Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 80 prosent av føroyingum brúka internetið dagliga. Tað vísur Gallup-kanning hjá Dátueftirlitinum frá januar. Í mai mánaði í ár vóru 900 milliónir virknir brúkarar á Facebook. Síðani 2008 er talið á Facebook brúkarum farið úr 100 milliónum og upp í 800 milliónir. Uni Holm Johannesen Almenna kjakið í Dan­ mark er livnað upp aft­ur. Tað eru danskir ser­frøð­ ingar á einum máli um. Dan­marks Radio hevur varp­að ljós á nýggja rák­ið við orðaskiftinum á sam­ skiftis­miðlunum. - Tá tíðin fór frá fólka­ fundum í sam­komu­húsum og í politiskum flokkum var samstundis eingin pall­ ur, sum kundi hýsa al­men­ na orðaskiftinum, har øll kundu luttaka. Við sosialu net­miðlunum eru tað bæði høg og lág sum taka lut, og kjak­ið blómar, sigur Mark Ør­sten, lektari við stovnin fyri kommunikation á Ros­ kilde Universitet, við DR. Peter Nedergaard er pr­o­fessari við stovnin fyri stjórnmálafrøði á Køben­ havns universitet. Sam­ felags­kjakið er sera um­ ráð­andi fyri fólkaræðið, og hetta er rákið er bara stim­ brandi, heldur hann. - Danska fatanin av einum vælvirkandi demo­ kratii er, tá luttøkan er stór. Tað bilar ikki, at øll sjónarmiðini eru um­hugs­ aði. Eitt fólkaræði skal rúma øllum, sigur Peter Neder­gaard við DR. Kjakstøðið er lágt Tað eru kortini ikki øll, sum taka undir við, at økta kjak­lut­tøkan er góð. - Góðskan er ofta spýggi­ lig. Har er einki tollyndi og eingin hugur at lurta eft­ir grundgevingunum hjá øðrum kjakarum. Tað ræður bara um at kasta lorta­spannir eftir hvør øðr­um, heldur Erik Albæl, pro­fessari á Syddansk Uni­ versitet, fyri í viðtalu við DR. Fleiri bloggarar taka undir við hesum sjónar­ mið­num. - Tónalagið er rátt og háðandi. Fleiri kjakarar setast aftur at geva síni sjón­ar­mið til kennar, tí við­merk­ing­ar­nar eru so tápuligar, sigur Anne Sophia Hermansen við Metro­Express. Uni Holm Johannesen - Samskiftið er meira óformelt á sam­skiftis­miðlu­ num. Tað ger, at fleiri borg­ ar­ar tíma at luttaka. Borg­ arin kann ávirka í ein­um óformellum rúmi. Tað kann bara stimbra eitt demo­ kratiskt samfelag. Tað heldur Høgni Reis­ trup, miðlaserfrøðingur. 61 prosent av føroyingum hava vangamynd á Facebook, har mest sum øll geva sína meining til kennar um sam­ felagsviðurskifti. Orða­skift­ ini eru almenn, og øll kunnu lut­taka. Øll verða hoyrd. Borgarar tóku ikki lut á sama hátt, tá bløðini hýstu al­menna kjakinum. Formelli fram­ferðarhátturin fekk fleiri at setast aftur. Nú eru mun­andi lættari at trína inn­ um, og tað er stimbrandi fyri eitt fólkaræði, heldur miðla­ ser­frøð­ingurin. - Kjakið er meira rúmligt, og fleiri sjónarmið koma fram í ljósið, sigur hann. Taka við læru Orðaskifti á sam­skiftis­miðl­ um er eitt lutvíst nýtt fyri­ brigdi. Royndirnar við orða­ skifti, har orðið er frítt, eru fáar, og tað hevur eisini ser­ merkt kjakið higartil. Nógvar ófantaligar og ósømiligar við­merkingar hava verið, tað er skjótt, at ógrundaðar ákærur verða fluttar fram, og kjakið verður samstundis óskipað. Facebook kveikt nýtt lív í orðaskiftið KJAKIÐ Facebook hevur blást nýtt lív í almenna danska kjakið. Tað eru nú fleiri luttakarar, øðrvísi sjónarmið koma fram, men góðskan er ofta spýggilig, halda danskir serfrøðingar Kjakarar ÓSØMILIGT KJAK - Tað er skjótt, at kjakið verður ófantaligt, tá eingin hevur ábyrgd av tí. Karmarnir, hvat tú kann taka tær fyri og ikki, taka skap við tíðini, og øll taka við læru, heldur Høgni Reistrup, miðlaserfrøðingur Kjakið er meira rúmligt, og fleiri sjónarmið koma fram í ljósið, sigur hann - Tá tíðin fór frá fólka­fundum í sam­komu­húsum og í politiskum flokkum var samstundis eingin pall­ur, sum kundi hýsa al­men­ na orðaskiftinum, har øll kundu luttaka, sigur Mark Ørsten Uni Holm Johannesen Tíðirnar broytast, og tað ger al­men­na kjakið eisini. Ongantíð fyrr hava so nógv­ir virknir kjakarar verið sum nú. Orsøkin er einføld. Við samskiftismiðlunum, sum av álvara hava vunnið frama seinastu árini, er gát­ t­in hjá borgarunum inn í al­ men­na kjakrúmið nú mun­ andi lægri. Tað er lætt­ari at trína inn og lut­taka. Fleiri og fleiri taka av møgu­leika­num. Partapolitisku bløðini Føroyski miðlaheimurin í seksti- og sjeytiárunum var munandi øðrvísi, enn vit kenna til í dag. Flestu bløð­ini vóru framvegis í polit­isk­um hafti, sum sjálv­ andi ávirkaði tilfarið, ið var borðreitt lesarunum. Tað kom mest sum ikki fyri, at politisk mál vóru lýst úr tveimum ymiskum sjónar­horn­um, sum er ein av hornasteinunum í Orðið ALMENNA KJAKIÐ Kjakið hevur flutt seg frá bløð­ un­um í almennu samskiftismiðlarnar, har talu­ fræls­ið er óskert, og redaktørarnir halda seg burt­ur. Almenna kjakrúmið hevur verið fyri stór­um broytingum seinastu áratíggjuni