mikudagur 18. juli 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fleiri føroyskar kvinnur
enn menn eru á
Facebook. 64 prosent
av kvinnum og 58
prosent av monnunum
hava vangamynd.
61 prosent av
føroyingum hava
vangamynd á
Facebook.
11 prosent av
føroyingum
brúka ongantíð
internetið.
taka við læru
Skrivi- og talufrælsið er
eisini galdandi á Facebook.
Høgni Reistrup vísir kortini
á, at vit eru enn á byrjunar
stigi og læra av royndum.
- Tað er skjótt, at kjakið
verður ófantaligt, tá eingin
hevur ábyrgd av tí. Har eru
eingir beinleiðis karmar, tí
orðið er frítt. Tað er gleðiligt,
at hesin etiski spurningurin
hevur tikið seg upp nú í
kjalarvørrinum av kjakinum
um pedofili. Karmarnir, hvat
tú kann taka tær fyri og ikki,
taka skap við tíðini, og øll
taka við læru, heldur hann
og skoytir uppí, at hetta er
ikki serføroyskt, hetta er
galdandi allastaðni.
Tignin tann sama
Tað er ofta, at útvørpini,
sjónvarpið og bløðini finna
søgur á Facebook. Dømi eru,
tá Kári á Rógvi, fyrrverandi
formaður
í
Sjálvstýris
flokkinum,
rópti
danska
forsætisráðharran fyri eitt
r-hol, tá Levi Mørk flutti
fram
fasistisk
sjónarmið
og gav muslimum skuldina
fyri
bumbuatsóknina
og
hópdrápið í Oslo, tá Helgi
Abrahamsen metti tað vera
átaluvert, at aðalstjóri var til
politiskt mótmælistiltøk, og
tá Jóna Mortensen strikaði
sína vangamynd.
- Tað, sum politikarar
skriva á Facebook, skal tak
ast í størsta álvara, og tað
er sjálvandi ein søga, um
politikarar gera vart við seg
við meiningum. Mín sann
føring er, at tignin á lesara
brævi og Facebook er tann
sama. Einasti munurin er, at
kjakið gongur í størri mun
fyri seg á samskiftismið
lunum og fer bara at vinda
upp á seg, sigur Høgni Reis
trup.
- Tað er skjótt, at kjakið
verður ófantaligt, tá eingin
hevur ábyrgd av tí. Har eru
eingir beinleiðis karmar, tí
orðið er frítt, sigur Høgni
Reistrup, miðlaserfrøðingur
er frítt
journalistikki í dag. Megin
reglan um uttanveltaðan
tíðindaflutning hevði ikki
fastatøkur.
Flokspolitisku
bløðini vóru heldur brúkt
sum stríðsamboð hjá polit
isku flokkunum heldur enn
at virka sum óheftir tíðinda
miðlar. Um lesarin vildi gera
sær sakliga meting av einum
máli var neyðugt at lesa fleiri
bløð, og síðan koma til eina
niðurstøðu.
Dagblaðið var knýtt at
Fólkaflokkinum, Dimmalætt
ing at Sambandsflokkinum,
Sosialurin
at
Javnaðar
flokkinum, 14. September
at Tjóðveldisflokkinum og
Tingakrossur at Sjálvstýris
flokkinum. Í hvørjum blaði
var hjúklað um eina – bara
eina – politiska hugsjón, og
boðskapurin var einfaldur.
Samfelagmál, heimspolitik-
kur, mentan og tjóðskap
armálið vóru taglað eftir
einum politiskum karmi, alt
eftir hvat blað talan var um.
Blaðstjórarnir høvdu undir
hesum umstøðunum fríar
teymar at røkta sína polit
iska ideologi og kundu hava
hondina yvir kjakinum, sum
fór fram í sínum blaðið.
At skriva lesarabræv var
meira tignarligt fyrr. Tað
vóru ikki øll, sum góvu sína
meining til kennar – kanska
serliga, tí tað tók ofta fleiri
dagar, áðrenn greinar og
lesarabrøv
komu
fram.
Tilgongdin var ov drúgv,
tú noyddist á posthúsið
við lesarabrævið, har tað
síðan
varð
borið
víðari,
og blaðstjórar kundu – og
kunnu enn - velja og vraka
millum tilfarið, sum kom inn.
Munurin er nú, at bløðini,
Sosialurin og Dimmalætting,
skulu eitast at vera politisk
óheft.
Orðið er frítt
Tøkniliga
framgongdin
hevur verið øgilig seinastu
áratíggjuni, og tað hevur
kollvelt
samskiftisheimin.
Samskiftismiðlarnir
hava
togað allar borgarar, verka
fólkini og politikarnar, inn í
sama kjakrúm – fjarstøðan er
minkað, tí øll hittast á jøvn
um føti.
Stóra skerjingin av fjar
støðuni
millum
borgarar
hevur havt við sær, at tað
eru fleiri, sum tak lut í
kjakinum.
Spurningurin
er, hvørjir fyrimunirnir og
vansarnir eru við, at øll
hava upplagdan møguleika
at geva sína meining til
kennar. Orðaskiftini á sam
skiftismiðlunum hava fing
ið
fastartøku
í
samlaða
almenna
rúminum,
og
traditionellu miðlarnir – út
varpið, sjónvarpið og bløð
ini – varpa stundum ljós á
kjakið, sum er á Facebook og
aðrastaðni.
Tað er nú ikki neyðugt
at bíða tvey samdøgur eftir
aftursvari til lesarabræv, sum
er fest á blað. Lesarabrævið
verður skrivað og fær pláss
á alnetinum, har øll kunnu
viðmerkja greinina í somu
stund, hon er komin út. Har
eru eingir redaktørar, sum
finnast at tínum málburði,
og eingin, sum lúkar tína
meining burturúr. Orðið er
frítt, og talufrælsið er óskert.
Av somu orsøk verður ofta
ført fram, at broytta atferðin
brýtur niður múrin millum
dygdargóða og virðisleysa
kjakið.