mikudagur 18. juli 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
4. partur
Tað hevur verið greitt frá fyrr í Mið
vikuni um ein føroying, sum eigur
part í bygdarsøguni á Skálum. Hetta
er Marius Hansen úr Sørvági. Hann
var giftur í Føroyum og átti børn.
Men konan doyði, og hann fór úr
Føroyum og kom ikki aftur. Hann
hevði ein son við sær, meðan tvey
børn vóru eftir í Føroyum.
Sonurin, Sámal; druknaði í lend
ingini á Skálum. Tað verður sagt,
at Marius lá í songini saman við
soninum í tveir dagar í vónini um,
at hann fór at rakna við aftur.
Í Íslandi giftist Marius aftur og
fekk børn. Marius má hava verið
eitt sindur serligur, tí hann er ein
asti persónur, sum hevur fingið
sína egnu søgu í bóklingi, sum er
gjørdur um Skálar.
Hann var roknaður fyri at vera
ein framburðsmaður. Millum annað
fór hann at velta og hoyggja. Hetta
hevði hann við sær úr Føroyum og
tykist at hava verið ókent á Skál
um.
Marius var seinasti maður, sum
er deyður og jarðaður í kirkjugarð
inum á Skálum.
Hann eigur eftirkomarar í Ís
landi, og hava teir verið við til at
varðveita hansara søgu. Eisini eigur
hann eftirkomarar í Føroyum.
Vóru bangin um okkum
Nú verður komið aftur til frásøgn
ina hjá Jóannes: Vit róðu so dag
um dag og fingu væl av fiski. Men
so ruskaði hann veðrið, hann var
vesturhallur útnyrðingur. Tað var
nakað av vindi út frá buktini. Ein
dag hildu vit, at hinir bátarnir høvdu
fingið skjótt uppí, tí teir fóru skjótt
til lands. Men vit vóru liggjandi og
gjørdu av, at vit skuldu liggja móti
Reyðabergi. Men nú bleiv vindurin
so nógvur, at tveir mans máttu
andøva, og settu vit seglið á. Men
báturin varð tá so tungur, so ein
okkara mátti oysa alla tíðina, til vit
komu í skoruna av Reyðabergi. Tá
vóru allir bátarnir komnir inn fyri
langari tíð síðani. Vit larraðu við
seglunum inn í mølina á Skála. Tað
vóru nógvar hendur, ið tóku í bátin
hendan dagin. Á Skálum stóð mest
sum alt konufólkið og faktorurin.
Eg spurdi pápa, hvat hetta hevði
at týða. Hann segði, at fólk høvdu
verið so bangin um okkum, tí hetta
var einasta ætt, at nakar bátur var
burturgingin á Skála. Øll vóru so
glað um, at vit vóru afturkomnir í
øllum góðum.
Góð ráð frá bóndanum
í Kumluvík
Nú minkaði fiskiskapurin, og einki
fekst úti í Stronginum. So var
tað ein dagin, vit vóru farin inn
í Kumluvík, innan fyri Skálar, og
royndu eftir reyðfiski. Tá sóu vit
nógvan fugl innanfyri og fóru til
árarnar inn har, sum fuglurin var.
Tá stóð á at draga inntil sólin reis í
eystri, tá føldist eingin aftur. Men
tá var báturin eisini fullur av fiski.
Vit fingu fýra góðar dagar. Men tá
kom so nógvur bátur, at hann stygdi
fiskin, og einki fekst aftur.
Vit plagdu annars at rógva inn
í Kumluvík at vitja bóndan. Vit
høvdu altíð nakrar keksir við til
børnini hjá bóndanum. Vit kundu
taka hond í at hoyggja við teimum,
til vit fóru avstað aftur. Tá segði
bóndin okkum, at fiskurin kundi
fara heilt inn á botn í Eiðisvíkini,
sum er miðskeiðis á Langanesi, og
hann vildi trú, at fiskurin var har
nú.
Nú var tað komið út um 20. au
gust, og fiskurin var minkaður
niður í lítið og einki. Summir bátar
vóru farnir at royna eftir reyðfiski,
men tað tímdu vit ikki. Men so helt
eg fyri við mínar menn, at vit burdu
gjørt, sum bóndin ráddi okkum, og
farið og roynt inni í buktini heilt
innan fyri sandin. Vit gjørdu so og
til bar. Vit kastaðu og beinanvegin
var fast. Tveir stórir toskar vóru á.
Tað var skjótt, at vit floyttu bátin
og fóru at landi við veiðini.
Hugsa um at fara heim
Tað kann ikki sigast annað, enn tað
skuldi ein sterk trúgv at fara í eitt
annað land at vinna sær ársvinnu
við einum so lítlum fari sum hesum
fýramannafari.
Men Jesus havi lov og tøkk, sum
var við okkum frá byrjan av hesi
tíð, vit vóru á Skála, og sum nú var
komin móti endanum.
Nú var veðurlagið vorðið so skift
andi. Vindurin gekk meira norður á,
og útróðurin var mest sum uppat
hildin. Vit vóru byrjaður so smátt
at savna tað saman, sum vit skuldu
hava heim aftur við okkum.
Eg fór á kontórið við vektarseðl
unum, sum vístu allar avreiðing
arnar, sum vit høvdu havt tíðina
á Skála. Tær vístu, at í mai vóru
10 avreiðingar, í juni 22, í juli 41, tá
vóru 14 sildaavreiðingar uppi í, og
í august vóru 24. Hetta var so tað,
sum vit fingu burtur úr hesi Skála
ferð, og nettovinningurin vísti 7.235
kr.
Steintór takkaði fyri gott sam
starv, og bjóðaðu okkum væl kom
nar yvir aftur. Hann helt, at vit
høvdu verið hepnir at fiska og vóru
nógv bestir. Eg helt, at vit høvdu
fingið 30 skippund, áðrenn hinir
vóru komnir, og hetta kundi ikki
roknast uppí. Men kortini vóru vit
bestir.
Nú sigur Steintór, at fartur verð
ur frá Seyðisfirði til Føroya tann 10.
september við Novu hjá Bergenske
Damskipsselskapinum.
Um
vit
fingu okkum onkran fart suður til
Seyðisfjarðar, so skuldi hann fáa
okkum pláss til Føroya við hesum
skipinum.
Nú vóru vit so lidnir frá virk
seminum á Skála, og hetta kvøldið
fingu vit ein seyð. Hann var bara
góður og vigaði 30 pund. Kona Joel,
sum húsaðist fyri okkum, gjørdi
pylsuna, og hon kókaði eisini kjøtið.
Hon gjørdi síðani reint í húsinum,
Nú koma vit til endan av tíðini hjá Jóannes á Skálum. Tað tekur sína tíð at koma heim og
at gera túrin upp. Hetta er ikki minni áhugavert sum lýsing av tíðini, sum var
Til Íslands við Óla:
Geila Jóannes: Tíðin komin
at fara heim av Skálum
Geila Jóannes
Føroyingar aftur á Skálum
Mynd: Hilmar Højgaard
Ein toft av sethúsum á Skála