Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kring føroyar Vælkomin til Føroya størstu súkklukapping Effo kring Føroyar 2012 Skráin 2012 Fríggjadagin 20. juli 1. etapa: Vágar -Streymoy - Eysturoy. Byrja kl. 18.00 í Sørvági. Mál: Effo í Saltangará, uml. kl. 20.00 Leygardagin 21. juli 2. etapa: Suðuroyggin - oman og niðan, norður og suður Byrja kl. 10.00 á Tvøroyri. Mál: Effo í Vági, uml. kl. 11.30 Sunnudagin 22. juli 3. etapa: Tórshavn - Einkultstartur Byrja kl. 09.00 á Vaglinum. Mál: Vaglið, uml. kl. 09.30-10.00 Sunnudagin 22. juli 4. etapa: Tórshavn - býarkoyring Byrja kl. 17.30 við Effo í Gundadali. Mál: Effo í Gundadali, uml. kl. 18.30 Heiðursmerkjahandan við Effo í Gundadali, uml. kl. 19.00 So byrjar ársins størsta súkklukapping... Fríggjadagin 20. juli byrjar stóra súkklu- kappingin Effo Kring Føroyar 2012. Í ár verður koyrt fýra etapur uppá tríggjar dagar. Eitt vikuskifti á tamb. Hart, men eins fyri allar. Tann súkklari, ið er best fyri, og hevur frískast bein, tá aftur verður farið upp á hjól- hestin, tá stóra takið skal takast, tá enda- spurturin skal traðkast, verður vinnari av ársins størstu súkklukapping, Effo kring Føroyar 2012. Í ár verður byrjað við Effo í Sørvági fríggjadagin 20. juli kl. 18.00. Kappingin endar sunnudagin 22. juli, og finalan og málið verður aftur í ár við Effo í Gundadali. Øll eru hjartaliga vælkomin.