Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 License to hug – hví nú eisini Tórshavnar kommuna misnýtir børn! F yrr var vanligt at siga, at tað tók eina bygd at uppala eitt barn. Men skjótt sleppa bert statsgóðkendir einstaklingar at uppala eitt barn Presiss sum við “Í menniskjum góður tokki” byrjaði KRIS sum væl­gerandi og frívilligt arbeiði, fyri síðani at professionalisera tað. Har vóru nakrir altruistar at byrja við; Leif Erik Niclasen teirra millum, ið veruliga meintu tað, og ikki løgdu navn til hvørja ætlaða góðgerð. Eg segði fyri langari tíð síðani, at fyri hasi, ið kapraðu Hjálpina, og hervið trúliga mannvinarligt og ósjálvsøkið arbeiði, ella profileraðu sítt arbeiði fyri misbrúkt børn hjá KRIS, snúði hetta seg aldri um at hjálpa neyðstøddum ella mis­brúkt­ um, men sær sjálvum. Svenska poppdullan, Amy Dia­ mond, sang tað so sera sosial­demo­ kratiskt, tá ið hon beinrakið spurdi: Whats In It For Me? Ikki tí, hetta er so eisini tað, tú mást rokna við sum partur og produkt av einum eg-istiskum vælferðarstati. At síggja til er terapeutstaturin hjá Javnaðarflokkinum solidariskur, ósjálvsøkin og maktfrágevandi, men í veruleikanum ósolidariskur, sjálv­søkin og makttakandi. Herí hevur tú upprunan til og endamálið við KRIS, júst sum við “Í menniskjum góður tokki”: at koma á fíggjarlógina, so at vanligi borg­arin verður tvingaður at uppi­ halda og betala øðrum løn, so at hesi kunnu hjálpa onkrum heilt øðr­um, sum vit kanska kortini ætl­aðu at hjálpa — men tá, tí vit høvdu hug til tað. (Annars ber jú altíð til at vísa til Almannastovuna og teirra heilt serligu kombinasjón av universalhjálp og “hjálp eftir tørvi”, ið oftari enn ikki er heldur per­verterað.) Og tað er útfrá hesum tilverustøði, við hesum motivi, at KRIS hevur fingið inter-dott-komm-býtt Face­ bookarar og, tessvegna, Tórshavnar kommunu í álvara við uppá sína “barnaváttanar-dillu”, ið best og bert kann lýsast sum ein ættarliðs- oyði­leggjandi kampanja, har mynd­ ug­leik­ar skulu “barnakanna vaks­ in”. Ein kampanja, sum slettis ikki tænir okkara børnum, ger tey trygg­ ari ella fær tey at føla seg tryggari, men hinvegin er ein latur feel-good politikkur, ið samanumtikið fer at volda falska trygd. Uppskotið merkir í stórum brot­um, at tað verður ein lógarfest skylda hjá øllum vaksnum, ið hava við børn at gera, at “lata seg kanna”. Um tú ikki gert tað, verður tú stemplaður “kriminellur”. Tað er ikki tað, at eg eri “handan illgruna”, at eg eri ímóti hesi demokratisku ótoleransu. Tað einasta, eg sigi, er at ein og hvør skipan, ið fer við øllum borgarum sum javnt illgrunasamir, er í vanda fyri at marginalisera van­ ligt skynsemi og persónligt instinkt — “áh, hon hevur handa pappírs­ lepan, so tað kann ikki passa.” Logikkurin sýnist vera, at av tí at tað er sera trupult at uppdaga ein pedofil, loysa vit problemið við at staðfesta, hvør ikki er pedofil. Hetta er tað sama sum at ásanna, at tað er ov møtimikið at finna hasar tíggju reyðu smásteinarnar á eini gevaldigari strond við ljósum smásteinum, og tí konkludera, at tað vildi verið nemmari at funnið allar teir hundrað túsund ljósu ístaðin. Tað er bara tað, at tá ið tað kemur til pedofilar, látast nógvir smásteinar at vera ljósir, men vísa seg allatíðina at hava verið reyðir; ella eru reyðir, men eru tó óhoyrt góðir at láta sum um, teir eru ljósir. Hevði tað ikki verið fyri tí, at ætl­ anin var so skaðasom og skítbýtt, hevði eg verið í skellilátri og valt kon­jakkin framum knappaborðið. Hesi infantilu Facebook-fólk, ella bólkar, ið vitleyst vilja koma barna­ lokkarum til lívs, liva sín veruleika ígjøgnum eina linsu ella skýggja heldur enn at liva veruleikan, ið til tíðir, jú, er farligur. Soleiðis