Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83 4 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Mikkjal Thomassen,leiðari á narkodeildini hjá politinum hev­ur ta fatan, at serliga nógv rúsevni eru at finna í landi­num um summarið, tá ið nógv fólk koma til Føroya í summarfrí. Tí eru tollarar og narko­ politi­ið serliga úti um seg um summar­ið at kanna fólk, sum koma til landið. Men alt verður ikki fang­ að í landinum, og tí fer narkopolitiið saman við tí lokala politinum til tey tiltøkini, har nógv fólk savn­ ast. Nú er tað G!, síðan kemur ólav­søkan og harnæst Summar­festi­valurin. Mikkjal Thomassen held­ ur ikki, tað ber til at siga, at serliga nógv rúsevni eru á nøkrum ávísum staði, men møgu­leikin fyri stórum nøgd­um er altíð har, sum nógv fólk eru. Hann vil ikki siga, hvussu væl mannað politiið verður á G!festivalinum, og um politi­ið verður har altíð. Um hundarnir koma við á festi­ val, er ikki vist, men tað ber altíð til at senda boð eftir teim­um. Kriminalpolitiið ávarar nú móti einum sera vanda­ miklu­m rúsevni, sum eisini er komið til Føroya. Evnið nevnist MDMA og er tað virkna evnið í ecstasy. Hald er lagt á eina týðandi nøgd av MDMA, sum er kom­ in til landið. Nær hald er lagt á tað, vil kriminalpolitiið ikki siga. Hetta evnið líkist tí evni­ num, sum ein svii doyði av á Roskildefestivalum, og nøkur onnur vórðu eitrað av eisini. Mikkjal Thomassen, leið­ ari á narkodeildini hjá politi­ num sigur, at hesa árstíðina er altíð meira av rúsevnum í landi­num enn annars, og tey eru ofta at finna á festivalum og stevnum, har nógv fólk koma saman. Hann ávarar fólk um ikki at taka av, um onkur bjóðar fram eitt nú drekkandi, tí vandi kann vera fyri, at MDMA er blandað uppí. Mátin at brúka tað er at loysa tað upp í vatni ella onkr­um øðrum flótandi. - Eg mæli øllum til at ansa eftir og brúka vit og skil, sigur Mikkjal Thomassen. randi@sos.fo Randi Jacobsen Ein føroyingur, sum tekur flog­skipara­útbúgving í USA, hevur enn ikki tapt stríðið fyri at fáa út­búgv­ing­ar­ stuðul. Sjálvt um Stud­ni hevur noktað at veita stuðul. Viðkomandi søkti upp­ runa­liga eisini at læra til flog­skipara í Danmark, men av tí at danska útbúgvingin kost­aði meira enn eina mil­ lión krónur og tók longri tíð, valdi hann ella hon at taka útbúgvingina í USA, har kostnaðurin var bara fjórð­ ing­urin og tók styttri tíð. Um danski skúli varð vald­ur, hevði kærarin fing­ið stuðul. Ein annar møguleiki var at læra til flogskipara í her­ valdi­num, men so hevði hann bundið seg til tæn-astu í hervaldinum í 12 ár. Grundgevingin hjá Stud­ na fyri at nokta stuðul var, at útbúgvingin hvørki er góð­kend av SU í Danmark, Låne­kassen í Noregi ella CSN í Svøríki. Mannagongdin hjá Stud­ na er, at tá ið SU ikki veitir stuðul til útbúgvingar, ráð­ føra tey seg við norska og svenska stuðulsstovnin. Kanska betri og bíligari Kær­arin heldur ikki, tað kann vera meiningin, at Stud­ni skal fylgja donskum manna­gongdum, tí tað kann vera, at útbúgvingar í USA eru betri og bíligari og taka styttri tíð. Hann vísir á, at tey stóru flog­feløg­ini hava nógvar flog­skip­ar­ar í starvi hjá sær, sum hava útbúgving frá tí skúlanum, sum hann nú gongur á. Umleið 10.000 flog­skip­ar­ar eru útlærdir á hesum skúlanum síðan 1991. Studni brúkar sum megin­reglu at veita stuðul til útbúgvingar, sum SU í Dan­mark hevur góðkent. Tað er meginreglan, men Stud­ni kann veita stuðul, hó­ast SU ikki hevur góð­kent útbúgvingina, um okk­urt annað Norðurland hev­ur góðkent hana. - Ásetingin leggur upp til, at Studni kannar, um hini Norðurlondini veita stuð­ul. Men sambært upp­lýs­ing­um frá Studna sær tað út til, at tað hevur tik­ið seg upp ein føst prak­sis, har Studni bert spyr Noreg og Svøríki og ikki hini Norðurlondini, sigur kæru­nevnd­in millum annað í avgerð síni. Kærunevndin heldur ikki, at Studni hevur gjørt sína meting á nóg væl upplýstum grundarlagi og biðjur Studna viðgera umsóknina av nýggjum. randi@sos.fo Leita væl eftir rúsevnum tiðindi Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava Føroyar útflutt munandi meira alifisk enn somu mánaðir í fjør. Heili 24.000 tons av laksi eru útflutt fyri 720 milliónir kr. Í fjør útfluttu vit 17 tús. tons fyri 711 milliónir. Størsti vøksturin í útflutninginum fyrstu fimm mánaðirnar í ár er í uppsjóvarfiskinum, har Føroyar hava útflutt fyri útvið 40% meira enn í fjør. Tað er serliga svartkjafti vit hava útflutt meira av í ár. Narkopolitiið og tollarar kanna um summarið serliga væl tey, sum koma til landið, og narkopolitiið fer eisini á festivalarnar Studni skal spyrja aðrastaðni eisini Stuðulsskipanin Studni kann ikki nokta at lata stuðul til eina útbúgving, bara tí ávísa útbúgvingin ikki er góðkend í Danmark, Noregi og Svøríki. Studni eigur at spyrja hini londini eisini, sigur kærunevndin hjá Stuðulsstovninum í eini avgerð Tollarar og narkopolitiið halda serliga vakið eyga við teimum, sum hesa árstíðina koma til landið