mikudagur 18. juli 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Leygardagin 21. juli fyllir
Birgith Maria við Sandá
seksti ár.
Birgith er elsta dóttir hjá
Solveig og Óla Christian Ja
cobsen, sum búðu á Dala
vegi 9 í Tórshavn.
Í 1969 byrjaði hon at ar
beiða hjá A. P. Bendtsen á
Eystaru bryggju í Havn,
eisini arbeiddi hon á Skipa
felagnum Føroyar í nøkur
ár.
Tann 1. februar í 1988
byrjaði hon á sjúklinga
skrivstovuni
á
Lands
sjúkrahúsinum, og er hon
framvegis í hesum starvi.
Mong munnu tey vera sum
hava notið gott av hennara
vakra og blíða lyndi.
Í 1972 giftust hon við
Torkil
Ingvardsson
við
Sandá, og eiga tey børnini:
Beinta, John, Óla Christian,
Herborg og Benny. Birgith
eigur 9 ommubørn.
Í 2004 bleiv Birgith rakt
av álvarsligari sjúku, men
við Guds hjálp og kønari
læknahond gjørdist hon
aftur frísk.
Á føðingardegnum er
hon burturstødd. Vit ynskja
Birgith hjartaliga tillukku.
T
Birgith við Sandá
60 ár
Birgith og ommudótturin Savannah
Til Búnaðarstovuna, Búnaðar
grunnin og Fiskimálaráðið
Magnus Brattaberg Absalonsen
Tað er eftirhondini blivið ger
andiskostur at hoyra og lesa
um Fámará í fjølmiðlunum.
Je eri fult greiður yvir, at tað
á tann hátt leggur stórt trýst
á tykum, sum skulu taka
eina avgerð í málinum. Tí vil
je bara koma við eini áheitan
til tykum um at vera saklig
í málsviðgerini um festið í
Fámará. Vandin er til staðar,
at Árni T. Brattaberg (sum
hevur hægsta boðið) verður
fyri órætti frá populistiskum
politikarum o.ø., bert tí hann
ikki vil vera við i einum
mediusirkusi.
Árni vísuir sum altíð sína
størstu virðing. Hann vísir
dag og dagliga fjølmiðlum frá
sær, eftirsum gongd enn er í
málinum, og ongin avgerð er
fallin. Hetta hóast hann blív
ur alment útstillaður og út
spiltur, og aðrir partar brúka
fjølmiðlarnir, sum teimum
lystir, at føra seg fram í.
Enn veit je ongan, sum
hevur sett Johan í Kollafirði
ein einasta kritiskan spur
ning. Hevur nakar granskað
hansara fortíð? Tað sær
tíverri út til at m.a. ”Fríggja
kvøldssendingin”
hjá
al
menna Kringvarpinum er
farin at kappast við Føroya
Tele-portalin um at hava so
lágt journalistiskt støði sum
gjørligt.
Tað síðsta, je havi hoyrt
frá
Johan’sa
Christiania
advokati, er, at tað eigur
ein samlað mynd at verða
gjørd av umsøkjarnum, og
út frá heildarmetingini latið
festið til tann best skikkaða
umsøkjaran. Júst tað vil je
pástanda er Árna’sa besta
argument fyri at blíva festari
í Fámara.
Eftir at Árni segði festið
frá sær i 2000, hevur hann
ikki havt ábyrgdina av Fám
ará. Tá hann fór, vóru bygn
ingar og alt sum har tilhoyrir
í góðum standi. Hann ynskti
og vónaði, at yngri kreftir
skuldu taka við, men poli
tikkur kom uppí og støðgur
kom í. Sum tykur kanska
vita, so søkti beiggi mín (sum
hevur fulla landbúnaðar
útbúgving, ella grønt bevís)
um Fámaráfestið fyri uml.
12 árum síðan, men hevur
enn ikki fingið svar upp ta
umsóknina. Je veit at onnur
í familjuni hava spurt seg
fyri, um man ikki bara kundi
keypt húsini burturfrá, um
ikki annað. Árni kann ikki
lastast fyri, hvussu alt sær
út nú 12 ár seinri. Hann er ein
treiskur slóðbrótari og ideal
ist eins og Brattin var. Árni
og Karin stovnaðu, um ta
tíðina tá hann segði Fámará
festið frá sær, Ullarvirkið og
fyritøkuna Sirri. Tey høvdu
hugsjónir og ábyrgdarkenslu
yvir fyri føroysku ullarrávør
uni, sum IRF frammanundan
hevði trupulleikar við at taka
ímóti og brenna. Árni hevur
einsamallur, ár eftir ár, verið
runt landið og samlað ullina
saman og fingið hana til
virkaðað. Hann er aktivur í
lokalsamfelagnum og saman
við Karini hava tey uppdrigið
okra fremsta operasangara
og ein mentunarhúsleiðara.
