Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Í komandi Miðviku verður frásøgn frá dóttir og abbasoni bretskum hermanni, sum var í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Her verður enn eitt íkast til hesa søgu. har vit tríggjar bátsmanningar búðu. Krovið býttu vit okkara mill­ um og pylsuna eisini, men kona Joel fekk mørin, høvdið og beinini aftur­fyri ómakin. Vit vóru annars falnir væl til á Skála og kendu mestsum øll. Tað var tí eitt sindur merkiligt at fara avstað aftur. Men alt fær ein enda, eisini hetta. Upp varð klárað vil Aldufelagið. Men nú var trupulleikin at sleppa til Seyðisfjarðar, tí fartur var eingin enn. Bátin høvdu vit selt á Skála fyri 140 krónur. Nú lá hann høgt, og skip vóru komin undir Nesið. Eitt av hesum var Buttercup hjá Evensen í Havn, sum Andreas í Túni á Toftum førdi. Hann kom í land og varð spurd­ur, um hann kundi koma suður á Seyð­ is­fjørðin við okkum. Hann svar­aði, at tað var í lagi, um hann fekk loyvi frá reiðarínum. Nú bleiv spenn­andi, hvat svarið bleiv. Vit fóru at pakka niður uppá berá. Vit vóru lidnir, men eingi boð vóru komin. Nú var komið fram til 6. september, og spenningurin vaks. Men so komu beskeðini. Hann vildi føra okkum suður til Seyðis­fjarð­ar fyri 10 krón­ ur fyri mannin. Um­framt hetta skuldu vit gjalda havnar­gjaldið. Hes­um tóku vit gleði­liga av. Tað var beinanvegin byrjað at føra umborð, men tað var ikki liðugt fyrr enn móti morgni 7. september Grótu, tá vit fóru Á Skála var alt samankomið, sum kundi ganga. Nógv grótu og bóðu okkum vera vælkomnar næsta summar. Vit komu til Seyðisfjarðar nakað út á seinnapartin tann 7. Vit vórðu vístir til eini hús hjá Aldu­ felagnum, sum kallaðust Liverpool. Har skuldu vit vera, til Nova kom. Dagin eftir fingu vit boð um at møta á skrivstovuni hjá Steffan Jónsson, stjóran á Aldufelagnum. Vit høvdu roknað við at fáa okkara ágóða heim við okkum. Men nú skiltist, at peningaávísingin skuldi sendast við posti til Føroya. Tá fekk eg illgruna um, at tað mundi ikki standa so væl til. Eg segði tá við hann, at í so fall lá eg eftir, til eg hevði fingið pengarnar. Tá fekk eg við onkrari undanførslu ávís­ingina. Um eg hevði latið hann sent ávís­ ingina við posti, sum hann ætlaði, so kundu vit spælt av við alt. Vit vóru tveir dagar á Seyðisfirði, áðrenn Nova kom. Meðan vit bíðaðu, hentaðu vit ber. Hetta var besta tinganest, sum børnini heima kundu fáa úr Íslandi. So kom Nova, og vit fóru um­ borð. Leiðin gekk síðani til Norð­ fjørðin, Reyðarfjørðin, Eskifjørðin og seinast á Fáskrúðsfjørðin, har leirvíkingarnir komu umborð. Eg tosaði við Jóan Jakku á Gerðismørk um, hvussu summarið hevði gingist á Vattarnesi. Hann lat væl at og segði, at hetta var eitt tað besta summar, hann hevði verið har yviri. Nú høvdu teir maskinbát, og hetta var ein grúiligur lætti. Teir høvdu fingið 260 skippund. Hann spurdi, hvat vit høvdu fingið. Jú vit høvdu fingið 221 skippund í turrum fiski, men teir høvdu roynt eina viku meira enn vit. Hann helt, at tað var óført, sum vit høvdu fingið. Av Fáskrúðsfirði varð lagt til havs til Føroya. Tað tók 26 tímar millum lond­ini. Vit komu á Fuglafjørð um 6 tíðina 12. september. Vit sendu boð eftir Kalsoynni, og