Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Mannagongdirnar hjá Tórs­ havn­ar kommunu eu rími­ liga greiðar, tá fólk verða sett í starv. - Tað er tað vanliga, tá tú set­ur fólk í starv. Tú hevur um­sóknir, og so er tað, hvussu skikkað fólk eru, ið ger av, hvør fær starvið. Tá tað kemur til størv, sum hava við børn at gera, er tað umráðandi, at fáa fólk, ið duga tað, tí vit hava sum kommuna ábyrgd av børn­ unum, so leingi tey eru ástovninum ella til ans­ing, sigur Jóan Petur Hentze, truvn­að­ar­leiðari hjá Tórs­ havn­ar kommunu, Tá tað kemur til fólk, sum hava forbrotið seg móti børn­um, er støðan ógreið. - Tann møguleikan fyri at krevja eina revsiváttan, hava vit ikki í Føroyum. Vit hava tosað um at fáa eina manna­gongd, sum er trygg, eisini mótvegis teimum, sum søkja, men hetta vísi seg at vra trupult, tá einki lógar­grund­ar­lag er, sigur Jóan Petu Hentze. Í Danmark er lógin øðr­ vísi. - Niðri hevur tú eitt lógar­grund­arlag sum letur upp fyri, at tú í hvussu er kanst fáa fatur á teimum upp­lýs­ing­unum, men tað ber sum nevnt ikki til í Føroyum. So tá tað kemur til starvssetanir, verð­ur tal­an um vanligar manna­ gongdir, umframt at leiðsl­an sjálvandi hevur eitt eyg­að við starvsfólkunum, sig­ur Jóan Petur Hentze. Ring at verja seg Men at hava eyga við starvs­ fólk­unum skal sjálvandi skilj­ast rætt. - Vit hava góðar leiðarar, og vit hava góð starvsfólk, og vit merkja ikki, at vit hava trupulleikar við ágangi móti børnum, og eg kenni so ikki nakað dømi frá mínari tíð í kommununi, sigur Jóan Pet­ur Hentze. Sum eina fyribyrging held­ur kommunan javnan skeið og ráðgeving fyri leiðar­um og starvsfólki inn­ an hetta øki, og tað er so ein máti at gera tað upp á. - Tá tað kemur til barna­ vátt­an er talan um eina til­ gongd, har tað verður lúkað burt­ur úr umsøkjarum, sum hava ein dóm. Og talan verð­ ur eisini um at ræða summi frá at søkja, men tú fær ikki vart teg hundrað prosent, tí tann, sum ikki er dømdur, er ikki á nøkrum lista, sigur Jóan Petur Hentze. Hann heldur, at tað hevði verið ein bati í at havt barna­váttanir. - Eg haldi, at tað hevði ver­ið ein hjálp, og hvørja ferð slík mál reisa seg, har børn hava verið úti fyri kyns­lig­um ágangi, so verður spurn­ingu­rin reistur. Hann hevur eisini verið reistur niðri, og lóg­gáv­an er eisini stramm­að upp, so kom ein slík lóg í Føroyum, hevði tað eisini ver­ið eitt signal til kom­mun­ur­nar um, at stram­ma upp um slíkar starvs­setan­ar, sigur Jóan Petur Hent­ze. Men hóast hetta hevði ver­ið ein verja, so hevði tað ikki verið ein fullkomin verja, og tað er nakað, ið neyðugt verð­ur at hava í huga. Kennir einki dømi Og so frægt hann veit, finst einki dømi um, at trupulleiki hev­ur verið við kynsligum ágangi á ansingarstovnum í kom­mun­uni. - Nei, ikki starvsfólk á kom­mu­nala økinum, ikki sum eg kenni til. Tað, sum kjak­ið stendur um er, at børn­ini eru jú ikki bert á stovnunum gjøgnum dag­ in, men eru eisini við í tí frí­tíð­ar­virk­semi, sum er. Og eg veit, at eisini ÍSF hevur arbeitt á tí økinum, og tað saman er gald­andi nirði, at fá tú setur ein ung­dóms­ venjara, krevst eisi­ni ein barnaváttan, sigur Jóan Petur Hentze. Tí hevði ein lóg um barna­ váttan ikki fevnt um kom­mu­ nala starvsøkið einans. - Hetta kundi fevnt um skúl­ar og líknandi eisini, men eg kenni so einki til, at vit hava havt eitt mál av slíkum slag her í kommununi. Ikki í mínari tíð í hvussu er, sig­ur Jóan Petur Hentze, trivn­að­ar­leið­ ari í Tórshavnar kom­mu­nu. Barnaváttan hevði verið ein hjálp BARNAVÁTTAN Men hóast hetta hevði verið ein verja, so hevði tað ikki verið ein fullkomin verja, og tað er nakað, ið neyðugt verður at hava í huga, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarleiðari í Tórshavnar kommunu Trivnaðarstjóranum vitandi finst einki dømi, har starvsfólk í ansingini hava gjørt seg kynsliga inn á børn í kommununi kommuna Eitt offur er eitt offur ov nógv Føroyska kirkjan hevur ikki skrivað sínar egnu reglugerðir, tá tað snýr seg um kynsligan ágang móti børnum, men vil