mikudagur 18. juli 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Janus á Ryggi
Í samgonguni vóru fólk
misjøvn á máli um vánaliga
úrskurðin
av
seinastu
veljarakanning, sum varð
kunngjørd
í
Sosialinum.
Men í seinasta enda var
tað bert Miðflokkurin, ið
reageraði og kallaði sín egna
samgongupolitikk
hjarta
leysan. Sambært kanningini
hevði samgongan mist sløk
10 % av sínum veljarum um
val var í dag og fingið fýra
tingfólk færri. Fólkaflokk
urin, ið hevur verið ideolog
iski
arkitekturin
handan
stóran ein part av samgongu
politikkinum, hevði ikki mist
færri enn 3 tingfólk. Veljara
kanningin vísti greitt, at
veljarin ynskti ein øðrvísi
politikk.
Men líka síðani samgong
an tók við valdinum, hava
serfrøðingar,
fakfeløg
og
smábólkar í hópatali ávara
ímóti førda politikkinum.
Veljarakanningin staðfestir
bert ónøgdsemi, ið hevur
brotið ímóti samgonguni
síðani hon kom til valdið.
Afturat hesum hava vit sæð
eina røð av serfrøðingum í
seinastuni ávara ímóti førda
búskaparpolitikkinum,
ið
ikki møtir okkara nógv størs
tu avbjóðing: fólkafráflyt
ingini. Men mótmælini tykj
ast ikki rína við. Tað gerst tí
áhugavert at spyrja: hvussu
ber hetta til?
Samgongan er
sannførd
Gaman í, eitt lítið sindur av
sjálvrannsakan hevur verið
at sæð frá samgonguum
boðum, men í seinasta enda
venda
samgonguleiðarar
aftur til hetta: Vit trúgva
uppá ABDH projektið. Og
samgongan hevur roynt at
sannført okkum um, at rætt
verður trúð. Fyrst við fyrru
búskaparfrágreiðingini
”Á
rættari kós” og síðani við
peikifingrinum ímóti fram
tíðini. Afturvendandi boð
skapurin er ”fólk hava ikki
sæð úrslitið av broytingun
um enn”. Jú, kanska vit skulu
ásanna, at samgongan ikki
stendur fyri nakrari lættari
uppgávu: At venda fólka
fráflytingini - fyri at taka
eitt dømi.
Men ikki slepst undan, at
talan er um eina serliga sann
førda samgongu, ið veru
liga skoðar inneftir, held
ur enn úteftir. Í politiskari
sálarfrøði verður hetta ofta
nevnt ”group think”. Hug
takið sipar til, at ein bólk
ur innanhýsis kann gerast
ógvuliga sannførdur um eitt
hvørt, hóast heimurin uttan-
um bólkin sigur okkurt
annað. Einstøku limirnir í
bólkinum stuðla hvør øðr
um í, at halda fast um eina
felags sannføring, fyri ein
hvønn prís. Rákið í einum
og hvørjum bólki gongur
tí ímóti semju, eisini hóast
ósemjur eru millum limir í
bólkinum. Alternativar tulk
ingar av veruleikanum verða
automatiskt skúgvaðar til
viks. Bush stjórnin varð t.d.
ofta ”løgd undir” group think.
Ikki sørt, at ABDH er
eyðkend av ”group think”.
Líka frá byrjan frættist, at
allir møguligir serfrøðingar
úr fyrisitingini, ið høvdu
øðrvísi sannføring, høvdu
fingið bæði munnkurv og
tænastuboð frá samgonguni.
Og lítil dialogur var við
almenningin, áðrenn stórar
samfelagsbroytingar
vóru
settar í verk. Mótmælini frá
almenninginum vórðu sam-
svarandi, uttan úrslit.
Politisk trúgv
Sannlíkt
er,
at
nógvu
mótmælini
ímóti
høgra
sneiðingini
í
føroyskum
politikki tvørturímóti hava
verið við til, at styrkt trúnna
hjá
samgonguleiðsluni.
Helst við øvugtari effekt,
enn mótmælisfólkini hava
ætlað. Í samrøðu við Sosial
in herfyri segði løgmað
ur millum annað, at hann
framvegis trúði fult og fast
uppá at borgarliga leiðin var
neyðug. Umframt at norður
lendska vælferðarsamfelag
ið, í sínum núverandi líki,
ongan møguleika hevur. Og
hann sipaði til samgongu
leistin, sum ein part av síni
egnu persónligu lívsfilosofi.
Politiska kósin tykist stinga
sálarfrøðiliga djúpt.
Átøkini hjá samgonguni
eru tí væl meiri ideologiskt
treytað, enn tað vit hava
sæð í føroyskum politikki
seinnu árini. Í hvussu er
sjónligari ideologisk. Ideo
logi sum hugtak sipar til
grundleggjandi
mennisk
ja-, heims- og samfelags
fatan. Á ein hátt átøkt
religiónshugtakinum.
Og
ikki slepst undan, at kjak
ast um ideologi, tí allur
praktiskur politikkur í sín
um grundvølli, byggir á
djúpri fortreytir um hvat
vit halda vera moralskt rætt
ella skeivt. Og í hvussu er, er
neyðugt hjá politikarum at
grundgeva fyri einum poli
tikki moralskt, eitt nú við at
siga, at ein politisk avgerð
er ”betri fyri heildina”. Við
øðrum
orðum
sleppur
politikkur ikki at standa
óheftur
av
ideologiskum
grundgevingum.
Og tá serfrøðingar har
næst
hava
mótstríðandi
hugsanir, er lættari at venda
aftur til nakrar kjarnu trúar
setningar, at tulka heimin
við.
Tá tað regnar á prest
Idéologiska
trúgvin
hjá
samgonguni er ein útgáva
av tí, sum í amerikonskum
politikki ofta verður rópt
”trickle-down-economics”.
Við at geva skattalættar til
tey vælbjargaðu, ella tey,
fyri at brúka orðini hjá sam
gonguni ”sum arbeiða hart”,
kemur hetta eisini øllum øðr
um til ágóða. Størri forbrúk
gagnar smærru aktørunum
í búskapinum. Tá tað regnar
á prest, so dryppar á dekn.
Henda fatan kom eisini til
sjóndar í samrøðuni við
løgmann í Sosialinum her
fyri, tá okkara størstu av
bjóðing umræður. Hann var
sannførdur um, at nýggja
skattaskipanin var eitt tað
størsta átakið fyri at steðga
fráflytingini.
Kritiskar
røddir
hava
sjálvandi leingi spurt, um
roknistykki er so einfalt.
Spyrjast kann t.d. um vit
kunnu kenna okkum trygg
við, at ”seinast vunni pening
urin” aftaná skatta-lættan,
automatiskt fer at elva til
fleiri størv til fólk við høgum
útbúgvingum, ið jú eru tey,
ið skulu lokkast aftur til
Føroya - sum samgongan
eisini
ásannar.
Ella
um
skattalættin fyrst og fremst
fer at gagna teimum, ið longu
Heimurin
sambært
ABDH
GREINING Sitandi samgonga er ein løtt málskiva, men
illa slepst undan, at hon er eitt áhugavert fyribrigdi, fyri
einhvønn við áhuga fyri politiskari sálarfrøði. Tí harðari aldan
brýtur í borð, størri gerst vissan um, at leiðin er røtt
Sannlíkt er, at nógvu mótmælini
ímóti høgrasneiðingini í føroyskum
politikki hava verið við til, at styrkt
trúnna hjá samgonguleiðsluni.
Helst við øvugtari effekt, enn
mótmælisfólkini hava ætlað.