Hanus bóndi kom eftir okkum og førdi okkum til Húsar. Av Húsum vóru við Ravninum Johannes Fr. Joensen og Símun K Joensen. Johan H Hendriksen og Johan Elias Eliassen vóru úr Mikla­ dali. Aðrir útróðrarmenn av Húsum á Skála vóru m.a. Sivar Højgaard, Jóan J. Joensen, Hanus Joensen, Jóann­es Johannesen, allir av Hús­ um. Vit vóru Gud havi lov allir væl fyri og afturkomnir í øllum góð­um. Vit tríggir á Geil vóru nú allir væl afturkomnir til hús. Mikla­dals­ menn­inar førdu vit norður tað sama kvøldið. Tá varð byrjað aftur, sum áðrenn vit fóru, at arbeiða í bø, haga og báti. Til Klaksvíkar at rokna av Men so komu pengarnir gjøgnum Føroya Banka. Eg bað Johan Elias og Johan Hendrik koma heim til Húsar at býta pengarnar, og tá ið alt var avtrekt vóru millum 800 og 900 krónur eftir í part til hvønn okkara. Vit fingu tískil einar 200 krónur meira, enn um eg hevði farið við Sigurfarinum. Nú var eftir at fara innar til Klaksvíkar at betala skuld­ ina til Kjølbro. Hetta var um 2-3.000 krónur. So helt eg ein dagin við Símun bróður, at vit áttu at farið inn til Klaksvíkar við pengunum, sum vit skyldaðu Kjølbro. So var gjørt. Vit stimaðu inn á Biskupstøð. Eg fór niðan í handilin at innloysa skuldarbrævið. Kjølbro var har. Vit heilsaðust, og hann segði: “Væl afturkomin Jóannes. Sum eg hoyri hava tit verið sera hepnir við útróðrinum í summar”. Eg helt, at hetta var nógv yvir okk­ ara væntan. Hann fór eftir skulda­ skjalinum. Eg lat hann fáa peng­ar­ nar. Hann skrivaði goldið á skjalið, gav mær tað og sigur við meg, at um vit fara avstað aftur eina aðra ferð, so vóru teir altíð fúsir at vera til hjálpar. Eg takkaði fyri hjálpina, sum hann hevði veitt okkum og tað álit, Kjølbro hevði sýnt okkum við at lata okkum útgerð til ferðina. Hann segði: “Eg metti tykkum sum álitismenn, og tit hava roynst sum álitismenn, sum hetta skjal ber boð um, men Jóannes, sildagarnið skal tú eiga.” Eg takkaði aftur fyri og síð­ an skiltust vit. Meðan eg hevði verið upp hjá Kjølbro, høvdu hinir roynt eftir øðum. Tað ráddi um at nýta tíðina. Teir skuldu koma eftir mær á Lítlu­ beding. Tá høvdu teir fingið tvær kurvar av øðum, so nú høvdu vit fingið agn eisini. Vit róðu væl hýrdir aftur til Hús­ar. Hervið var hesin Skálatúrur komin at enda og hvør hevði fingið sítt. Fyrst var reisan yvir goldin, síðan fekk Aldufelagið sítt. Ferð­in frá Skála við Buttercup til Seyðis­ fjarðar var goldin, og tað sama var reisan til Føroya. Eg havi nógv gott at minnast aftur á hesa ferð. Eg fekk nógvar góð­ar vinir, sum eg havi nógv at takka fyri. Var tú fyrst komin í tak­ føri við ein íslending, kundi tú líta á hann. Hetta er erfaringin eg fekk. Men tað bleiv bara tann eini Skála­túrin hjá mær. Eg var fallin til við sluppfiskiskapinum, og mær dámdi tað væl. Tí fór eg aftur at fiska við slupp. Hetta er so endin á hesi frásøgn hjá Jóannes. Men hann greiddi frá mong­um øðrum áhugaverdum, sum kanska verður komið aftur til. Hann kom at sigla nógv, serliga við slupp­ini Gudrun. Tveir gamlir vinir frá fiskimannafelagstíðini. Frásøgmaðurin á ferðini saman við Erling Joensen frá Gjógv Skálar sæð úr erva. Smáu rundingarnar vísa, hvar hús hava verið Her hava mong føroysk fiskiskip krokað