mikudagur 18. juli 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Fríggjadagin 20. juli 2012 eru
áttati ár liðin, síðan mamma
mín Malvina á Dunga var
borðin í heim í Hvalba.
Mamma er dóttir Jákup
Poulsen,
eisini
kallaður
Jákup á Skalla í Hvalba og
Annu Bjarnadóttir úr Havn.
Omma og abbi fingu 6 børn;
Gudmund, Tordis, Poul, Mal
vinu, Torleif og Torkil.
Á Skallanum í Hvalba,
vuksu mamma og systkin
hennara upp í einum góðum
og tryggum heimið. Hon
gekk í skúla og annars hjálpti
hon til við øllum tí húsliga.
Vanligt var tá í tíðini at hava
húsdjór, og so var eisini
hjá teimum. Kúgvin skuldi
mjólkast og seyður, hønur,
dunnur passast, eins og tað
bleiv velt eplir og hoyggja á
hvørjum árið.
Sum 15 ára gomul fer
mamma til Havnar at ar
beiða í húsplássið. Seinni
arbeiddi hon í handlinum hjá
Heinesen, hjá Aage Dahl og í
handlinum hjá Ólavi Lamba
og síðan arbeiddi hon í tólv
ár hjá Poul Hansen, heilsølu.
Familjan átti eini hús á Dokt
aragrund úti á Reyni, og har
búði hon, saman við systir
sínari Tordis.
Hon íðkaði hondbolt við
Neistanum og tær vunnu
mong
meistarheitir
við
mammu sum málverja. Tær
sum tá myndaðu Neistaliðið
síðst í 50-inum saman við
mammu, vóru; Malan Joen
sen, Martha Hansen, Her
borg Davidsen, Hilda Lambá,
Turið Horn, Oluffa Bjørgvin,
Gunhild Hentze og venjari
var Alfred Dahl, eisini kall
aður Beiggin. Mamma og
Sára Skylv Hansen, vóru
sera væl og stuðlaði hvørjari
aðrari nógv hesi árini í Neist
anum. Sára var á mangan
hátt ein fyrimynd fyri Neist
an, hon var stór og sterk og
ein framúrskarandi hond
bóltsleikari, men var eitt
sindur eldri og var tí ikki við
á hesum liðnum.
Í 1950 var Neistin í Noreg
á minniligari ferð. Her fekk
mamma hugskotið, at keypa
Neistanum sítt egna flagg.
Flaggið veitraði fyri Neistan á
fyrsta sinni í 1952, og hon bær
ta sjálv á Ólavsøku øll árini
hon spældi við Neistanum.
Mamma gavst at spæla
hondbólt á høgum støði í
1961, men tvær ferðir seinni
kom hon tó at standa í neista
málinum. Einaferð varð skip
að fyri oldgirlsdysti millum
Neistan og Kyndil, og eisini tá
ið Gundadalshøllin varð tikin
í nýtslu í 1984, spældu tær ein
sokallaðan uppvísningardyst
ímóti Kyndli.
Um somu tíð, tá ið mamma
flutti til Hanvar at búgva,
møtti hon babba, Niclas
Johan Mikkelsen. Tey giftust í
1955, og fingu sær eftirnavnið
á Dunga, og bygdu sær hús
á Dalavegnum. Eftir hetta
fingu tey bæði 4 børn. Tá
ið næsta barnið kom, vældi
mamma at arbeiða heima.
Vit eru 4 systrar. Anna fødd
í 1955, Bryndis fødd í 1961,
Unnur fødd í 1963 og Káru
fødd í 1967.
Tey bæði góðu okkum ein
góðan og tryggan uppvøkstur.
Mamma helt hús, og var um
okkum allan dagin, meðan
babba arbeiddi sum leiðari
á Líkningardeildini hjá Tórs
havnar
kommunu.
Hann
var eisini politiskt akktivur
og loysingarmaður, og bleiv
vældur inn fyri Tjóveldið
í Býráðið frá 1965- 1968, og
virkaði í hesu setuni eisini
sum varaborgarstjóri.
Tey høvdu eina stóra trøð
við Dalavegin, sum skuldi
røkjast. Her hvødu vit børn
nógvar ríkar løtur saman við
okkara foreldrum. Vit vóru
settar til ymiskar uppgávur,
alt eftir førimuni. Tað bleiv
hoyggjað, velt eplir, taðað og
brent deyðagras á hvørjum
árið. Herumframt høvdu vit
seyð, gæs og hønur.
Mamma hevði úr at gera
bæði inni og úti hvønn tann
einasta dag, hon dugdi væl at
hugna um heimið, okkum og
ikki minst um babba. Nú eg
siti og skrivi, renna minnini
framm fyri mær, hvussu
stóran týðning tað hevði
at hon var heima, tá ið vit
komu heim eftir skúla. Tá var
millimálið á borðinum og vit
fingu nýbakað franskbreyð
við røregg, pannukøkur, ella
okkurt heilt annað. Løtan var
okkara, og her fingu vit loyvi
at tosa, meðan hon lurtaði.
Hon er fødd við góðum
bindigávum, og dugir sera
væl at binda. Hon bandt
troyggir, sokkar, vøttir, húgvir
á okkum og á onnur. Eg havi
ikki tal á hvussu nógvar
troyggjur hon hevur bundið
til tann føroyska búnan, men
tær eru heilt nógvar. Hon
er sera væl gjørd og væl úr
hondum greidd.
Vit vuksu til og tí fór
mamma út at arbeiða mið
skeiðis í 70-inum saman við
beiggja sínum Gudmundi.
Tey laðaðu grótgarðar saman.
Hetta arbeiði dámdi mammu
væl, sjálvt um hetta ikki var
vanligt konufólkaarbeiði. Tey
laðaðu garðar og steinsettu
tún. Millum annað laðaðu
tey við- og rundanum Norð
urlandahúsið, SMS, Lágar
garð og springvatnið á Káta
horninum. Aftur her kom
hennar fína handalag til
sjóndar. Hon gavst at laða
fyri 15 árum síðani.
Lívið hevur ikki altið verði
so lætt fyri mammu. Babba
gjørdist sjúkur, bert 49 ára
gamal, og andaðist longu 61
ára gamal. Sum 54 ára gomul
einkja, hevði hon nógv góð ár
fyri framman. Eingin ivi í, at
sorgin var stór hjá henni og
hjá okkum. Vit systrar vóru
tíbetur komnar so væl áleiðis
við bæði skúla og útbúgving,
so tað skuldi mamma so ikki
hugsa um.
Hennara
lívsgleði,
og
lætta lyndi, gjørdi at hon
kom ígjøgnum sorgina, og
uml. tvey ár aftaná møtti
hon lívsvini sínum, og abba
at okkara børnum, Jógvani
Róin, yvirlækna, sum eisini
var vorðin einkjumaður í
ungum aldri. Hann ferðaðist
nógv við sínum arbeiði, og
soleiðis upplivdi tey bæði
verðina, og fingu nógv góð
ár saman, eins og løturnar
saman í summarhúsinum í
Horne, og í dag á Dungagøtu
eru ríkar.
Á
lívsleið
síni
hevur
mamma tikið manga avbjóð
ing, og fyri okkum er hon ikki
bara mamma, men í so mong
um lutum er hon ein fyri
mynd. Hon hevur megnað at
leggja okkum gott í beinið og
at savna okkum sum familju.
Vit gleða okkum hvørja ferð,
hon bjóðar okkum til døg
urða, tað eru løtur, sum eru
so ríkar, at orð valla kunnu
lýsa virðið.
Mamma eigur tólv ommu
døtur, ein langommu son,
sum er uppkallaður eftir
langabbanum
Niclasi
á
Dunga og eina spildurnýggja
langommudóttur.
Eg vil við hesum ynskja
mammu míni so inniliga og
hjartaliga tillukku við áttati
ára degnum, við ynski um at
vit sleppa at hava teg í mill
um okkum í nógv ár afturat.
Dagurin
verður
hildin
saman við teimum nærm
astu.
Dóttir tín Bryndis
Malvina á Dunga 80 ár
Jóannes Skaale
in memoriam
f. 22.11.1937 – d. 15.07.2012
Skaddan liggur um Nestindar,
Syrgnir drýpa teir høvur.
Kaldir kylja vindar,
smúgva sær um nøvur.
- - -
Legði tú um høv og fjørð,
borin væl til evna,
frøddist tú við frían knørr.
vítt um høv at stevna.
Lívið lær ei allan tíma,
heldur ikki maður.
Tungt tað er við nornu glíma,
sjálvt um ein er hagur.
- - -
Farin er nú frægur,
nornur løgdu høll í tráð
hollur var tú maður
segðist ikki annað frá.
Farin er nú tíð á foldum,
annað lív her liggur á.
Deyðin viknar undir moldum,
aðra sól skal sálin sjá.
Hvíl í friði!
Hóri 16. juli 2012