Hóast tey búgva uttanlanda
fara tey at verða viðvirkandi
til, at Fámará verður eitt stað
við lívi og trivnaði.
Øll familjan stuðlar Árna
100% og okur øll gleða ogon
til nógvar arbeiðstímar har
norðuri - enn einaferð. Úr
Fámará vøgguni eru komin
nógv virkin fólk til dømis
tríggir fult útbúnir bøndur,
maskinmeistarar, skiparar,
handilsfólk, lærarar, hotel
leiðarar, listarfólk, samskip
arar og so framvegis. Hesi
standa klár at hjálpa til í
Fámará.
Fámará var mítt heim, mín
vøggustova og barnagarður.
Soleiðis var eisini hjá teimum
6 børnunum sum vuksu upp
í Fámará umframt okum
systkinabørn. Mamma er
tann einasta sum er fødd í
Fámará. Har brúkti je saman
við meginpartin av øllum 18
systkinabørnunum
hvørt
summar, nógv vikuskifti og
nógvar dagar aftaná skúlatíð
á bønum og í fjósinum. Sum
so ofta tá pabba var til
sjós búðu je, beiggi mín og
mamma í Fámará har hon
passaði neyt, hønur, gæs
o.s.fr. Je svav mínar eftirmid
dagslúrar í fjósinum saman
við neytunum og hevði tað
idylliskt.
Sjálvur havi je mangan
droymt um at keypt Fámará.
Sjálvsagt átti je at dugað
betur at spátt um framtíðina.
So hevði je fyri langari tíð
síðan tikið kvøldskúlaskeiðið,
so je kann blíva “skikkaður”
festari. Runavíkar skúli hev
ur upplýst at vegna lítla játt
an verður onki skeið fyrrenn
í fyrstalagi 2013.
Tað sum nokk hevur verið
beiskast at lisið og hoyrt
seinastu tíðina, er at nógv
fólk (kend sum ókend) halda,
at uttan Johan, so var onki
Fámará í dag!? Mesta tilfarið
til tað fyrsta húsið kom
norður á hestabaki. Omman
og abbin løgdu sítt lívsverk
har og Árni brúkti síni bestu
ár har. Tá abbin var runt alt
Føroyaland og gjørdi vegir,
var omman einsamøll við
einum stórum barnaflokki
og hevði ikki somikið sum
el ella rennandi vatn tey
fyrstu árini. Árni fekk sum
smádrongur í Fámará størri
ábyrgd enn mong vaksin
nakrantíð fara at fáa á síni
lívsleið.
Tað er sera hugstoytt
at síggja, at bert tí onkur
villfremmandur
við
eini
mikrofon búsetur seg har,
so skal hann hava rætt til
at yvirtaka staðið. Je skilji
betur enn nakar annar, at
Johan er blivin góður við
Fámará.
Hetta
praktfulla
staðið hevur eisini nógv at
siga fyri nógv onnur millum
annað fyri meg og alla mína
familju.
Je haldi hetta er ein
spurningur um mannarætt
indi. Fyri mær og míni nærm
astu er hetta meiri mítt heim
enn bert eitt hús og eitt fjós.
Johan kann fyri 500.000
kr saktans fáa eini fín hús í
Víkarbyrgi ella í Múla, um
hann so gjarna vil isolera
seg. Og tey fólk sum hava
fingið ta fatan, at alt er sett
í stand aftur í Fámará, tey
burdu farið norður og hugt.
Aftaná tvey ár í húsinum, er
ófatiliga lítið komið burturúr
hjá honum.
Juridiskt hevur Árni av
gjørt eisini sín rætt, men
vónar sjálvandi at tað ikki
kemur hartil. Moralskt og
søguliga sæð, er tað onki at
tosa um hvør eigur fyrstarætt
at sleppa at festa Fámará.
Sleipner feltið, 16/07-12