er lívið, hvussu tit nú enn lóggeva, kanna og spilla møguligar barnamisbrúkarir út. Verðin verður ikki tryggari av hesum, tí júst sum við talufrælsi, har tað er betri at loyva ófittum meiningum, at hava tær uppiundir ljósinum, loysa vit apsalutt onki við at kanna og banna okkum ígjøgnum ein trupulleika, ið forrestin tykist dekan yvireksponeraður og pill­ fullur av Dickensianskari vanlukku­ profeti. Børnini verða á ongan hátt tryggari av hesum. Effinett sum við KRIS og “Í menn­ iskjum góður tokki”, kanst tú ikki ann­að enn gruna um eginliga motivið hjá okkara pedofili-fik­ seraðu Facebook-mammum. Hesin desperati tørvur á at systematiskt distansera seg frá pedofilum, hugsi eg, hevur minst líka nógv við seg sjálvan sum við pedofilin og pedo­ fili at gera. Vissuliga, vit skulu øll vamlast av slíkum ógerningum, men tað, at lista og krossfesta onkran, ið betri­vitandi Facebookarar meina seg vita, eru pedofilar, er at spenna broddin. Hetta, eri eg bangin fyri, handlar ikki um at verja síni og annara børn, men at fortelja sær sjálvum, at “tað kann gott vera, at onnur og eg halda, at eg sokki sum foreldur, at míni børn eru ófólkalig og óvand, at eg ikki gevi mær stundir at spyrja eftir, ikki altíð hvat tey hava gjørt ídag, men hvussu tey hava tað... ídag, men eg eri so í hvørtfall ikki ein forbannaður pedofil. Og tí havi eg tað feitt. Yvir og út, Knút!” Ein endurbót fyri samvitskubit, ein viðurkenning-lite av ikki at ‘sláa til’, sum uppá onkran máta, bara onkursvegna, skal linnast. Hvat gert tú so, jú, tú finnur onkran, ið er verri enn tú sjálvur. Ella, uppaftur betri, onkran, tú bumbusikkurt veit, øll onnur eisini halda, ikki bara er verri enn tú, men er ein fuck­ing óblandað skandala. Og tað er iva­ leyst ein lekkur kensla, hetta, at halda tað sama sum øll hini, hvussu ryggleyst og sjálvklistrandi konse­ kvensurin av hesum enn mátti verið. At so sjálv revsingin skal vera harð­ ari, íðan, tað eri eg við uppá. Yvir­ høvur skal revsingin fyri ógvuslig brot upp, væl upp, soleiðis at hevnd­ ar­kontraktin millum stat og borgara aftur fer at rúma ein legitimitet. Men um meiningin er, at pedofilar skulu útaftur, um kriminalforsorgin og hennara psykologar, psykiatarir, psykopatar og psykoterapeutar halda, at hesin kann lutfalsliga sikkurt slúsast út aftur í samfelagið, tá mugu eisini vit, maðurin á gøtuni, hansara komandi grannar, gera okkara part so at dømdir og leyslatnir barnamisbrúkarir fáa høvi at liva eitt sámuligt lív, sum so aftur ger tað tryggari hjá okkara yvirvardu gullklumpum. Altso, ein sólarklár leinkja, vísa so royndir úr Englandi. Tað ljóðar kanska eitt sindur av­ skeplað at føra fram, men flestallir pedofilar hava moral. Nógvir teirra við­ur­kenna sítt brot og ætla sær at halda seg frá børnum; og nógvir klára eisini at tempra sína ómoralsku “girnd”. Men líkindini fyri succes er í tann mun treytað av hvussu vitonnur fara við teimum; um vit klára at bera okkum nøku­ lunda siviliserað at, so at skilja, at vit ikki harta og sverta teirra persón við eitthvørt høvi, heita á okkara lærunemmu útsølubørn at sproytumála “svín” á húsini ella blaka steinar eftir teimum ístaðin fyri at spæla hondbólt og fáa sær ein fólkaskikk. Nei, tað er ikki neyðugt at klemma teir og drekka hippi-te við teimum framman fyri peisuna við Budda ovast á, men bjóða teimum við til kavarudding á vegnum ístað­ in­fyri at blaka kavabløk eftir teim­ um, ella sláa tunnu, tá ið øll tey vaksnu kortini eru til staðar. Sum sagt, at viðkomandi ikki kennir seg totalt isoleraðan við null fram­tíðar­ vánum, men heldur eitt viðursvet menniskjasligan, hev­ur víst seg at vera óvanliga úr­slita­ríkt í eitt nú Englandi. tíðargrein Agga Niclasen meining@meyl.fo