mikudagur 18. juli 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Í fimm umførum hevur føroyska
talentliðið verið til VU-spelen í
Gøtuborg. Kappingin er sera, sera
sterk, og kann í mongum førum
samanberast
við
eitt
norður
landameistaraheiti og kanska enn
sterkari viðhvørt. Kortini hevur tað
onkuntíð eydnast okkara at koma
upp á sigurspallin. Í 2006 vann
tann tá 12 ára gamli Rúni Seloy
silvur á 600 metrum. 13 ára gamla
Rebekka Fuglø vann bronsuna á
sama teini. Í 2010 eydnaðist Bjørk
Herup Olsen at vinna bronsu á
1.500 metrum fyri gentur 19 ár, og
í fjør komu tey heim við tveimum
bronsuheiðursmerkjum. Tað vóru
Marnar Djurhuus á 3.000 metrum
dreingir 15 ár og Katarina Høj á 600
metrum gentur 12 ár, sum stóðu fyri
teimum.
Fyrsta gullmerkið
Men í gjár høvdu vit á fyrsta sinni
ein føroying á ovasta pallinum!
Eitt sindur óvæntað kanska, tí á
startlistanum til 3.000 m forða
renning var ein rættiliga skrøpp
tanta, sum neyvan hevði verið til at
havt við at gjørt, um hon livdi upp
til tilmeldingartíðina. Tað gjørdi
hon ikki, tí hon møtti ikki til kapp
ingina. Onkur onnur avboð vóru
eisini, so tá saman um kom, vóru
bert fýra kvinnur á startinum. Um
framt Bjørk vóru vóru tað tvær
svenskar og ein íslendsk kvinna.
Hesar fýra fylgdust fyrsta um
farið, men longu tá sást, at tær báðar
aftaru høvdu hug at dragnað. Bjørk
og tann eina svenska, Emma Dahl,
sum er nummar fýra á svenska
styrkislistanum, fylgdust fyrstu
1.000 metrarnar, men so tók at
slitna millum tær. Seint men trygt
legði Bjørk meira og meira sjógv
ímillum, og eftir 2.000 metrum sá út
til, at hetta fór at gerast ein tryggur
sigur.
Datt og vann
Men tá bert smáir 500 metrar vóru
eftir, hendi nakað, sum fekk tað at
renna kalt niður eftir bakinum hjá
øllum í føroysku leguni. Bjørk datt
um eina forðing, og fór skerfløt
skreiðandi eftir breytini. Hetta
kundi gerast smeitur, men lukkutíð
var Bjørk skjót á føtur aftur og helt
til beins undan tí svensku, sum nú
var komin eitt fitt petti nærri, og nú
eisini sá sær ein møguleika at taka
gullið.
Tá so langt er útliðið í einari
forðarenning, er sera trupult at
finna aftur í rytmuna, samstundis
sum man blívur bangin fyri forð
ingunum. Munurin var minkaður
úr 60 niður í 30 metrar og minkaði
alsamt. 150 metrar og vatngrøvin
fyri seinastu ferð. Øll hildu ondini.
Jú, tað gekk væl. Bert ein forðing
eftir. Tað gekk eisini væl. Nú var
bert eftir at spurta á mál eftir gull
merkinum. Og hetta eydnaðist
eisini til fulnar í nýggjari føroyskari
mettíð – trý sekund framman fyri
svensku Emma Dahl. Gamla metið,
sum var 11.01,90, varð betrað til
10.55,28.
Tvey met í einum
Hendan tíðin er ikki bara føroyskt
met. Hetta er eisini tað sterkasta
úrslitið nakrantíð í føroyskum
frælsum ítrótti, um hugt verður
eftir stigunum í talvuni hjá IAAF.
Harafturat er hetta met fyri uni
versitetið, har Bjørk gongur. Fyrr
í summar vóru boð úr Danmark
eftir Bjørk, har hon varð biðin um
at umboða Danmark í NM U23 í
júst hesi greinini. Tá var tað gamla
metið – 11.01,90, sum danir høvdu
fingið eyguni upp fyri. Og seinastu
trý árini er tað eisini bara ein donsk
kvinna, sum hevur runnið hendan
teinin skjótari enn Bjørk.
Enn fleiri met
Fyrsta metið kom tá ið Bjørk Herup
Olsen rann 1.500 metrar. Málið hjá
henni var eitt persónligt og harvið
eisini nýtt føroyskt met, sum hon
setti á júst VU Spelen í 2010, tá
hon rann 4.37, 83. Hetta megnaði
hon upp á hangandi hár. Nevniliga
við tíðini 4.37,31 min., sum altso er
nýggja føroyska metið.
Øssur Debes Eiriksfoss setti nýtt
føroyskt met í 110m forðarenning.
Øssur kom á mál smá tvey sekund
undir metinum hjá Regini Reinert.
Gamla metið var 19,2 sekund, nýggja
metið er 17,38 sekund.
Hann setti eisini nýtt føroyskt
met í trístøkk. Gamla metið, sum
hann sjálvur átti, setti hann á
oyggjaleikunum, tá hann leyp 13,93
metrar. Hesaferð megnaði hann at
koma út á 13,96 metrar, og harvið at
betra føroyska metið við trimum
sentimetrum.
Herfyri gjørdist hann fyrsti
føroyingur upp um tveir metrar í
hæddarlopi, og í hesi kappingini
royndi hann at betra um tað við at
hoppa 2,02m. Hetta miseydnaðist.
albinus@sosialurin.fo
Bjørk vann gull í Göteborg
Frælsur ítróttur Bjørk Herup Olsen hevur sum fyrsti føroyingur nakrantíð vunnið gull í VU-spelen
í Göteborg, Svøríki. Hóast hon datt á 3.000m forðarenning, so kom hon fyrst um málstrikuna við eini
tíð, sum er meir enn bara føroyskt met. Eisini Øssur Debes Eiriksfoss setti tvey nýggj føroysk met.
Bjørk við foreldrunum Sunnvu, Jósvein og venjaranum Halli, sum fekk skateboardið, ið vinnarin fekk umframt gullheiðursmerkið