mikudagur 18. juli 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Minni arbeiðsloysi
í Íslandi
Í Íslandi var arbeiðs
loysið í juni tað minsta
í hjálvtfjórða ár. Í pro
sentum var tað 4,8, sum
var næstan eitt prosent
stig minni enn í mai. Í
meðal vóru 8.700 fólk
arbeiðsleys í juni ella
meiri enn 1.000 mánaðin
undan.
Tá kreppan brast á
í Íslandi í september í
2008, var arbeiðsloysið
bara 1,3 prosent. Hálvt
annað ár seinni, í febr
uar í 2010, var tað 9,3
prosent.
Tey nýggju tølini vísa,
at í juni var arbeiðsloys
ið í Reykjavík og har
á leiðini umleið tvey
prosentstig størri enn á
bygd. Í høvuðsstaðarøk
inum var tað 5,5 prosent
og 3,5 prosent á bygd.
Í tølunum sæst eisini,
at umleið 40 prosent
hava verið skrásett ar
beiðsleys í eitt ár ella
longri. Tað er 440 færri
enn ein mánað framm
anundan, sigur hagstov
an í Reykjavík.
Fiskavirkini
fáa ikki fólk
Tað ljóðar sum ein and
søgn, men í Grønlandi
er tað ein veruleiki, at
fiskavirkini í Ilulissat,
Qasigiannguit,
Uum
mannaq og Upernavik
hava stórar trupulleikar
av at fáa nóg mikið av
fólki til arbeiðis um
summarið. Avleiðingin
er, at nógvur fiskur
verður frystur og síðani
sendur
óvirkaður
av
landinum, og í øðrum
føri verður fiskurin so
vánaligur, at hann kann
ikki brúkast til matna.
Fundur hevur verið
millum landsstýrið og
umboð
fyri
Norður
kommunu, og har var
semja um, at tað kann
ikki vera rætt at útflyta
rávøru, sum kundi givið
arbeiðspláss,
skrivar
KNR. Tí verður nú roynt
at finna neyðuga ar
beiðsmegi aðrastaðni.
Gjørdi minni skaða
enn væntað
Oljan, sum lak úr ís
lendska farmaskipinum
Goðafossi, tá tað strand
aði við Hvaler í Noregi
í februar í fjør, gjørdi
ikki so stóran skaða á
umhvørvið, sum fólk
stúrdu fyri tá. Umleið
2.000 sjófuglar doyðu av
oljuni, og myndugleik
arnir bóru ótta fyri, at
oljan fór at søkka niður
á born og at gera av við
alt livandi á botni. Men
kanningar hava nú víst,
at oljan fór ikki so langt
niður í sjógvin, og at
djóralívið á botni hevur
tað gott, sigur Rune
Bergstrøm hjá Kystverk
et við NRK.
Hann sigur, at ta
fyrstu tíðina var eitt
sindur av olju at síggja
í kræklingi, men at hon
hvarv skjótt. Kanningar
av hummara og ymsum
fiskasløgum hava víst,
at tey eru ikki ávirkað
av oljuni.
Tey fyrstu árini aftan á ald
arskiftið gekk prísurin á hús
um og íbúðum í Danmark
bara uppeftir, og tá fólk
rindaðu lánini, samstundis
sum virðið vaks, gjørdist frí
virðið størri og størri. Og við
veksandi frívirði fylgdu betri
møguleikar at læna pengar í
bankunum.
Búskaparfrøðingar ávar-
aðu tó um, at hetta var ein
bløðra, sum fór at bresta fyrr
ella seinni. Tað hendi í 2007,
og hesi fimm árini síðani er
frívirðið í donskum húsum
og íbúðum minkað heilar
770 milliardir krónur. Fyri
ein meðaleigara merkir tað,
at hansara frívirði er minkað
540.000 krónur tey seinastu
fimm árini, skrivar Ritzau.
Eftir einari greining, sum
Nykredit
Markets
hevur
gjørt
eftir
upplýsingum
frá
Realkreditráðnum,
donsku
hagstovuni
og
Tjóðbankanum,
eru
tað
serliga tey, sum eiga sethús,
ið hava mist. Eitt nú vísa
tølini, at fyrsta ársfjórðing
í ár minkaði frívirðið í
sethúsum
25.000
krónur,
meðan meðalfallið fyri hús
og íbúðir var 17.000 krónur.
Tað
minkaða
frívirðið
ávirkar ikki gerandisdagin
hjá eigarunum sum so, men
tað hevur stóran týdning,
um eigarin ætlar sær at
selja húsini ella íbúðina ella
at biðja um fígging til nýggj
vindeygu ella annað.
Frívirðið í donskum húsum og
íbúðum minkað 770 milliardir
Síðani tann sonevnda bústaðarbløðran brast í Danmark fyri
fimm árum síðani, er frívirðið í einum húsum ella einari íbúð
minkað meiri enn eina hálva millión krónur í meðal
Fá eldri fólk
virkin í politikki
Av teimum 169 limunum í norska Stórtinginum eru bara sjey
menn og ein kvinna, sum eru oman fyri 65 ár, og fimm teirra
hava boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur, tá stórtingsval verður
í heyst. Hetta hóvar ikki felagsskapinum Seniorsaken
Tá stórtingsval var í 2009,
vóru umleið 15 prosent av
norska fólkinum eldri enn
65 ár, men bara trý valevni úr
hesum aldursbólkinum komu
í tingið. Hevði hesin aldurs
bólkurin verið umboðaður
eftir aldurssamansetingini í
fólkatalinum, skuldu minst
25 stórtingslimir verið oman
fyri 65. Granskarin Jo Saglie
sigur við kringvarpið NRK, at
flokkarnir gera ov lítið fyri at
fáa tey eldru fram.
– Allir flokkarnir hava
ungdómsfelagsskapir, sum
eru virknir í uppstillingini,
men soleiðis er tað ikki hjá
teimum eldru, sigur hann.
Tað finnast eldri fólk,
sum hava hug at taka lut í
politikki á ovastu rók. Ein
teirra er Inge Lønning úr
Høgra, sum hevur játtað at
stilla upp í heyst, hóast hann
hevur fylt 74. Lokalfelagið
í Hordalandi hevur tó ikki
gjørt av enn, um hann skal
upp á listan. Javnaldur hans
ara, Arne L. Haugen í Arbeið
araflokkinum, hevur hin
vegin boðað frá, at hann fer
úr Stórtinginum í heyst.
Í felagsskapinum Senior
saken harmast tey um, at
tey eldru eru so illa umboðað
í Stórtinginum, tí tað er
tørvur á teimum har, sigur
formaðurin, Tore Henning
Larsen, við blaðið Vårt Land.
Tað stóra fallið í frívirðinum merkir, at frívirðið er aftur á
sama støði, sum tað var fyri ellivu árum síðani (Mynd: Polfoto)
Bara sjey av teimum 169 limunum í verandi Stórtingi eru oman fyri 65 ár
Mynd: Polfoto