fríggjadagur 20. juli 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
??
Síða 8
???
Kjak á síðu 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Onkrastaðni í javnvágini millum
tað, sum er best fyri fjøldina, men
sum leggur upp fyri frælsinum hjá
tí einstaka, hava vit okkara norð
urlendska
vælferðarsamfelag.
Valið er frítt, viljin er fríur, og vit
ráða okkum sjálvum. Soleiðs stórt
sæð, runt roknað og ikki so nógv
meira enn tað. Vit hava eisini valt
at skipa okkara samfelag við lógum
og reglum, sum tryggja okkum eitt
vælskipað, framkomið og trygt,
men framvegis frítt samfelag.
Tá ið amerikumenn skrivaðu
sína grundlóg, stóðu kongur ella
annar almennur myndugleiki ikki
fyrst fyri. Nei “We The People” – vit
fólkið – eru fyrstu orðini í grund
lógini hjá sambandsríkinum, og
við teimum varð dentur lagdur á,
at einstaklingarnir komu fram um
alt annað vald. Valdið spratt úr og
endaði í fólksins vilja, og heldur
enn almenni myndugleikin so var
tað upp til tey einstøku at leggja
síni viðurskifti og sínar umstøður
tilrættis.
Nú kókar yvir hjá summum
orsakað av viðmælum, frámælum
og tilmælum frá serkøna og polit
iska myndugleikanum. Tað er ikki
loyvt at roykja á almennum støð
um, sigarettir skuldu helst verið
bannaðar, vit skulu ikki eta grind
og spik, tollfría sølan av rúsdrekka
og tubbaki átti at verið steðgað, og
dagrøktarar skulu ikki roykja heima
hjá sær sjálvum – heldur ikki eftir
arbeiðstíð. Samstundis fáa vit eisini
at vita, hvussu vit áttu at livað og
látið: meira motión, minni feitt,
meira frukt og minni sukur, meira
grønmeti og minni salt.
Og nú eru tað tey, sum tala at.
Hvar er persónliga frælsið og valið,
tá ið tað almenna skal taka avgerðir
nar fyri okkum. Hvar gongur markið
millum tað, sum einstaklingur
hevur rætt at velja, men sum ikki
gongur út yvir fjøldina? Og nær
gongur atlitið fyri fjøldini ov nógv
út yvir frælsið hjá einstaklinginum?
Tað er einki avgjørt svar upp á
hesar spurningar, meiningarnar eru
ymiskar, og stundum er eisini móti
í teimum korrektu meiningunum
um tey ókorrektu tingini.
At fólkið ikki letur sær alt lynda,
men gevur myndugleikunum mót
spæl, er sunt. Tað hava vit brúk
fyri. Onkursvegna skulu vit finna
eina javnvág, har persónliga frælsið
vigar tungt og verður raðfest høgt.
Vit skulu ikki finna okkum í øllum
ella eta – feittfrítt og fipurríkt –
úr lógvanum á myndugleikunum.
Vit eiga sjálvi at velja sum mest.
Lívið er okkara, og vit eru fólkið.
Alt við máta – eisini forboðini og
frámælini!
Tað er sunt, at fólkið gevur
myndugleikum mótspæl
Javnvágin skal valdast
Løgtingið fer til
arbeiðis sunnudag
vikuskiftisblaðið
Vegaskeltini við Streymin
og í Hósvík siga eina løgna
søgu um at koyra til Havn
ar. Við bensinstøðina við
Streymin sigur skeltið, at
tað eru 38 kilometrar til
Havnar. Koyrir tú so um
brúnni, fram við Streymnesi
og til Hvalvíkar, so sigur
skeltið við vegin, at tá eru
41 kilometrar til Havnar.
Vit hava hoyrt um, at
“Langabrúgv leingist av
longsli”. Spurningurin er so,
hvør orsøkin er, at leiðin til
Havnar leingist.
Leiðin leingist
Í ár hendir tað, at ólav
søkudagur er sunnudag, og
summi hava hildið, at tað
fer at órógva tingarbeiðið, tí
vanliga er ongin tingfundur
sunnudagar.
Men ólavsøkudagur er
undantikin regluni um, at
tingið ikki arbeiðir heiligdag.
Tað stendur í tingskipanini,
at løgtingsfundir og nevnd
arfundir verða ikki hildnir
sunnu- og halgidagar og
yrkadagar
eftir
klokkan
22.00, uttan so er, at serligar
umstøður gera tað neyðugt.
Men tað stendur eisini bein
leiðis, at ólavsøkudagur er
undantikin. Sostatt verður
tingið sett og ólavsøkurøða
løgmans akkurát, sum vant
í ár eftir gudstænastuna,
skrúðgonguna og sang á
Tinghúsvøllinum, hóast tað
er sunnudagur.
Jógvan á Lakjuni sigur, at
mikudagin 1. august og hós
dagin 2. august, fer løgtingið
so at hava orðaskifti um
røðuna hjá løgmanni.
Fríggjadagin væntar løg
tingsformaðurin, at Løgtingið
fer at viðgerða fiskidagatalið
fyri næsta fiskiár, sum byrjar
1. september.
Kam
panja gevur
falska trygd
Agga Niclasen
Kjak á síðu 12-13
Sera
óheppið
rák
Thomas Arabo
Kjak á síðu 13
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lisið á
Eir í Ólavsstovu: Hvat billa
teir sær inn í Útvarpinum
at spyrja fólkalívsfrøðing,
um mammur skulu fara á
G? Hvat við at spyrja, um
pápar skulu fara á G?
Bert doping kann
seta nýggj met
Granskarar halda, at næstu
árini fara metini í ítróttar
kappingum at minka mun
andi.
Menniskjakroppurin
er farin at nærkast tí, sum er
gjørligt at avrika, og frameftir
verða nýggj met bert gjørlig
við hjálp frá doping, gentøkni
ella aðrari tøkni.
– Í øllum ítróttargreinum
sæst nú ein útjavning. Heims
metið í longdarlopi varð sett í
1991, metið í stangarlopi er frá
1994, og síðan serligu svimji
draktirnar vórðu bannaðar,
eru tíðirnar versnaðar, sigur
Steve Haake, sum er leiðari
fyri ítróttarfakultetið á Shef
field Hallan University.
Geoffroy Barthelot frá
INSEP ítróttarstovninum í
París heldur, at ítróttarfólk í
dag hava megnað 99 prosent
av tí, sum er kropsliga gjør
ligt.