fríggjadagur 20. juli 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Sunnudagin er
eitt ár ligið síðani
hópdrápini í Oslo
og á Utøya
Nú Juli mánaði er komin og
summari av álvara tekur við,
leita tankar okkara aftur til
summarið 2011.
Á sama hátt sum nú,
gleddu vit okkum um hesa
deiligu tíð sum stóð fyri
framman. Fyrireikingarnar
vóru farnar í gongd. Fyrireik
ingar, sum tey seinstu nógvu
árini vóru vorin ein fastur
táttur, nevniliga summar
útferðin hjá allari familjuni
til onkra bygd í Føroyum. Tað
var altíð mamma sum tók
stig til hesa ferðing. Ommu
børnini vóru farin at spyrja
ommuna hvar leiðin í ár gekk
og øll gleddu seg. Eisini var
hetta árið, har babba skuldi
gevast at arbeiða vegna ald
ur, og tit skuldu njóta tykkara
“otium” saman.
Sum juli mánaði nærkað
ist kendi tú á tær, at alt var
ikki sum tað átti. Tú var til
arbeiðis hvønn dag, men vit
sóu eisini á tær, at tú ikki var
heilt tann sama sum tú plagdi.
Tú leitaði tær læknahjálp og
var til kanningar. Tú helt eis
ini at tað helst var best at
summartúrurin var avlýstur
fyri í ár.
14 dagar eftir at tú fekk
boðini frá læknunum, at
tú vart rakt av herviligari
krabbasjúku, legði tú árarnar
inn og fór heim til Jesus
pápa.
Nú er skjótt eitt ár fari
síðan vit øll upplivdu hesa
ótrúliga sváru tíð. Í hesum
sambandi leita tankar okkara
aftur á lívið hjá mammu.
Rituvíkin var karmur um
barna- og ungdómsár henn
ara. Mamma var næstyngst í
systkinaflokkinum sum vaks
upp í hesi hugnaligu bygd
ini. Omma var heima hjá
børnunum meðan abbi var
sjómaður. Sum tíðin kravdi,
var sjálvsagt, at bæði børn og
vaksin tóku lut í arbeiðnum
ið hoyrdi til húsið. Eitt nú
hoygging, seyðahald og ann
að.
Sum tíðin gekk funnu tú
og babba saman og bygdu
tykkum hús í Runavík. Tit
fluttu inn í húsini í 1970 og
hava tit, saman við okkum,
búleikast her síðan.
Mamma byrjaði at ar
beiða úti, tá ið vit børn vóru
undankomin. Lynfrost, fiska
virkið í Runavík, var hennara
starvsstað í 30 ár. Hon røkti
starv sítt á fiskavirkinum
heilt fram til mánaðin áðrenn
hon doyði.
Eisini hevði mamma í
nógv ár vaskiarbeiði á Stíggj
anum í Saltangará. Hetta
arbeiði røktu mamma og
babba saman hesi ár, og var
hetta nakað sum tey bæði
gingu høgt uppí.
Hetta var heilt greitt nak
að sum vísti hennara trúfesti
móti tí sum hon kendi ábyrgd
fyri.
Hetta trúfesti er eisini
nakað sum familjan merkti.
Trúfesti vísti mamma best
við at hon á ymsan hátt
savnaði familjuna og altíð
var klár við eini hjálpandi
hond – helst uttan at verða
biðin.
Familjan var hennara eitt
og alt. Skuldi ein føðingar
dagur haldast, so var hon
klár. Konfirmatiónir og onn
ur størri tiltøk í familjuni
kendust ikki møtumikil at
fara undir, tí mamma kom
altíð í góðari tíð fyri at seta
gongd á fyrireikingarnar.
Mamma gloymdi ongan.
Mammu sína vitjaði hon
trúliga á Eldrasambýlinum
Vesturskin. Tað at sjúkan
gjørdi, at mamma ikki orkaði
frá húsum longur, nívdi
sjálvsagt hana. Men mest av
øllum var hon hørm um, at
hon ikki kundi seta seg í bil
in og koyra stutta teinin út á
Toftir at vitja mammuna.
Eins og vit, so hava børn
okkara eisini ein øgiligan
sakn. Omman sum altíð var
við í øllum, er ikki longur
her. Omman á Gerðisvegi,
sum altíð átti eitthvørt gott
at bjóða tá ið tey koma at
vitja. Omman sum var við
til tey ymsu ítrottartiltøkini.
Omman sum átti fast pláss
til fótbóltsdystirnar. Omman
sum altíð átti eina krónu at
lata nú Eystanstevnan er
farin afturum bak. Hóast
børnini ikki altíð siga so nógv,
so vita vit, at omman eigur
eitt stórt pláss í hjørtum
teirra. Og liva tey og vit øll í
vissuni um at hon er loyst frá
hervuligu sjúkuni og er farin
heim í ein betri stað.
Tað sigst at tíðin lekir øll
sár, men “fátt er sum faðir,
einki sum móðir”
Við hesum fáu orðum
vilja vit lýsa frið um konu,
mammu, vermammu, ommu
og langommu okkara Hansu
Lamhauge Hansen.
Familjunar vegna
Jóhannus, Sólvá, Erla,
Hildur og Jónvør
Minningarorð um
Hansu L. Hansen
Føðingar
22. apríl fingu Hansina D. Olsen og Trygvi
B. Hermansen Hvalvík ein son. Hann var 52
cm langur og vigaði 3670 gr.
5. juli fingu Lovisa og Uni Petersen Glerfoss,
búsitandi í Keypmannahavn, ein son. Hann
varð føddur á Hvidovre Hospital og var 56
cm langur og vigaði 3885 gr.
5. juli fingu Elna Dam og Daniel Ó. Dahl-
Olsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 41 cm
long og vigaði 1410 gr.
10. juli fingu Jórun Pólsdóttir Danielsen og
Óli Christian Danielsen, Søldarfirði, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3620
gr.
11. juli fingu Valerin Gonzalez Djurhuus og
Oluf Reinert Djurhuus, Skála, ein son. Hann
var 51 cm langur og vigaði 3290 gr.
11. juli fingu Ann Mari & Øssur Kjølbro í
Klaksvík eina dóttur. Hon var 56 cm long
og vigaði 4350 gr.
11. juli fingu Elin Kristina Hentze Segel og
Boas Segel, Niverød, ein son. Hann vigaði
3800 gr og var 51 cm langur.
15. juli fingu Birger og Marita Sundstein
Carlsson eina dóttir á Odense Sygehus. Hon
vigaði 3320 g og var 51 cm. Hon eitur Silja.
Hósdagin 12. juli
fingu Erik Klint og
Lena Hermansson
eina lítla dóttur.
Hon varð fødd á
sjúkrahúsinum í
Linkøping, Svøríki.
Hon var 50 cm
long og vigaði 3150
gr. Lítla gentan
kemur at eita Isolde
Hermansson Klint.
Fríggjadagin klokkan 16 letur listafram
sýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við
málningum, sum Mary Strøm hevur málað.
Framsýningin er opin til mikudagin 25. juli.
25. juni bleiv ein stolt
Guðrið stórasystur til
eina fitta diddu. Hon
vigaði 2940 gr og var
51 cm long. Foreldrini
eru Høgni M. Joensen
úr Tórshavn og Tóra
A. Gudmundsen úr
Sandavági.