Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lítil munur á fiski og festivali - Tað er ikki tann stóri munurin á at selja fisk og ein festival, tí í báðum førum snýr tað seg um at gera tað, sum er best fyri fyritøkuna. Soleiðis sigur Janus Rasmussen, sum komandi dagarnar er stjóri hjá útvið 1000 fólkum, sum arbeiða fyri G! Festivalin Rannvá G. Fossaberg Hann hevur landað, koyrt trukk, verið stjóri á Bergfrost og Faroe Bunk­ers, virkisleiðari á fiska­virki­ num í Gøtu, fram­leiðslu­leiðari á Aluplast, og so hev­ur hann altíð verið sera virk­in innan fótbólts­ felagið, sum stend­ur hjartanum nær­mast. - Eg havi roynt alt frá at bera stólar fyri ítróttarfeløg til at vera stjóri, men leiðsla er tað, eg trívist best í, sigur 47 ára gamli gøtu­ maðurin, sum í fjør bleiv sett­ur sum stjóri á tón­leika­festi­vali­num G!. Hóast hann als ongar royndir hevur innan tónleikaøkið, heldur hann, at lívsroyndirnar hava givið honum neyðugu førleikarnar til at standa á odda fyri einum av Føroya størsta tónleikafestivali. Stjórastarvið er gevandi Janus Rasmussen tók við sum stjóri á G! Festivalinum í mai mán­aði seinasta ár, og hann treiv­ st so mikið væl í stjóra­sessi­num, at hann valdi at halda fram sum stjóri, tá festivalurin í 2011 var far­ in afturum. - Mær dámar væl tónleik, men serliga er tað upprunin til festivalin og sjálvur andin, ið tiltalar meg, tí hetta er eitt um­hvørvið, har tað bara gevur mein­ing at arbeiða frameftir, sig­ur Janus Rasmussen. Øll tey ellivu árini, G! Festivalurin hevur verið, hevur Janus Rasmussen onkur­s­vegna verið partur av tón­leika­tiltakinum, uttan tvey ár, har tað ikki hevur borið til hjá honum at luttikið. So hóast tón­leikaroyndirnar eru lítlar og ongar, kennur hann seg tryggan í tí umhvørvinum, hann sum festivalstjóri ferðast í. - Eg kenni so at siga øll fólk­ ini, ið eru knýtt at G!, og av tí eg á ymsan hátt havi tikið lut í festivalinum øll hesi ár­ini, veit eg rættiliga væl, hvussu tingini hanga saman, sig­ur Janus Rasmussen. Ein av høvuðs­or­ søku­num, til at Janus fyrra árið takk­aði ja til stjóra­starvið hjá G! Festi­valinum, var tann, at hann ynsk­ir at vera við til at menna før­oyskt tónleikalív. - G! Festivalurin hevur sín upp­ runa í tónleikasamtakinum Grót, sum byrjaði fyri eini 15 árum síða­ ni og hevði ein heilt serstakan anda í sær. Eg vil gjarna vera við til at skapa eitt umhvørvi, har tónleikurin kann spíra og ikki minst vera ein aktivur sam­felags­ bólkur. Fyri meg er tað eitt ótrú­ liga gevandi arbeiði. Fyritøkan skal hanga saman Stjórasessurin á G! er eitt starv, sum Janus Rasmussen røkir alt ár­ið, tí uppgávurnar eru ikki so fá­ar í tali. - Høvuðsuppgávan hjá mær er at systematisera tingini, tað vil siga, at eg skal fáa fyritøkuna at hanga saman upp á fleiri mát­ar. Á øllum stórum virkjum og fyri­ tøk­um hevur mann ofta deild­ir, soleiðis at arbeiðið verður skip­ að í ymsar eindir, og soleiðis er eisini við G! Festivalinum, greið­ir Janus Rasmussen frá. Eini fimm til tíggju fólk eru knýtt at festi­ vali­num alt árið, og ta vikuna, festi­val­urin er, eru útvið 1000 fólk, sum onkursvegna arbeiða á festivalinum. Men tað ræðir á ong­an hátt stjóran. - Hetta er ein stór logistisk upp­gáva, og hóast eg havi flest fólk undir mær í teimum døgu­ num, festivalurin er, er tað tá, eg havi minst at gera, tí tá skal alt bara koyra og vera und­ir kontrol, sig­ur Janus Ras­mus­sen. Hann dylir ikki, at størsta av­bjóð­ingin sum stjóri er at fáa tón­leika­upp­ liv­ing­ina og fíggjar­støðu­na at ganga upp í eina hægri eind. - Upplivingin skal helst verða aftur­vendandi, og tí nyttar ikki, at fólk fáa fantastiskar tón­leika­upp­ liv­ing­ar á G!, men at festivalurin so