Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hava eina støðuga fíggjarliga til­veru í Føroyum. Kritisku rødd­ir­nar eftirlýsa ein mið­ vísan búskaparpolitikk, ið ber við sær størri vinnuligt fjølbroytni í Føroyum og fleiri størv til væl útbúnu útisetarnar. Dugir ABDH borgarligt samskifti? Men borgarliga samgongan kundi helst staðið seg væl betri, enn hon ger í veljara­ kanningum nú. Tí borgar­ ligur retorikkur hevur, søgu­ liga, ofta tala til hjørtuni av einum breiðum skara av veljarum. Eitt nú er rættu­ ligur munur á, at hoyra brot úr røðum hjá Margaret Thatcher ella Ronald Reagan og síðani lurta eftir ABDH reto­rikki. Bæði vóru stórir til­hang­arar av skattalættum og almennum sparingum, eins og samgongan. Munurin er, at tey bæði fyrru, talaðu meiri sannførandi og við størri eldhuga fyri síni søk. Taka vit gamla klassiska grikska retoriska uppbýti, mill­um ethos, pathos og log­ os, hevur samgongan ikki stað­ið seg væl. Pathos sipar til, at ein boðberi vinnur ein móttakara yvir á sína síðu við at tala til kenslur han­sara. Nýggj gransking í politiskum samskifti hev­ ur avdúkað, at teir politik­ arar ið megna at tala til kensl­ur­nar á veljaranum, við sannføring og eldhuga, fáa størstu undirtøkuna. Orsøk­in til hetta er, at okkara heilar í stóran mun, inn­draga kenslurnar, tá vit skulu taka avgerðir um, hvørt okkum dámar okkurt ella ikki. Lykilin til at vinna kenslurnar er, at veljarin kenn­ir seg sum part av ein­ um førdum politikki. Hetta hevur samgongan ikki megn­ að. Tvørturímóti sær út til, at stórir samfelagsbólkar kenna seg uttanfyri rikna po­li­tikk­in. Eitt nú er normurin næstan vorðin at siga, at bert nøkur fingu ágóða av skattalættanum. Í mótsetning til pathos, sipar logos til skynsama sann­føring, ið talar til viti. Vantandi eldhugin og visións­loysi í politiska sam­ skifti­num hjá samgonguni ber við sær, at andstøðan og fakfeløgini, hava fingið ein gyltan møguleika, við eini røð av serfrøðingum á odda, at niðurgera sam­ gongupolitikkin við log­isk­ um argumentum. Nógvum av hesum hevur samgongan latið standa ósvarað. Skattalættar og minni beuro­krati tala annars intui­ tivt sterkt til nógvar veljarar á báðum síðum á høgra/ vinstra ásanum. Eitt nú er lítil ivi um, at Fólkaflokkurin van­liga hevur bæði vanlig arbeiðsfólk og vinnulívsfólk á sínari síðu. Stórur partur av teimum fyrru nú helst er rýmdur, tí flokkurin enn ikki hevur megnað, at tala sannførandi fyri, at hansara skatta­lætta søk eisini er fyri tey. Borgarligur retorikkur hevur, søguliga, ofta tala til hjørtuni av einum breiðum skara av veljarum. Men rættuligur munur er á, at hoyra brot úr røðum hjá Margaret Thatcher ella Ronald Reagan og síðani lurta eftir ABDH retorikki.