mikudagur 18. juli 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í
Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving
og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
Á hvørjum ári fara hundratals føroyskar
pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og
uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð,
ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini
hevur nógvar spurningar við sær.
Tí skipa Eik, MFS (Meginfelag Før
oyskra Studenta) og ASK (Altjóða Skriv
stovan) fyri Pisudøgum á hvørjum ári. Í
ár verður eisini høvi at hitta umboð fyri
Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.
Tiltakið er ætlað tær, ið fer undir víðari
lestur uttanlands, og endamálið er at
geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð
ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu
sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá
byrjan sum gjørligt.
Pisudagar 2012
Mikukvøldið 1. august kl. 19.30
– á deildini hjá Eik í Klaksvík
Hóskvøldið 2. august kl. 19.30
– á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum
í Havn
Fríggjakvøldið 3. august kl. 18.30
– á Miðnámsskúlanum í Suðuroy
Skrá
• Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar
royndir við at vegleiða, fer at greiða frá,
hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við
hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná at
tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann
nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá
lestrarbyrjan
• Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um
fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú
stovnar eina NemKontu og týdningin av at
leggja eina góða fíggjarætlan
• Umboð fyri MFS greiða frá praktiskum
viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi
kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður
høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum
londum
• Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur
føroyingum í Danmark, gevur tær góð
ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti,
lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti
• Aftaná framløgurnar verða luttakararnir
bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa.
Í bólkunum verður høvi at tosa við
onnur ung, ið eru/fara uttanlands í
lestrarørindum og seta nærri spurningar
til ASK, MFS, Eik og Ráðgevingina fyri
føroyingar í Danmark
• At enda verður møguleiki at “mingla” og
fáa sær okkurt leskiligt til góman.
EIK – MFS - ASK
Pisudagar 2012
ERT TÚ KOMIN INN Á EINA ÚTBÚGVING Í ÚTLANDINUM? HYGG HER!
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Hey Holger + Bjørg!
Eg havi søkt til Markedsføringsøkonomi í DK. Nú leiti eg
mær eftir ráðgeving, hvussu og hvat eg skal gera fyri at
fáa SU og alt, har til hoyrir. Eg seti tað upp í punktum:
• Hvat skal eg gera fyri at fáa SU
• Hvussu fái eg mær danskt CPR-nummar
• Er tað neyðugt at flyta meg til danskan banka
Vónandi fært tú svara mær hesum.
Vh. W
Hey W
Tú skalt ikki søkja um SU, fyrr enn tú ert komin inn á eina
útbúgving og í mesta lagi ein mánað fyri útbúgvingar
byrjanina – til dømis 1. august, um tú byrjar 1. september.
Tá ið tú flytur til Danmarkar, skalt tú beinanvegin fara
til kommununa fyri at fáa eitt danskt cpr. nr., sum verður
sent til tína donsku adressu innan 8-10 dagar.
Síðani skalt tú fara á Borgerservice skrivstovuna og
fáa tær Nem-ID (digitala undirskrift), sum tú kanst brúka
at søkja um SU ígjøgnum “Min-SU” á heimasíðuni hjá
www.su.dk
Tú skalt minnast til at geva bankanum hjá tær – gjarna
einum føroyskum banka – boð um, at tú hevur eitt cpr. nr.,
so at tú kanst fáa tær eina Nemkonto, har pengarnir frá
SU verða sendir.
Tær nýtist ikki at skifta banka, men kanst brúka ein
føroyskan banka og fáa SU-pengarnar settar inn á tína
Nem-konto, og tú kanst saktans brúka eina konto, sum tú
hevði frammanundan, um tú vilt tað.
MFS og ASK hevur í byrjanini av august tiltak í
samstarvi við Eik Banka, har øll praktisk viðurskifti av
hesum slagi verða gjøgnumgingin. Tú kanst eisini lesa
meira um hetta á www.radgevingin.dk ella á www.mfs.fo.
Vónandi svarar hetta tínum spurningum..
Vh. Bjørg og Holger
Góðan dagin
Vónandi kunnu tit vegleiða meg.
Eg varð student nú í summar og fekk eitt rímiliga gott
prógv, men eg haldi ikki, at tað er nóg gott til, at eg kann
sleppa inn á tað útbúgvingina, sum eg í nógv ár havi
droymt um at sleppa inn á í Danmark.
Hvat kann eg gera fyri at fáa ein møguleika at sleppa
inn á mína ynskiútbúgving?
Takk fyri xxx
Svar til xxx
Í Danmark kanst tú søkja inn gjøgnum antin kvotu 1
ella kvotu 2. Søkir tú ígjøgnum kvotu eitt, er tað bert
miðaltalið á tínum prógvið, sum avger, um tú verður
upptikin ella ikki. Ein kvotu 2 umsókn er samstundis
eisini ein kvotu 1 umsókn. Søkir tú ígjøgnum kvotu 2,
er tað miðaltalið og onnur viðurskifti, tað verður hugt
eftir. Upptøka umvegis kvotu 2 er ein eyka møguleiki
fyri tey, sum ikki kunnu sleppa inn gjøgnum kvotu 1.
Útbúgvingarstovnarnir avgera, hvussu prosenttalið av
teimum, sum verða upptikin gjøgnum kvotu 2, skal vera,
og tað er ymiskt, hvussu hetta prosenttalið er, men nógva
staðni sleppa bert 10% inn gjøgnum kvotu 2, so kappingin
er hørð. Vit mæla til, at tú í góðari tíð setur teg í samband
við ein lestrarvegleiðara á tí útbúgvingarstovni, har
tú ynskir at sleppa inn, fyri at vita, hvat tey har leggja
dent á í eina umsókn gjøgnum kvotu 2. Tað kann vera
sera ymiskt, hvat teir ymisku útbúgvingarnir leggja
dent á. Eisini kanst tú fara inn á heimasíðunum hjá
útbúgvingarstovninum og har lesa um, hvat tey hyggja
eftir í umsóknum gjøgnum kvotu 2.
Vh. Bjørg og Holger