fríggjadagur 20. juli 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
Týsdagin veitraði Merkið
ovast á Trøllkonufingri. Sjey
føroyskir klintrarar høvdu
sett sær fyri at koma upp á
Trøllkonufingur og týsdagin
náddu nakrir teirra upp á
toppin.
Roynt fyrr
Partur av manningini hevur
áður verið í vási, og var eitt-
nú minniligu ferðina, har
teir komu upp á Búgvan.
Í fjør varð ein roynd gjørd
at koma upp á Trøllkonufing
ur. Tað var partur av mann
ingini, sum í ár gjørdi bragdið
at koma allan vegin upp.
Upp á toppin komu feð
garnir Herman og Absalon
Eysturoy og eisini Aksel
Poulsen og Bjartur Lam
hauge. Absalon Eystroy var
fyrsti maður á toppinum.
Við í ferðalagnum vóru
eisini brøðurnir Heini og
Hjálmar Hátún og Hans
Stokkendal. Teir náddu tó
ikki allan vegin upp, men
tað var ongantíð væntandi,
at øll maningin kundi koma
sær upp á toppin.
- Síðsta pettið er tungt og
so er eisini sera nógv leyst
grót. Tað lá líkasum í kortu
num, at øll manningin ikki
kundi koma upp á toppin,
sigur Heini Hátún.
Søguligt
-Men hetta var sera spenn
andi og søguligt, sigur Heini
Hátún um bragdið.
- Tað er í grundini sam
starv, team-work, ið tað snýr
seg um, tá ein ger slíka ferð.
Men umráðandi er, at alt er
sum tað skal, at útgerðin
er í lagi. Har er jú onki til
hjálpar, tí ongin hevur verið
har, sigur Heini Hátún.
Tá hetjurnar komu niður
aftur av Trøllkonufingri,
tók borgarstjórin í Vága
Kommunu, Albert Ellefsen,
ímóti. Í røðu síni kom hann
m.a. inn á gomlu søgurnar
um
menn,
ið
høvdu
roynt at komið sær upp á
Trøllkonufingur.
Hóast søgur eru um, at
menn hava verið uppi á
Trøllkonufingri, so er hetta
ivasamt. Ein gomul søga ella
søgn er um ein mann, sum
royndi at gera bragd við at
koma sær upp á Trøllkonu
fingur. Á veg niður leggur
hann til merkis, at hann
hevur gloymt ein vøtt. Hann
vendir upp aftur eftir vøtti
num, so errin hann nú er av
bragdinum, ið hann hevur
gjørt, men tá hann síðani
skal niður aftur, dettur hann
niður og doyr.
Onnur søga er um, at tá
prinsurin Fríðrikur sjeyndi
vitjaði í 1840‘unum, var hann
áhugaður í at royna at koma
upp
á
Trøllkonufingur,
áhugaður í fjallaklintran
var hann, og menn fóru við
honum, men ta ferðina nád
du teir ikki allan vegin upp.
Borgarstjórin fegnaðist
í røðu síni um, at hesar
hetjurnar nú høvdu megnað
at sett merkið ovast á Trøll
konufingur,
og
harvið
er økt um áhugan fyri
Trøllkonufingri,
Føroyum
og fjallaklintran, og metti
hann, at eittnú ferða-vinnan
kann fáa ágóðan av hesum
bragdinum.
tiðindi
Fyrsta dagin kunnu einir 50 suðuroyingar
vænta sær boð um at koma til arbeiðis. Nú er
Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðinpelagic,
nevniliga til reiðar at taka ímóti fyrstu lastini.
ES hevur ætlanir um at bjóða føroyingum
10 prosent av teirri tilmæltu makrelkvotuni
í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum,
og at íslendingar skulu fáa líka stóran part.
Søgulig ferð upp á
Trøllkonufingur
Týsdagin eydnaðist tað føroyskum klintrarum
at koma upp á Trøllkonufingur á Vágoynni
Tað, sum hendir við tær
donsku strendurnar í hesum
døgum, fær ivaleyst onkran
at hugsa um Alien-filmarnar.
