mikudagur 18. juli 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
10 prosent av teimum spurdu
í eini Gallup-kanning hjá
Dátueftirlitinum søgdu seg hava
verið úti fyri onkrari keðiligari
hending á internetinum.
Fjórði hvør
føroyingur yvir 60
ár hevur Facebook
vangamynd.
90 prosent av teimum
ungu millum 15 og 24
ár hava vangamynd
á Facebook.
Rógvi Nybo
Fjarstøðan millum politisku
skipanina og vanliga borgar
an er munandi styttri í dag,
enn hon var fyrr.
Í dag samskifta borgarar
og politikarar næstan bein
leiðis undir viðgerðini av
politiskum málum. Javnan
síggja vit, at politikarar legg
ja sína hugsan um ymisk
mál út á eitt nú Facebook, og
at tað síðani stendst mikið
kjak av hesum. Á henda
hátt hevur tann einstaki
politikarin fingið eitt slag av
feedback mekanismu, ið ikki
hevur verið gjørlig áður, og
sum kann geva honum eina
hóming av hvørja hugsan
hansara veljarar hava um
hesi mál og á onkran hátt.
Hetta er eisini ein fyri
munur
fyri
fólkaræðið,
spyr
tú
Hans
Andrias
Sølvará, lektara í søgu á
Fróðskaparsetrinum.
- Tað hevur avgjørt týdn
ing fyri fólkaræðið, at fólk
eru farin at taka størri lut í
almenna kjakinum á Face
book. Hetta er ein heilt annar
máti at samskifta upp á. Fyrr
skrivaði mann greinar í bløð
ini. So stóðu tær líkasum
einsamallar har, og tá fekk
tú ongantíð eitt beinleiðis
samskifti millum borgara og
politikara. Politikarar í dag
brúka beinleiðis samskifti
við borgaran sum mann
ikki hevur sæð áður, greiður
Hans Andrias Sølvará frá.
Brýtur monopolið
Hetta skiftið í samskiftishátti
millum vanliga borgaran og
politisku skipanina, og tað at
vanligi borgarin í dag er nógv
meira aktivur í kjakinum
um politisk og samfelagslig
mál, hevur brotið nøkur
mørk frá gomlum tíðum. Í
samfelagsfrøðiligum
høpi
kann mann tosa um eina
gongd móti einum meira
deliberativum (kjakandi /
umhugsandi) samfelag, ið
varð ein tanki, tann stóri,
týski heimsspekingurin og
sosisologurin Jürgen Haber
mas hevur tosað nógv um,
vit eiga at stremba eftir at
koma nærri.
- Mann er farin frá einum
stættabundnum
samfelag,
har stættir høvdu monopol
upp á meiningar og ideo
logiir. Tú kanst siga, at vit
eru komin tættari upp á, at
øll í dag kunnu úttrykkja
seg. Vit eru komin tættari at
tí, millum annað gjøgnum
elektronisku miðlarnar, sigur
Hans Andrias Sølvará.
Kann eisini skeiklast
Tað eru tó ikki bert fyrimunir
við, at fólkið í dag er vorðið
nógv meira luttakandi í al
menna kjakinum. Hyggur
tú eftir tí samskifti, ið ofta
er við ymsu politikararnar,
kann tað eisini síggjast ein
ávísur tendensur til, at tað
bert eru ávísir bólkar ella
ávís áhugamál, ið verða um
boðað. Hetta kann skeikla
uppfatanina av meiningum
í samfelagnum.
- Tað eru nokk so nógvir
politikarar, sum brúka Face
book til at pleyga sínar
egnu veljarar. Man veit ikki,
um tað er samgongan sum
flokkar, sum úttala seg. Tað
er nógv meira persónligt í
dag. Politikarar mugu sjálv
andi taka atlit til tað, ið sagt
verður har, men tað er sam
stundis ringt at taka atlit til
tað, ið ikki verður sagt, vísur
Hans Andrias Sølvará á.
Við hesum vísur hann á,
at tað kunnu vera serligir
bólkar, ið eru aktivir á Face
book. Serliga eru tað ung
fólk, og tað eru heldur ikki
øll, ið eru á Facebook, ið eru
líka aktiv í kjakinum.
- Tí eru tað eisini óvissur.
Vit vita ikki, um tað bert eru
fólk við serligum politiskum
sannføringum, ið taka lut í
kjakinum. Man kann hava
mistanka um, at tað eru
serligir
bólkar,
ið
verða
umboðaðir. Tað er sjálvandi
sunt, at politikarar koma í
samband við fólk. Men er
tað bara partur av fólkinum,
ríður tað skeivt. Mann kann
spyrja, hvar tann tigandi
meirilutin er. Hvar eru tey,
sum vit ikki síggja á Face
book, spyr Hans Andrias
Sølvará.
Óumhugsað
Ein annar vandi við sam
skiftinum á Facebook er,
at tað ofta ikki er á einum
serliga grundaðum grundar
lag, at fólk úttala seg har.
- Tað er ofta øgiliga
spontant, sum man skrivar
og tað sum man sigur á Face
book. Hyggur tú eftir orða
valinum, so er nógv av tí, tú
sær har, nakað tú ikki hevði
funnið uppá at skrivað í
eini avís. Tað virkar, sum at
tað er legitimt at siga onnur
ting á Facebook enn í eitt nú
Dimmalætting ella Sosiali
num. Men tað merkir so
eisini, at tað kanska ikki er
so væl umhugsað altíð, sigur
Hans Andrias Sølvará.
Má ikki avloysa
siðvandu miðlarnar
Meðan tað bæði eru
fyrimunir og vansar
við samskiftinum á
Facebook, sum ofta er
stutt og kanska óum
hugsað, heldur søgufrøð
ingurin tað verða neyðugt at
varðveita samskiftið í teim
um meira traditionellu
miðlunum.
- Facebook skal
ikki erstatta, men er
komið afturat teimum
traditionellu miðlunum.
Tað er fínt við samspæli
andlits til andlits, og
tú fær svar bein
anvegin. Men eg
haldi upp á onkran
máta, at tað blívur
ógvuliga ómiddelbart.
Tað er ofta bert tað, sum er
dagsaktuelt, ið kjakast
verður um. Facebook
er kanska ikki so væl
egnað til bak
grundsstoff
og tað meira
dýbdargan
gandi, sum
teir traditionellu
miðlarnir, og tí skal
tað ikki avloysa, men
komplementera teir
miðlarnar.
rogvi@sos.fo
Facebook-kjak Talgildu miðlarnir – herundir Facebook – gera,
at vit eru komin nærri einum samfelag, har nakrar stættir ikki
longur hava monopol upp á meiningar og ideologiir. Tað
heldur søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará, sum tó
vísir á, at vansar eisini eru við nýggja kjakháttinum
Facebook brýtur
stættamonopolið