Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin LEYGARDAGUR sAnDUR spæLipLáss GRUnD 11 00: barnaskrá ymisk verstöð afro undirhald: trummur, dansur o.a. súsanna k. Poulsen – barnaPrix james olsen skattaveiðan við kaPtein Gardar 12 GRUnD 13 00: bureau detours – live Graffiti art 14 30: barnaskrá: skattaveiðan við kaPtein Gardar 2 00: bureau detours – live Graffiti art 15 05: black crow kinG 50: dead beat Punx 16 25: höGni reistruP 17 15: hiddenfjord laksur 45: lív næs & anna maria wraae 15: tróndur enni 40: uni debess 18 35: sakaris 19 15: frostfelt 20 05: monkey rat (ca/fo) 30: nyström 21 05: john Grant (us) 15: brynjolfur 22 15: frændur 30: kiasmos (fo/is) 23 45: tim christensen & the damn crystals (dk) 30: jPft sound- system (dk) 00 00: rosa lux (dk) 01 00: amsterdam klezmer band (nl) 30: raske PenGe (dk) 02 05: 200 30: kGb (is) T TÚ UPPLIVA Kaj Klein Fyri aðru ferð í ár vitjar kulttónleikarin Kaj Klein í Føroyum. Fyrra ferðin var í samband við útgávukonsert, tá fløgan »Í Andglettinum« kom út. Í umrøðuni av Kaj Klein á heimasíðuni hjá G! verður sagt, at hann valla kann kallast eitt húsarhaldsnavn í føroysku heimunum, men tey flestu munnu so ella so bera kenslu við eyðkendu hásu rødd hansara. Kaj Klein býr og spælir tónleik í Danmark, men hevur saman við bróðuri sínum Karl Anton Klein, sála, bygt varðar á føroyska undirgrundstónleikapallinum. Veronica Maggio Svenska songkvinnan er eitt av absoluttu høvuðsnøvnunum á G! í summar. Sjey Grammy-tilnevningar í heimlandinum tala fyri seg, har hon vann tríggjar teirra: ársins poppnavn, komponistur og teksthøvundur. Bara hetta ber boð um, at talan er um dygdartónleik, hóast tey vóru mong, ið gjørdust vónbrotin, tá G! kunngjørdi Veronica Maggio og ikki Robyn, sum nógv annars bendi á. Men tá hon verður mett millum bestu popptónleikararnar í poppheimlandinum mikla, so bendir alt á, at vit fáa eitt poppbrak á Gøtusandi fríggjakvøldið. Sakaris Sakaris hevur fyri tað mesta arbeitt í bakgrundini sum tónleikari, eitt nú sum bassleikari í Lama Sea, Boys in a Band og hjá Guðrið Hansdóttir, umframt at hann hevur framleitt fyri eitt nú Heiðrik á Heygum. Í 2010 kom hann so fyri fyrstu ferð út við egnum tilfari, tá hann gav út staklagið »In a Box«, og síðani hevur hann brúkt alla orku upp á fløguna, sum kemur út í summar. Sakaris er sonur fólkakæra Martin Joensen, og hóast Sakaris eisini hevur spælt í bólkinum hjá pápa sínum viðhvørt, so eru ikki nøkur tónlistarbond, ið benda á, at teir báðir eru feðgar. John Grant Tað eru ikki hissini lýsingarorð, Jón Tyril, tónleikastjóri á G!, hevur brúkt um bretska John Grant. Men bretsku miðlarnir Mojo, Q, Uncut, Esquire og BBC eru av somu sannføring sum bookarin hjá G!, tá hesir hava viðgjørt fyrstu solofløgu hansara, »Queen of Denmark«. Heimskenda songkvinnan Sinead O'Connor hevur eisini tikið John Grant til sín, og á nýggju fløgu hennara tolkar hon heitislagið av fløgu Grants. So er bara at vóna, at bretin hevur eina slíka framførslu á sandinum leygarkvøldið, at føroyingar eisini fáa sama tokka til mannin eins og mong onnur. Tim Christensen & The Damn Crystals Danski rokktónleikarin nýtist næstan ikki nærri umrøðu. Hetta er onnur ferðin, at hann vitjar í Føroyum. Tá varð hann kroystur inn í Kommunuskúlagarðin á Ólavsøkukonsertini í 2005, har hann framførdi fyri lutfalsliga fáum fólkum, men kortini hevði eina fína konsert. Í ár verður tað øðrvísi, tá hann kemur á pallin á sandinum í Syðrugøtu. Og vónandi verður tað eisini soleiðis, at føroyingar fáa oyruni upp fyri fleiri av frálíku løgum hansara, og ikki bara sjónvarpsseriulagið »Right Next To The Right One« og X Factor-lagið hjá Sveini »Surprise Me«. Amsterdam Klezmer Band »Veitslu á banan« var slagorðið hjá G! fyri nøkrum árum síðani, og líkt er til, at fyrireikararnir av festivalinum aftur bjóða í ball, tá hollendski klesmer og balkan bólkurin fer á pallin leygarkvøldið. Bólkurin hevur omanfyri 1000 konsertir í skjáttuni, sum teir eru tiltiknir fyri, umframt at seinasta fløga teirra, »Katla«, eisini er ógvuliga væl móttikin. Tað nyttar lítið at pussa dansiskógvar til sandin í Gøtu, men fyrireika teg til klesmer, balkan og ball. Raske Penge Rasmus Poulsen, ella Raske Penge, hevur enn einaferð staðfest, at rapp, rán og revolvarar ikki neyðturviliga hanga saman. Danski rithøvundurin og filmskaparin hevur samantvinnað Nørrebro, jameika-rútmur og gerandisrapp og borðreitt fyri danskan fólkinum, sum hevur etið alt rátt. Fyri kortum spældi hann saman við Klumben á Roskilde, har konsertin var stórliga fagnað og nú er túrurin komin til Grundina.