mikudagur 18. juli 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
… sang fólkakæri bólkurin Safir á
stóra tónleikatiltakinum Voxbotn,
meðan teir 3000 áhoyrarnir -
meginparturin lesandi útisetar, ið
eru heima í summarfrí - sum ein
trónandi heild tóku undir við, at
tað er yvirhøvur einki stuttligt at
hava ábyrgd, lán og útbúgving eftir
óvitandi barnaárini við playmo
bilum, lego og glerpípum.
Tað syndarliga er, at fá av teimum,
sum stóðu og sungu við, tíma at
vera vaksin í Føroyum, har armóð
og vónloysi hótta framtíðina. Fá
teirra tíma at hava ábyrgd í Før
oyum, fá teirra tíma at hava lán í
Føroyum, og fá teirra tíma at brúka
sína útbúgving í Føroyum.
Fólkafráflytingin,
sum
okkum
er fyri, stendur við og versnar. Í
stórum tali floyma ungdómar úr
Føroyum. Streymurin sleppur at
standa við uttan politiska skipanin
tykist geva fráflytingini ans. Sam
felagið er í beinharðari kapping um
okkara fremsta ríkidømi, okkara
dýrabarastu ogn, sum eru fólkini, ið
her búgva. Um tað enn ikki er púra
greitt, skal eg sláa tað rimmar fast:
Vit tapa. Vit fáa bank.
Støðan er tann, at serliga okkara
unga ættarlið rýmir úr Føroyum og
allarflestu teirra hava ongan hug at
venda aftur higar. Okkara ættarlið,
sum av røttum nú skal brynja seg
at flyta føroyska samfelagið fram
í framtíðini, er ikki her. Politiska
skipanin er farin undir at spjaða
okkara unga ættarlið – og í somu
stund at avlaga framtíðina.
Trúgvin upp á framtíðina
Vantandi handlingar stimbra í
hesum døgum undir og eiga sín
avgjørda lut í stóru fólkafráflyt
ingini. Eg skal ikki siga, um tað er
politiska skipanin, sum ikki trýr
upp á framtíðina í hesum landinum,
ella um okkara fólkavaldu bara eru
óvanliga stuttskygd – men tað er í
øllum førum púra galið við raðfest
ingunum.
Kanning, sum Norðuratlantsbólk
urin læt úr hondum í 2007, vísti, at
ein triðingur av teimum, ið fara til
Danmarkar at nema sær útbúgving,
høvdu fegin tikið eina bachelor
– ella ein part av útbúgvingini – í
Føroyum, um hetta bar til.
Serfrøðingar, stovnar og viðmerkj
arar hava seinastu árini skrivað eina
rúgvu av tilmælum, sum hava verið
á einum máli um, at eitt máttmikið
lestrarumhvørvi er alneyðugt krav,
um fólkafráflytingin av okkara
unga ættarliði skal steðga. Vantandi
útbúgvingarmøguleikar er tað, sum
noyðir størsta partin av føroyska
ungdóminum av landinum. Einki
av hesum verður ført út í lívið.
Støðan er nú, at flest øll fara av
landinum, tá tey hava lokið mið
námsútbúgving. Veruleikin er, at
tess longri føroyingar verða í Dan
mark ella aðrastaðni, tess størri
tilknýti fáa tey til nýggja heim
staðin. Samstundis verða líkindini
størri fyri, at tey ikki flyta heim.
Norðurnorski býurin Tromsø er
dømi um útjaðarøki, ið stendur
seg væl í kappingini um fólkatil
feingið. Býurin var í somu støðu
sum Føroyar fyri gott og væl
50 árum síðan. Tey ungu valdu
heimbýin frá. Fólkafráflytingin
var alarmerandi. Við sínum 66.000
íbúgvum fór býráðið undir sína
størstu byggiverkætlan nakrantíð
– eitt risastórt universitet, sum
skuldi draga ungdómar úr øllum
heiminum til sín. Tað eru 9.000 les
andi og 2.500 starvsfólk á hesum
fróðskaparsetrinum í dag, og ein
asta plássið í Norðurnoregi, sum
er í vøkstri nú, er Tromsø. Orsøkin
er fremst av øllum hetta altjóða og
kappingarføra
fróðskaparsetrið.
Reykjavík, Akureyri og Aalborg eru
dømi um tað sama.
Eitt kappingarført fróðskaparsetur
er alneyðugt fyri føroyska samfe
lagið. Tá ein norðurnorskur býur
kann draga ungdómar til sín, so
kunnu Føroyar sjálvandi eisini.
Ung lesandi hava áræðið og stimbra
í nógv størri mun undir broytingar
í einum samfelag enn aðrir aldurs
bólkar. Flestu teirra eru enn ikki
bundin at arbeiðsmarknaðinum
og hava ikki stovnað egna familju
og kunnu av somu orsøk loyva sær
meira, tá tey geva sína meining til
kennar. Teymarnir at arbeiða, skapa
og úttala seg eru fríari. Men tað eru
hesi somu fólkini, sum Føroyar
útflyta í stórum nøgdum, serliga
tí lestrarmøguleikarnir eru ov fáir.