Og tað, sum hendir, er bæði
óhugnaligt og álvarssamt.
Tí sambært vísindafólkum
er tann óhugnaligi snúltarin
komin inn í umleið helming
in av teimum donsku fjøru
krabbunum, har hann stutt
sagt tekur ræðið og ger av,
hvussu teir bera seg at, og
hvørjar eginleikar teir hava.
Danskar kanningar hava
avdúkað, at snúltarin geldir
kallkrabbarnar og fær teir
til at bera seg at sum kvenn
krabbar.
Skifta kyn
Kim Mouritsen, sum er hav
lívfrøðingur og arbeiðir á
lærda háskúlanum í Århus,
hevur saman við nøkrum
starvsbrøðrum
kannað
snúltaran, og hvussu hann
ber seg at.
- Tann lítla honlarvan fer
til fjørukrabban, finnur sær
eitt bleytt stað á krabbanum
og
pumpar
síðani
sína
kropsvætu inn í hann. Eftir
einum ári hevur hon breitt
seg um allan krabban, sigur
Kim Mouritzen við danska
kringvarpið.
Hann sigur, at snúltarin
geldir kallkrabban, ger eitt
hol undir halan á honum og
leggur sín egna eggposa inn
í krabban.
Fyri snúltaran er tað líka
mikið, um vertur hansara er
ein kallkrabbi ella ein kvenn
krabbi, og eftir stuttari tíð
er tað eisini líka mikið fyri
krabban, tí tá er hann kvenn
krabbi, sama hvat hann var
frammanundan.
Úrslitið av kanningunum
hjá Kim Mouritzen og starvs
brøðrum hansara er alman
nakunngjørt í tí vísindaliga
tíðarritinum Marine Bio
logy, og har verður staðfest,
at aftan á ta heldur óhepnu
"vitjanina" gerst kallkrabb
in nógv meiri líkur kvenn
krabba, enn vísindin hevur
hildið.
-
Kallkrabbarnir
bera
seg at sum kvennkrabbar,
og í summum førum gerast
teir meiri kventrasligir enn
kvennkrabbarnir. Eitt nú
missa teir hugin at leypa á
aðrar krabbar og at berjast,
og ofta flýggja teir undan
bardaga og geva seg undir
hinar, sigur Kim Mouritzen.
Missa kynsliga hugin
Ein vanligur kallkrabbi vin
nur vanliga tveir av hvørj
um trimum bardøgum við
kvennkrabbar
ella
kall
krabbar, sum hava fingið
snúltaran í seg. Men ein kall
krabbi, sum hevur verið fyri
snúltaraálopi, tapir tveir av
hvørjum trimum bardøgum
við ein vanligan kvennkrab
ba.
Tær donsku kanningarnar
vísa eisini, at kvennkrabbar,
sum hava fingið snúltaran í
seg, missa hugin til tað kyns
liga, og at tær brúka tað
mesta av orkuni til at eta og á
tann hátt at halda lív í snúlt
aranum.
- Snúltarin doyr, tá han
sara egg eru búgvin og troð
in. Men enn vita vit ikki, um
krabbin, sum hevur hýst
snúltaranum, doyr, ella um
nakrir teirra kanska gerast
frískir og kanska enntá
skifta kyn aftur, sigur Kim
Mouritzen við DR.
Snúltari geldir
kallkrabba
Fram við donsku strondini
er ein óhugnaligur snúltari
farin at gera um seg. Hann
ger seg inn á fjørukrabban á
tann hátt, at hann oyðileggur
kynsgøgnini hjá kallkrabbanum,
so hann gerst kvennkrabbi
Upp á toppin á
Trøllkonufingri komu
feðgarnir Herman og
Absalon Eysturoy og eisini
Aksel Poulsen og Bjartur
Lamhauge. Absalon Eystroy
var fyrsti maður á toppinum.
Við í ferðalagnum vóru eisini
brøðurnir Heini og Hjálmar
Hátún og Hans Stokkendal
Mynd: Bjørn á Heygum