Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin Lagt til rættis: Rólant Waag Dam HÓsDAGUR FRÍGGJADAGUR sAnDUR spæLipLáss GRUnD sAnDUR spæLipLáss 00: bureau detours – live Graffiti art 14 15 00: markamót, hvonn, black sheeP 00: serPentine (us) 40: svøbsk 16 00: Guðrið hansdóttir 40: fróði & the Pink sliPs 50: knút 10: villu veski (ee) 17 00: sleePless Ghosts 50: incurse 18 15: kaj klein 30: momentum (is) 19 10: nanook (gl) 15: synarchy 20 10: dánjal 00: kári sverrisson & bendar sPónir 40: benjamin 21 15: marius ziska 30: retro stefson (is) 22 10: veronica maGGio (se) 25: hymns from nineveh (dk) 23 35: eivör 15: hamferð 00 45: kaPten röd (se) 10: höGni 01 02 10: GiPsy train HETTA MÁST G! Í morgin, hósdagin, byrjar festivalurin, sum broytir Syðrugøtu frá at vera ein púra vanlig føroysk bygd, til eitt sentrum fyri tónlistarliga nýhugsan, skapandi list og skeivari tankagongd. Á hesum báðum síðunum varpa vit ljós á skránna og tær upplivingar, vit serliga gleða okkum til og kunnu viðmæla Kári Sverrisson & Bendar Spónir Fjølbroytti Kári Sverrisson, sum fólk kanska kenna best frá bólkinum Enekk, gongur aftur nýggjar leiðir. Hesaferð hevur hann tikið upp samstarv við dugnaligu tónleikararnar í Bendar Spónir, har teir saman tulka yrkingar hjá Jóanesi Nielsen. Verkætlanin byrjaði í januar, tá Vetrarjazz var í Perluni í Havn. So seint sum í farnu viku spældi bólkurin í Tøting í Gøtu, har teir vístu, at talan er um sera spennandi útsetingar av verkum, ein av føroya fremstu yrkjarum hevur avrikað. Hymns From Nineveh Sera spennandi danski bólkurin við andaligu bakgrundini hevur vunnið stóra viðurkenning á flatlondum. Politiken, Gaffa, MetroExpress og Soundvenue teljast millum donsku miðlarnar, sum bara hava rós at bera Hymns From Nineveh, har bæði útgávur og konsertir verða hálovað. Bólkurin sjálvur kallar tónleikin “andakts fólkapopp”, ið er rættiliga sigandi. Hogni Loksins er Høgni Lisberg aftur við nýggjum tilfari, eftir at hann gav út nógv róstu fløguna Haré Haré í 2009. Ein fløga, sum fekk bestu skoðsmál frá danska tónleikamiðlinum Gaffa, og sum tónleikaummælarin Niels Uni Dam hevur skýrt at vera eitt meistaraverk. Sambært Høgna sjálvum, so fevnir nýggja útgáva hansara um tónleik, ið er bæði friðarligari og ógvusligari enn nakað, hann hevur gjørt áður. Stakløgini »Under Street Lights« og »Who’s Gonna Save You Now « eru góð dømi um hetta. Knút Knút Háberg Eysturstein gav fyri kortum fyrstu ábendingina um, hvat vit kunnu rokna við av komandi fløgu hansara, sum er mest sum við at vera liðug, tá hann kunngjørdi staklagið »The Road«, ið hevur fingið serstakliga góða móttøku á sosialu miðlunum. Somuleiðis hevði leirvíkingurin eina feita konsert í Perluni í Havn fyrr í ár, sum av álvara staðfesti, at rokkandi og droymandi sangskrivarin er væl fyri. 200 Teir hava reikað land og ríkið runt við nýggja tónleikinum, og G! verður einki undantak í so máta. 200 eru háaktuellir og altíð aktuellir, tá tað kemur til G! Teir hava áður havt størra størsta fokk jú-fingur á palli á G!, Vendetta er eitt langt og seigpínt fokk jú, vil oddamaðurin í bólkinum vera við, og tað skuldi undrað meg, um Føroya størsta fokkjúfingrafjøld ikki verður savnað á sandinum í Syðrugøtu, tá 200 endar ársins G! Festival.