Henda neyðuga skapanarorkan fer
okkum til spillis. Eitt kappingarført
fróðskaparsetur við 2.000 lesandi,
sum virkaðu og brúktu sínar peng
ar í føroyska høvuðsstaðnum, hevði
givið samfelagnum stóran íblástur.
Óteljandi møguleikar høvdu brád
liga tikið seg upp, sum við tíðini
hevði kastað pengar av sær kring
alt landið.
Sorgarsøgan er, at politiski viljin er
ov lítil og stuttskygdur.
Hóreiggingin
Samfelagið er okkum øllum til láns.
Tað eru skyldan hjá tykkum ábyrgd
arhavarum, at komandi ættarlið
arvar eitt eins gott samfelagið, sum
tykkum var latið. Tað er tíverri ikki
kósin í dag.
Meðan reyðu ávaringarlampurnar
lýsa alsamt týttari og fleiri standa
og rætta landsstýrinum hjá Kaj
eina hjálpandi hond ganga okkara
fólkavaldu og hóreiggja sær. Nøkur
einstøk dømi burtur úr rúgvuni:
Irrationella lokalpatriotisman fær
ongan enda, og løgtingslimir arbeiða
fyri nøkur útvald fólk heldur enn
alla tjóðina. Smálutir sum vegir
og tunnlar hava størri týdning
enn fólkafráflytingin. Íløgur, sum
ikki flyta nakað grundleggjandi,
men eru løtuvinningar hjá ávísum
politikarum.
Alt var ein ruðuleiki fyri jól. Tað
lukkaðist løgmanni og sitandi
samgongu at øsa óteljandi borg
arar og økja gjónna millum sam
felagsbólkarnar í hesum landinum
við forskattingini av pensjónum og
flatskattinum. Hugurin var eingin
at grundgeva fyri hesum stóru
samfelagsligu broytingunum, hóast
nógvar óvissur – sama óvissan er
birt í fólkunum. Mistrivni og størri
ójavni seta nú sín greiða dám á
samfelagið. Hetta fer helst at gera
tað enn trupulari at savna tjóðina,
tá tað verður neyðugt.
Okkara fólkavaldu royna enn sum
áður at verja sínar fyrimunir við
koyripengunum, hóast fjølmiðl
arnar hava fleiri ferðir víst á henda
hamrandi órættvísa skeivleikan.
Fyri at seta krúnuna á verkið eru
tað samgongulimir, sum tváa sínar
hendur í fjølmiðlunum og siga, at teir
brýggja seg ikki um politisku átøkini
hjá samgonguni, teir styðja. Eg skal
minna tykkum á, at fólkafráflytingin
er álvarsamari enn at ávirka mál, sum
eru meinaleys í stóra høpinum, ella
halda lív í einum politiskum flokki.
Tað verða færri pengar at brúka,
um fólkafráflytingin ikki steðgar.
Fyritøkur og handlar mugu snara
lyklinum, tí færri brúka tænast
urnar.
Eftirspurningrin
verður
ov lítil, og fólk verða uppsøgd.
Barnagarðar mugu lata aftur, tí
barnafamiljurnar
verða
færri.
Samfelagið verður ikki ment at
varðveita vælferðina, og enn minni
at taka roynistøk. Hetta er tað,
sum fer at henda við tíðini, um
ábyrgdarhavararnir, sum sita við
evsta valdinum, ikki taka sær um
reiggj nú.
Samfelagið skal liva víðari
Løgmaður bar alment fram í mai, at
fólkavøkstur er aðalmál hjá sitandi
samgongu. Føroyar hava mist sløk
1000 fólk, síðan hann setti seg í
løgmansstólin á heysti 2008. Kaj
Leo Johannesen hevur fyrr ført
fram, at hann er ikki tann, sum fer
av skipinum – hann fer heldur niður
við skipinum. Góði Kaj, fullfør ikki
hóttanina, um tað ikki eydnast tær
at venda skútuni.
Samfelagið skal liva víðari eftir
tykkara tíð. Tit eiga tykkara stóra
lut í at syrgja fyri, at vit, sum fram
haldandi vilja búgva her, kunnu tað
undir sømiligum umstøðum.
Tað eru fá, sum bíða spent eftir at
vera vaksin í Føroyum. Allarflestu
teirra tíma ikki at vera vaksin her.
Støðan er nú, at fá teirra tíma at
hava ábyrgd í Føroyum, fá teirra
tíma at hava lán í Føroyum, og fá
teirra tíma at brúka sína útbúgving
í Føroyum.
»Eg tími ikki at vera vaksin…«