Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Í kjalarvørrinum av nógvu um­røðuni, sum pedofilmál hava fingið í Føroyum sein­ astu tíðina, hava vit vent okkum til ÍSF fyri at vita, hvør politikkurin hjá sam­ band­i­num er á hesum øki. - Vit hava ikki nakra ítøki­ liga reglugerð á økinum, men vit hava eina vegleiðing, sum vit mæla feløgunum til at fylgja, sigur Petur Elias Peter­sen, ÍSF-forseti. Londini rundan um okk­ um hava reglugerðir á øki­ num, og hesum fylgir ÍSF. - Vit royna at tryggja okk­um, at útlendingar, sum koma í starv hjá feløgum undir ÍSF, skulu vísa eina so­ kall­aða barnaváttan. Tað vil siga eina revsiváttan, sum er rein, sigur Petur Elias Peter­ sen. Hetta er tó bert galdandi fyri útlendingar, sum koma til Føroya at verða venjarar. - Fyri føroyingar hava vit ikki kravt nakra slíka váttan, sig­ur ÍSF-forsetin. Hetta hevur eina einfalda or­søk. - Tað er – tíverri, kann ein siga – so fá, sum eru meldað og harvið dømd, at ein blonk vátt­an er at meta sum ein falsk­ur tryggleiki. Tí hava vit roynt at arbeitt uttan um hetta við at senda út ein dansk­an faldara um evni til feløg­ini, har greitt verður frá, hvussu ein skal fyrihalda seg sum leiðari, sigur Petur Elias Peter­sen. Málið hevur ikki verið dult burtur í ÍSF. - Hetta er uppi og vendir við jøvnum millumbili, og hetta er eisini eitt mál, sum vit taka sera álvarsamt, og tí er hetta eisini eitt evni, vit taka upp, tá vit vitja runt um hjá feløgunum. Hetta, hvussu vit fyribyrgja, at slík­ir persónar fáa fótafesti í feløg­unum, sigur Petur Elias Petersen. Einki ítøkiligt dømi Men tað, at so fáir føroyingar eru meldaðir og harvið dømd­ir fyri kynsligan ágang móti børnum, ger ikki eina slíka váttan verri fyri tað. - Ein slík váttan er í hvussu er ikki eitt verri doku­ment, men við tað at so fáir føroyingar eru meldaðir og dømdir, er tað kanska ein falskur tryggleiki, at øll koma við einari blankari revsi­vátt­ an, sigur Petu Elias Petersen. Hann sigur, at um tað skuldi víst seg, at kynsligur ágang­ur fer fram í einum felag, so verður roknað við, at onnur fólk í felagnum rea­ gera. - Men sjálvandi vóna vit, at slíkt ikki hendir, sigur Pet­ ur Elias Petersen. ÍSF hevur kortini ikki nakað ítøkiligt dømi um, at kyns­lig misnýtsla er farin fram í feløgunum. - Nei, einki ítøkiligt dømi. Tað hava verið dømi um, at per­són­ar eru blivnir burtur úr onkrum felag, áðfrenn teir eru meldaðir, sigur Petur Elias Petersen. ÍSF-forsetin skrivaði sjálv­ur eitt skjal hesum við­ víkj­andi fyri einum tveimum ár­um síðani. - Tað var í sambandi við, at landsstýriskvinnan í innlendismálum, og har­viði lógarmálum, hevði ætlan­ir um at innføra slíkar revsi­ vátt­an­ir. Og tað kann tykjast óheppi, at vit eru einasta land­ið, sum ikki hava slíkar revsi­vátt­anir kravdar, sigu Pet­ur Elias Petersen. Men hann heldur, at talan kann bæði verða um fyri­ munir og vansar. - Men er tað soleiðis, at land­ið fer at krevja slíkar váttanir, fara vit sjálvandi at liva upp til tey krøvini, og tað søgdu vit eisini í tí skriv­ inum, sum vit sendu út í juli mán­aða 2010, sigur Petur Elias Petersen. Ungdómsráðgevarar Men hóast ÍSF ikki kennir til nakað ítøkiligt dømi um kyns­ligan ágang á børn inn­ an ítrótt, merkir tað ikki, at Før­oyar eru fríar fyri slíkar trupul­leikar. - Nei, bæði og. Vi eru eitt lítið samfelag, og vit heita í hvus­su er á feløg, ið seta fólk í starv úr útlandinum, um at krevja reinar revsiváttanir. Vit eru av teirr áskoðan, at í ítrótti skulu øll hava trygg kor og viðurskifti at venja í, og tað er okkara uppgáva at bera so ðí bandi, at vit hava trygg kor, sigu Petur Elias Peter­sen. Hetta er eitt mál, sum fokus alla tíðina er á. - Hetta er eitt álvarsmál, har vit alla tíðina fylgja við, tí hetta kann hava álvarsligar av­leið­ingar fyri ung, sgu Pet­ ur Elias Petersen. Hann vísir á, at ÍSF hevur tveir ungdómsráðgevarar, sum alla tíðina eru til reiðar at hjálpa feløgunum. - Okkara ung­dóms­ráð­ gev­ar­ar eru atíð til reiðar við góð­um ráðum til feløgini, og júst kynsligur ágangur er eitt øki, sum vit leggja stóran dent á at forða fyri, sigur Petu Elias Petersen. Hann sigur, at ÍSF staði­ liga mælir øllum ung­dóms­ leiðar­um og venjarum til, altíð at vera tvey saman, og ongan­tíð fara í brúsu einsa­ mallir við teimum ungu. - Tað er so skjótt, at okkurt kann verða lopið út í orð, og tá er tað av stórum týdningi, at tað eru tveir venjarar, sum kunnu bakka hvønn ann­ an upp, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti. Blonk váttan falskur tryggleiki Pedofili Tað finst ikki nøkur reglugerð sum so innan ÍSF, men sambandið heldur seg til eina vegleiðing, sum tekur støði í danskari reglugerð, tá tað kemur til kynsligan ágang móti børnum Av tí at so fá eru meldað og harvið dømd, kann ein blonk barnaváttan saktans verða ein falskur tryggleiki, heldur ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen ísf Tilvildarlig mynd