fríggjadagur 20. juli 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Sunnudagin 22. juli verður
Jens Péturson 90 ár. Jens,
ið er ættaður av Nesi í Vági,
fór longu í 1945 til Íslands
at arbeiða og fall hann sera
væl til har. Seinni fór hann
aftur til Føroyar og fann sær
konu úr Hovi, Maria. Stutt
eftir fluttu tey til Íslands og
settu búgv í Kópavogi. Fyri
fáum árum síðani fluttu tey í
eina íbúð í Hafnarfyri. Maria
doyði fyri nøkrum árum síð
ani.
Hóast sín høga aldur er
Jens sjáldsama væl fyri. Tað
kemst ivaleyst av, at hann
hevur livað eitt sunt og virk
ið lív líka til dagin í dag. Tað
munnu vera fáir dagar, at
hann ikki vitjar svimjihylin
og svimur ein langan tein, ja,
fleiri hundra metrar.
Trúfesti, lítillæti, spak
lyndi og hjálpsemi hevur
eyðkent Jens alt lívið. So
leiðis kenna vit eisini hann
á Sjómansheiminum Ørkin
í Reykjavík, har hann hevur
verið við frá byrjan. Tað er
ikki smávegis arbeiði Jens
hevur lagt í Sjómansheimið
øll hesi mongu árini og uttan
løn. Saman við Jóhan Olsen,
sjómanstrúboðara og øðrum
stríddist Jens í mong ár, fyri
at
Sjómansheimið
kundi
verða veruleiki.
Sum kunnugt tók tað
langa tíð, frá tí byrjað varð,
til Sjómansheimið varð vígt
og tikið í nýtslu 1991. Jens
varð valdur í fyrsta stýrið
fyri Sjómansheimið og sat
hann sum formaður í fleiri
ár. Seinni legði hann frá sær
sum formaður, men hevur
hann sitið í stýrinum líka til
í vár, tá hann ynskti at leggja
frá sær. Fáorðaður, sakligur
og góður í ráðum hevur hann
verið fyri okkum í stýrinum
øll hesi árini.
Jens er ein gudrøkin mað
ur. Tú hevur ikki tosað leingi
við hann, so gert tú varugur
við, at hesin maður er øðrvísi
enn fólk flest. Hansara eyð
mjúka sinnalag og verumáti
er so sjáldsamt nú á døgum,
at ein løta saman við honum,
er ein minnilig løta. Hóast
hann er eyðmjúkur og lítil
látin skammast hann ikki
við gleðiboðskapin um sín
Frelsara, Jesus Kristus. Øll
hesi mongu árini hevur hann
vitja umborð á skip, serliga
føroysk, við andaligum til
fari og í tí stilla lagt eftir
seg ein vitnisburð um sín
Harra. Á møtunum, ið eru á
Sjómansheiminum
hvørja
viku, hevur hann havt sítt
fasta pláss, og sum oftast
tekur hann orðið til ein
vitnisburð. Óteljandi túrar
hevur hann koyrt ferðafólk,
serliga føroyingar, millum
Sjómansheimið og Flogvøll
in.
Enn vitjar Jens reglu
liga inn á gólvið á Sjómans
heiminum og hann er ikki
bangin fyri at taka eina hond
í við onkrum. Djarvur hevur
hann verið sum fáur. Fólk
øtaðust, tá ið hann fyri bert
5 árum síðani gekk uppi á
tekini á Sjómansheiminum,
sum jú er rættuliga høgt, og
málaði. Tað er sjónligt, at
Sjómansheimið er hjartabarn
hansara, sum hann er góður
við og vil tað besta.
Jens vitjaði í Føroyum
fyri umleið einum mánaða
síðani og tá hevði stýrið
fyri Sjómansheimið boðið
honum til eina máltíð við
Gjógv. Hetta var Jens glaður
og takksamur fyri. Nú Jens
var í Føroyum vildi hann
eisini sleppa til Mykines at
síggja staðið, har íslendska
flogfarið datt niður. Hetta
tí at sonur hansar var við tí
flogfarinum, men kom hann
frá vanlukkuni við lívinum
við skaða í rygginum
Góði Jens! Vit eru mong
her í Føroyum, ið hava tað
gleði, at lært teg at kenna,
og tað eru vit sera takksom
fyri. Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku á 90 ára degnum og
Guds ríku signing framyvir.
Takk fyri títt trúfesti øll
hesi mongu árini og tað tú
hevur lagt eftir teg til gleði
og signing fyri mong.
Stýrið fyri Hotel Ørkin,
Føroyska Sjómansheimið í
Reykjavík
Jens Péturson 90 ár
Rannvá Ragnarsdóttir er sett í starv
sum stjóri fyri Brúkaraumboðið. Rannvá
er løgfrøðingur og hevur eftirútbúgving
sum dómarafulltrúi og mediator.
TØKK
Jens Péturson situr fremst til høgru á myndini. Myndin er frá fundi í stýrinum.
Prógv
29. juni 2012 hava Anja
Petersen og Amanda
Lamhauge Hansen lokið
prógv sum farmakonomar
á Tjaldurs Apoteki.
Útbúgvingin er tikin
lutvíst á Tjaldurs Apoteki
og á Pharmakon (Hillerød,
Danmark).
Prógv
21. juni fekk Pætur
Mikal Holm, Tvøroyri,
prógv sum Bachelor
í fysioterapi við UC
Syddanmark, Esbjerg.
Prógv
Í juni mánað fekk
Emil Jespersen
Tvøroyri prógv sum
skipsførari á Marstal
navigatiónsskúla.