til einahvørja tíð fylgja lógum landsins, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur Leo Poulsen Tá spurningurin um kyns­ ligan ágang móti børnum tók seg upp í grannalondunum, tók bispur eisini málið upp av sínum eintingum. – Eg viðgjørdi málið inn­an­hýsis á skrivstovuni saman við dómpróvstinum. Vit umrøddu málið, sum vit taka í allarstørsta álvara, men enn er tað ikki komið har­til, at vit hava skrivað eina reglugerð á økinum, sig­ ur Jógvan Fríðriksson, bisp­ ur. Hann sigur, at al­menni politikkurin á økin­um er politikkurin hjá fólka­kirkj­ uni. – Tað er sum nevnt eingin reglugerð feld á blað, men hetta er ein spurningur, sum kirkjan tekur í størsta álvara, sigur Jógvan Fríðriksson. Í seinastuni hava fleiri bólkar og feløg tikið seg upp, sum hava til endamáls at verja børnini, og eisini kirkjan hevu verið sjónlig á øki­num. – Vit vóru við 17. mai 2010, tá KRIS skipaði fyri ein­ um evnisdegi um kyns­liga misnýtslu av børnum. Hetta var í Kelduni í Skála­firði, og har vóru vit við, dóm­próvst­ urin eisini. Har var hetta mál umrøtt, og hetta er eitt mál, sum kirkjan tek­ur í størsta álvara og fylgir væl við í, sigur Jógvan Fríð­riks­son. Umframt konfirmantar, so kemur kirkjan nógv í sam­ band við børn og ung. – Vónandi hava vit eitt liðiligt samband við bæði børn og ung. Tað veri seg óbeinleiðis gjøgnum kirkju­ fólkið í ítróttafeløgum og øðr­um manngóðum fe­lags­ skapum. Kirkjan er ikki einans eitt hús við ein­um torni, men eitt stað, har kirkju­ fólkið vitjar, og kirkjufólkið kemur jú rættiliga tætt upp at børnunum, sigur Jógvan Fríðriksson. Einki lítið mál Tað er eingin loyna, at katólska kirkjan javnan hev­ ur trupulleikar av prest­um, sum gera og hava gjørt seg kyns­liga inn á børn, men hetta er ikki eitt katólskt ser­dømi. – Tá vit fylgja við í lesnað uttanlands so vita vit, at skuldsetingar hava verið frammi móti prestum, bæði í luthersku kirkjuni og í fríkirkjum. Tað er so lætt hjá okkum, sum standa uttan fyri katólsku kirkjna at siga, at hetta er ett serkatólskt fyribrigdi, men tað er tað ikki, sigur Jógvan Fríðriksson. Hann sigur, at talan er um eitt almenniskjaligt fyri­ brigdi, sum kann raka allar kikjur og samkomur. – Og tað rakar eisini tey, sum als einki vilja hava við nakra kirkju at gera, so talan er um eitt alment fyribrigdi, har tað ikki er nóg mikið hjá okkum at vaska hendur, sigur Jógvan Fríðriksson. Spurningurin um kyns­ lig­an ágang móti børnum hev­ur verið nógv frammi í sein­astuni. – Tað, sum eg haldi vera keðiligt í tí sambandi er, at vit siga hetta vera eitt lítið mál, men eitt offur í hesum sambandi er eitt off­ ur ov nógv. Og um tað so bert skuldi verið eitt dømi í Føroyum um hetta, so hevði tað verið eitt dømi ov nógv, sigur Jógvan Fríðriksson. Revsiváttan Bispur sigur, at tá slíkt hendir, fær tað stórar avleiðingar. – Tað fær avleiðingar fyri tann, ið offur er, og tað fær avleiðingar fyri familju og umhvørvi. Og tað fær eisini avleiðingar fyri tann, ið sekur er, sigur Jógvan Fríðriksson. Sjálvur hevur hann eisini eina meining um málið í síni heild. – Hetta skal standa fyri mína egnu rokning, men eg haldi persónliga, at tað er óheppi í einum so lítlum landi, at fólk verða gjørd sek, sum eru ósek, meðan eingin fær eyga á tey seku, sigur Jógvan Fríðriksson. Hann er tí fyri, at treytir verða settar við, tá fólk verða sett í starv. – Tá tað kemur til starvs­ setan í fólkakirkjuni átti at verið farið til eina revsi­ váttan, tí tá ber til at síggja, at hesin hevur góð kort á hondini og kann tí setast í starv, og hesin hevur ikki góð kort á hondini, sigur Jógvan Fríðriksson. Hann sigur, at vit liva í ein­um rættarsamfelagi, og tí er tað týdningarmikið, at kirkjan ikki ger seg til eitt yvir­vald. – At fólkakirkjan ger nýtslu av teimum ráðum og nevndum og í síðsta enda dómsvaldinum er í lagi, men kirkjan skal ikki gera seg til yvir­dómara fyri nøkrum, sigur Jógvan Fríðriksson, bisp­ur. Kirkjan má vera á varðhaldi, tí kynsligur ágangur móti børnum er einki serkatólskt fyribrigdi, sigu bispur