformaður
í Meginfelag Búnaðarmanna.
- Verður alt knúsað niður
aftur eftir góð 30 ár, haldi eg,
at tað hevði verið spell, legg
ur hann afturat.
Hann sipar til hina grein
ina, har hann heldur, at út
litini fyri føroyskari mjólk í
framtíðini eru døpur.
Men er nakað í vegin fyri,
at innflyta mjólk til Føroya
úr Danmark ella Íslandi, har
hon er væl bíligari.
- Sum so er onki í vegin
fyri tí og tann mjólkin hevði
neyvan verið dýrari at keypt
í Føroyum, hóast tú leggur
flutningskostnaðin afturat,
sigur Poul Klementsen
- Hinvegin hevði hon
neyvan heldur verið stórt
bíligari, leggur hann afturat.
Men hann reisir kortini
tveir avgerðandi spurningar
í hesum sambandi.
Eitt er leveringstrygdin.
- Hvat gera vit, tá ið farma
skipið er seinkað av óveðri,
tekniskum
trupulleikum,
verkfalli, ella hvørjum, tað
skal vera, spyr Poul Klem
entsen?
- Skal tað so ikki bera
til at fáa ein mjólkardropa
í landinum í dagavís, spyr
hann aftur.
Stórt spell
Men tað veldst eisini um,
hvat myndugleikarnir vilja.
- Tá ið Mjólkarvirkið
Búnaðarmanna varð stovn
að, var tí, at tað var eitt po
litiskt mál, at vit skuldu vera
sjálvbjargin við mjólk og tað
eru vit nú blivin.
- Verður alt knúsað niður
aftur eftir góð 30 ár, haldi eg,
at tað hevði verið spell.
Annars kann ongin nokta
nøkrum at innflyta mjólk og
tað koma smærri nøgdir av
útlendskari mjólk til landið
hvørja viku.
- Støðan í okkara granna-
londum er eisini tann, at tað
er við at verða trot á land
búnaðarvørum og eg vænti
ikki, at okkara grannalond
fara at útflyta landbúnað
arvørurin, fyrrenn tørvurin
hjá heimamarknaðinum er
nøktaður.
-
Tí
er
heldur
ikki
væntandi, at landbúnaðar
vørur verða verandi so bílig
ar, sum tær eru nú, serliga
ikki hjá londum, sum ikki
hava sín egna landbúnað.
- Har er Grønlands eitt
gott dømi. Vanlig drekki
mjólk er næstan ikki til at fáa
fatur á, og tá ið hon onkuntíð
er at fáa, kostar hon einar 20
krónur liturin. Annars er
næstan bara ”long Life” mjólk
at fáa.
Stuðul til fólkið
Men føroyska mjólkin er dýr
og fær nógvan studning. Hví
halda lív í eini vinnu, sum
ikki klárar seg uttan at fáa
studning? Og hví halda lív í
eini føroyskari vøru, sum er
tvær ferðir so dýr, sum tann
danska ella íslendska?
- Studningurin er ein
studningurin til forbrúkaran
burtur av so at fólkið kann
fáa mjólkina bíligari enn hon
annars hevði verið.
- Einasta orsøk til, at
mjólkin í okkara grannalond
um er so nógv bíligari er tí at
studningurin er nógv hægri.
- Tað er onki land í
heiminum, sum ikki veitir
landbúnaðinum
nógvan
studning, so støðan í Føroy
um er als ikki eindømi. Tvørt
ur ímóti er studningurin til
føroyska landbúnaðin nógv
lægri enn studningurin er
til landbúnaðin í okkara
grannalondum.
Poul Klementsen stað
festir kortini, at við tú veður
lagi, vit hava, er tað eisini
nógv bíligari at hava neyt
og at útvega fóður í okkara
grannalondum.
Poul Klementsen sigur,
at fyri størsta partin er prís
urin av mjólk bundin at
viðurskiftum, tey í Mjólka
virki búnaðarmanna, bønd
urnir vit føroyingar, sum
heilt, einki fáa gjørt við.
Hann hugsar um prísin á
olju og kraftfóðuri.
Í løtuni er stóri spurning
urin, hvønn veg prísurin fer.
Verður oljan bíligari, ávirkar
tað beinanvegin prísin á
kraftfóðuri og tað kann
eisini ávirka prísin á streymi
og so verður mjólkin bíligari
at framleiða.
- Men vit eru eisini í teirri
støðu, at stórir kornbóndur
úti í heimi hava varnast, at
teir fáa meiri burtur úr at
velta korn til brennievni enn
til mjøl og kraftfóður.
- Sostatt minkar fram
leiðslan av mjøli og kraft
fóðuri og tað ávirkar prísin,
sigur Poul Klementsen.
Færri garðar og meiri mjólk
Hendan talvan vísir gongdina hjá Mjólkarvirkinum síðani 1989. Tað sæst, at í 1989 vóru
heilir 98 garðar, sum tilsamans lótu 5.450.988 litrar av mjólk, men í fjør eru garðarnir
bara 28 í tali, men teir lata nógv meiri mjólk, tilsamans 7.393.296 litrar. Sostatt er gongdin
tann, at garðarnir verða nógv færri og størri, men hvør kúgvin mjólkar eisini munandi
meir. Í dag eru eini 950 mjólkneyt í landinum.
Garðar:
Nøgd av mjólk
1989
95
5.450.988
1992
89
6.699.373
1996
81
6.112.969
2001
69
7.032.763
2007
40
7.272.291
2011
28
7.393.296
Tað hevði
verið spell
FØROYSK MJÓLK Fyri so vítt er onki í vegin fyri
at drepa øll mjólkneyt í Føroyum og innflyta
mjólkina. Men tað hevði verið spell, heldur
Poul Klementsen, nevndarformaður í MBM