ikki verður aftur, sigur Janus Ras­mus­sen avgjørdur og heldur fram: - Sjálvandi kundi eg hugsað mær, at vit høvdu 20 toppnøvn, men við fíggjarligu karmunum, sum eru, er hetta als ikki real­ist­ iskt. Lívsroyndirnar verða brúktar Fyri Janus Rasmussen er ikki stór­vegis munur á at sita á ovastu rók á eitt nú eini oljugoymslu ella fiska­virki og einum festivali, tí sambært Janusi Rasmussen snýr tað seg um somu grundvirðini. Tí kann hann eisini brúka tær roynd­ir­nar, sum hann hevur frá arbeiðs­lívinum. - Fyrst og fremst skal eg skapa álit inneftir og úteftir. Har­aftur­ at skalt tú sum stjóri so at siga framelska teir førleikarnar, sum eru í fyritøkuni. Tú skalt geva fólk­unum heimild til at kun­ na virka frítt innan fyri teir kar­mar, sum nevnd og stjórn geva. Her hugsi eg ser­liga um fíggjarviðurskifti og kon­sept­ið sum heild, sigur Janus Ras­mus­ sen. Navnið Janus Rasmussen er ikki einans kent í vinnulívinum. Ser­liga í 90-árunum var Janus Ras­mussen fastur leikari á besta liðnum hjá GÍ, og so hevur hann eisini spælt tíggju altjóða skrá­ settar landsdystir fyri føroyska A-landsliðið í fótbólti. Í løtuni er hann ungdómsvenjari hjá Víkingi og venur eisini U16. Royndirnar, hann hevur frá fótbóltinum, verða eisini nýttar, tá hann er stjóri á G! Festivalinum. - Frá fótbóltinum eri eg vanur við at vera í pressaðum støðum, har tú skalt taka skjótar avgerðir, og tað er avgjørt nakað, eg kann brúka í hesum starvinum á G! Festi­valinum, sigur Janus Ras­ mus­sen og leggur afturat, at hann ikki er nervøsur men meira spent­ ur, tá G! Festivalurin er. - Nakrar vikur áðrenn festi­ val­uri­n fer av bakkastokki, eri eg ógvuliga spentur, um alt fer at eyd­n­ast, og tá hugsi eg nógv um tær seinastu inntøkurnar, sum skulu til, fyri at hetta kann blíva ordi­liga stuttligt. Fólk skulu hava eina meining At standa á odda fyri einum so stór­um tónleikatiltaki sum G! merk­ir eisini, at tú til tíðir fært ábreiðslur og atfinningar frá fólki, sum eru ónøgd við eitthvørt, ið hevur við festivalin at gera. Men tað er ikki nakað, sum Janus Ras­mus­sen missir svøvnin av. - Sjálvandi verður mann ávirk­ að­ur og hugsar um tað, sum fólk siga. Hinvegin so haldi eg, at fólk skulu hava loyvi til at hava eina mein­ing um G!, eisini tey fólkini, ið eru ónøgd við okkurt í viðvíkur festi­vali­num. Grundhugsjónin aft­an fyri G! er jú tann, at fólk skulu kunna siga sína hugsan út frá vanligum fólkaligum viður­ skift­um. Tað eru júst hesar hugsa­ nir­nar, sum skapa rúmið, har G! Festi­val­ur­in eksisterar, sigur Jan­ us Rasmussen. Nakað, sum tey flestu hava eina meining um hvørt ár, er tón­ leika­skráin á festivalinum. Men hana hevur Janus Rasmussen fyri so vítt einki við at gera. - Tað er soleiðis, at tá farið verð­ur undir fyrstu fyri­reik­ing­ ar­nar, ger leiðslubólkurin eina fíggjar­ætlan. Tónleikastjórin fær so heimild til at brúka eina ávísa upphædd til at leggja eina skrá eftir, og eftir míni meting ger hann tað heilt suverent væl, sigur Janus Ras­mussen, og vísir á Jón Tyril, sum er tónleikastjóri á G! Festivalinum. Tað er í morgin at G! Festi­val­ urin 2012 veruliga byrjar, og hóast Janus Rasmussen, frá í dag av og til festivalurin er liðugur, hevur umleið 1000 fólk undir sær, ætlar hann sær so vítt til ber at njóta festi­val­in og spáka millum hinar festivalgestirnar. - Mín uppgáva skal vera liðug nú, so gongur alt, sum tað skal, eigi eg at kunna lena meg aftur og njóta tónleikin, sig­ur Janus Rasmussen, sum ikki dylir, at hann stórtrívist sum stjóri á G!. - Mær dámar hetta so mik­ið væl, at eg havi avgjørt eitt ynski um at kunna halda fram sum stjóri á G! Festi­vali­num komandi árini, sigur Jan­us Rasmussen. rannva@sos.fo í meldrinum