mikudagur 18. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hagtøl hjá Doubleclick í
juni mánaði í ár vístu,
at Facebook er mest
vitjaða heimasíðan
í heiminum.
Facebook strikar 20.000 vangamyndir á Facebook
hvønn dag orsaka av ymsum orsøkum.
USA er landið við flest
Facebook brúkarum. Í mai
vóru tey 157 milliónir.
Síðani koma India, Brasil,
Indonesia og Meksiko.
Rógvi Nybo
Túnatos vilja summi kalla
tað. Onnur halda tað mest
minna um smágrenj, tvætl
og humbukk. Til tíðir gongur
tað hart fyri seg, og ikki altíð
í einum líka sámuligum tóna.
Tað er tó ein sannroynd, at
stórur og vaksandi partur av
kjakinum, sum gongur fyri
seg millum fólk, í dag er at
síggja á Facebook.
Hetta hevur nakrar heilt
serligar avbjóðingar við sær
fyri Landsbókasavnið, sum
eitt nú hevur til uppgávu
at skjalfesta tað samskifti,
sum er millum fólk. Í nógv
ár hevur Landsbókasavnið
goymt dagbløðini, og tað ger
tað í dag møguligt hjá fólki
við áhuga og sum arbeiða
við gransking, at hyggja eftir,
hvussu kjakið hevur verið
í einum ávísum tíðarskeiði,
hvussu tónalagið hevur ver
ið, og hvat kjakið hevur snúð
seg um.
Men í dag gongur tað
mesta av samskiftinum í
samfelagnum fyri seg í tal
gildu miðlunum. Facebook,
Twitter, heimasíður, bloggar
og so framvegis gerast ein
støðugt meira týðandi partur
av almenna kjakinum, og tí
hevur hetta eisini áhuga hjá
Landsbókasavninum at fáa
goymt. Men tað er alt annað
enn lætt.
Nógvir spurningar
Erhard Jacobsen er leiðari á
Landsbókasavninum. Hann
ásannar, at tey í dag standa
við einari kollossalari upp
gávu, tá tað snýr seg um at
klára at fylgja við og skjal
festa tað almenna kjakið í
Føroyum til eftirtíðina.
- Tað eru nógvir spurning
ar, sum vit mugu fáa greiðu
á í sambandi við Facebook.
Spurningurin er, hvat hevur
áhuga, og hvat er atkomiligt.
Sumt av kjakinum er alment
atkomiligt, men tað er eisini
nógv, sum ikki er alment.
Eisini er spurningurin, hvat
Facebook er fyri ein sjangra.
Tað kann verða ringt at fáa
greiðu á. Sumt av prátinum
á Facebook minnir kanska
mest um túnatos. Og hevur
tað nakran týdning at goyma
eisini, sigur Erhard Jacobsen
spyrjandi.
Krevur nógva orku
Tað finnast møguleikar fyri
at fáa skjalfest samskiftið á
Facebook. Erhard Jacobsen
greiðir eisini frá, at tey á
Landsbókasavninum
ar
beiða við at seta skipanir
upp, sum kunnu nýtast til at
skjalfesta nógv av tí talgilda
samskiftinum, sum fer fram.
Men tað krevur nógva orku í
arbeiðsmegi og peningaliga,
og krevur eisini vælvilja frá
stóru leikarunum á sam
skiftismarknaðinum.
- Vit mugu dúgva upp á
vælvilja frá stórum organi
satiónum, so sum Facbook
og Google. Tær goyma sjálv
ar ein stóran part av tí, sum
verður skrivað og sagt á
teirra síðum, men tá liggur
tilfarið spjatt nógvastaðni,
og eingin hevur veruliga
ábyrgd av hesum, vísur Er
hard Jacobsen á.
Hann sigur tó, at Lands
bókasavnið
hevur
lógar
skyldu til at fáa skjalfest alt
tað talgilda samskifti, sum
hevur áhuga, og at hetta tí er
ein týdningarmikil uppgáva,
sum má og skal loysast.
Loysn má finnast
skjótt
Sambært
leiðaranum
á
Landsbókasavninum er ein
av teimum mongu møgu
leikunum við Facebook at
fáa tikið ein úrskurð av øll
um tí samskiftinum, sum
er á føroyskum í eitt ávíst
tíðarskeið, fyri á tann hátt at
kunna skjalfesta, hvat fólk
kjakast um, hvussu málið er
og so framvegis.
Fyri framtíðina hevur tað
stóran týdning at fáa gjørt
hetta arbeiði skjótt, soleiðis
at tú í framtíðini fær hugt
aftur og granskað samfelagið
í dag.
Um onkur í framtíðini
fer at hyggja aftur í tíðina
og kanna samskiftið tá í tíð
ini, og vinkulin er upp á tað
meira
elitera
samskiftið,
sum gongur fyri seg í eitt nú
bløðunum, so er vandi fyri
at missa ein stóran part, um
mann skal úttala seg um for
tíðina.
- So missur tú alt tað
meira fólksliga aspektið av
kjakinum. Tí hevur tað eisini
týdning at fáa goymt henda
partin. Annars kann mann
koma út fyri, at mann úttalar
seg um ting, mann slett ikki
hevur dekning fyri, ella sum
ikki passa, vísur Erhard
Jacobsen á.
Tá vit spyrja hann, um tað
tí verður arbeitt við nøkrum
ítøkiligum loysnum, sigur Er
hard Jacobsen, at tað verður
arbeitt við at seta skipan
ir upp, men ásannar sam
stundis at arbeiðið møguliga
ikki verður nóg høgt raðfest,
sum er.
- Hetta arbeiðið skal ger
ast, og tað skal gerast skjótt,
staðfestir Erhard Jacbobsen,
leiðari á Landsbókasavni
num.
rogvi@sos.fo
Kjakið skal skjalfestast
skráseting
Tað hevur stóran týdning fyri
eftirtíðina, at tað fólksliga kjakið á facebook eisini
verður skjalfest. – Vit arbeiða við at fáa sett upp
skipanir, sum kunnu skráseta nakað av hesum
kjakinum. Tað skal gerast, og tað skal gerast skjótt,
sigur Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum