fríggjadagur 20. juli 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavnar kommuna skyldar
okkum at gera sær greitt, at upp
skotið um “barnaváttan” er ein
óterlig hóttan fyri føroyskt ger
andislív og ítriv. Afturat hesum
er nakað enn, akkurát!, ið eitur
privatlív. Og pápar fara ikki
longur at arbeiða frívilligt fyri
onnur, tí teir ikki finna seg í at
verða uppfataðir sum “ullintir”,
eins væl og trøllvaksnir menn
ikki longur fara at tíma at arbeiða
á barnapakkaðum staði, so longi
sum henda hysteriska pedofili-
angist sleppur at breiða seg.
Eg veit ikki, hvussu tað er við
tær, men eg minnist væl handa
mannin í ungdómsklubbinum ella
hjá skótunum, ið kanska gav tær
eitt klemm, kanska ikki, og ofraði
seks tímar vikuliga við at “hanga
út” og práta Platini og Elkjær,
spæla biljard ella binda knútar við
okkum, ikki tí hann vildi føla uppá
okkum, men tí hann helt tað vera
stuttligt og ein innara skylda sum
borgari, og helst eisini gevandi
fyri seg sjálvan at tíma at brúka
tíð uppá ungfólk.
Aktar høvuðsstaðarkommun
an, og KRIS fær sín vilja, blíva slík
sámulig og samfelagshugað fólk
løgd undir ein fullvegis ógrund
aðan illgruna, tvingað at geva seg
undir eina møðsama og mann
minkandi revsikanning, áðrenn
tey kunnu arbeiða við børnum í
lokalumráðnum.
Men, og hvat væl verri er, handa
tryggleikamaniin, har vit verja
børn í sovorðið mát, at tey enda
við at verða fobisk fyri fólki,
fostrar ein óafturtakandi illgruna
og illvilja millum ættarliðini. Upp
skotið eitrar sambandið millum
vaksin og børn, tí tað lærir børn at
vera natúrliga varin fyri vaksnum;
at uppfata vaksin, ikki sum um
sorganarfull og góðviljað, sum
enntá kunnu inspirera og stimbra,
men nøkur misteinkilig skapilsi.
Teir óformligu mátarnir, fólk
vanliga koma saman uppá, fara
at hvørva. Alt fer at verða gjørt
“sambært sáttmála”. Uppskotið
fer ikki at verja børn. Beint øvut.
Ikki bara leggur tú øll vaksin
undir illgruna, men tú frátekur
børnum at hugsa fyri seg sjálvi,
og foreldrum við. Tú óførleikager
børnini. Tey verða minni før fyri
at ansa sær, og slettis ikki før fyri
at meta um, hvørji vaksin eru at
hava álit á, hvørji ikki.
Samfeløg blomstra við óformligum
verumáta, og duga saktans at
skipa seg. Og børn elska hasa fríu
og løttu samveruna, har hvørt
samband er grundað á álit millum
seg og síni foreldur, lærara, venjara
og onnur vaksin. Uppskotið, trivn
aðarstjórin í Havn skal fáa á mál,
fer at køva alt hetta, samtíðis sum
tað fer at íbirta eitt ótespiligt
huglag, har angist, ótryggleiki og
andstygd fara at ganga aftur.
Sum um at børn ikki, sum er,
við nýtsluhatandi Boga Hansen
og hansara økofasisisku dóma
dagsprofetum, um hvussu alt
endar av helviti til um, ja, hvat er
tað nú, Bogi, 100 ár (?)... um ikki
vit akta hann og hansara grønu
gudar... -takk, tikk-takk, hava nóg
mikið at vera bangin um.
Fyrr var vanligt at siga, at tað
tók eina bygd at uppala eitt barn.
Men skjótt sleppa bert stats
góðkendir einstaklingar at uppala
eitt barn, fær Havnin sín vilja. Tað
er tí ein sjáldsama paranoidur
býur, ið bestemmar seg fyri at
dálka barnaheilar við mistrúgv og
vaksnamannaheilar við iva.
Mær dámar ikki KRIS, havi ong
antíð gjørt tað, eiheldur “Í menn
iskjum góður tokki” síðani tess
kreativu bókføring av neyðar
dýrum og framførandi ynski um
at blíva sjálvstøðugur umboðs
stovnur fíggjaður av landskass
anum. Men eg havi sum so einki
ringt at bera Tórshavnar komm
unu. Hetta, tó, er eitt opportun
istiskt plott, ið ber av. “Barnavátt
anin” er ikki bert eitt praktiskt og
pappírsputlandi problem, sum
lættliga kann nýtast at gera øðrum
ilt við, men eitt mentanarligt, løg
ligt og samfelagsligt eitt… og tað
BIG TIME.
Tí henda áheitan: lat ikki
Tórshavnar
kommunu
kapra
títt óskyldiga barn, bara tí tess
elendigu elitistar síggja pedofilar
á hvørjum horni!
kjak
Savnsmynd
Serfrøðin sum vil verja
Palliba móti sær sjálvum
Í paragraf 73 í grundlógini stendur,
at “ejendomsretten er ukrænkelig”.
Vit hava frælsi til at ráða yvir okk
ara egnu ogn, og vit kunnu sjálvi
ráða yvir, hvørjum vit loyva inn á
okkara egnu ogn, og hvat vit gera
innanfyri egnu fýra veggir, so leingi
vit ikki skaða onnur.
Landið skal í so stóran mun sum
gjørligt halda seg frá, at lóggeva
innum teir fýra veggirnar hjá fólki.
Vit hava eina mekanismu, sum eitur
at biða um dómarakennilsi, um okk
urt er áfatt, og myndugleikarnir
noyðast at koma óumbiðið um
gátt. Tað er prinsipielt sera viktugt,
at dómsvaldið má uppí, so at lóg
gevandi og útinnandi vøldini ikki
kunnu hóreiggja sær, sum teimum
lystir inni á privatu ognini hjá fólki.
Tá serfrøðin vil
diktera lívsførslu
Tað er eitt sera óheppið rák, vit
síggja í løtuni, har serfrøðingar av
øllum møguligum slag vilja lóggeva
innum teir fýra veggirnar fyri at
verja Palliba og Marsannu móti sær
sjálvum.
Vit hoyra Fólkaheilsuráðið vilja
sleppa at forbjóða fólki í at roykja
inni hjá sær sjálvum. Í Danmark
tosar man enntá um at lóggeva
um, at foreldur skulu lesa hart
fyri børnum sínum so og so leingi
hvønn dag.
Vit hava í Føroyum fingið eina
nýggja byggilóg, sum sigur, at man
ikki longur kann innrætta sær eitt
kamar í kjallaranum, uttan at eitt
stórt bureukrati skal aktiverast,
og sum loyvir kommunalum in
spektørum ella rættari sagt kom
miserum inn í húsini hjá fólki uttan
dómarakennilsi fyri at kanna eftir,
um kamarið ella wc umbyggingin
nú einaferð er gjørd eftir forskrift
unum.
Meiniga fólkið má
ikki lítast nakað til
Tað kann gott vera, at intentión
irnar eru góðar við slíkum hug
skotum, men tað er einki at ivast í, at
grundtankin aftanfyri slík hugskot
er, at vanligi borgarin er býttur, og
má verjast frá sær sjálvum.
Hatta er tankin aftanfyri alla
atferðsregulerandi
lóggávu,
og
tað er ein niðurgering av vanliga
fólkinum.
Sjálvandi eru nøkur øki, har okk
um tørvar serfrøðina, at fortelja
okkum, hvussu landið liggur, men
tað má vera eitt prinsipp, at ein
borgari, sum er við síni fullu fimm,
sjálvur má biða um serfrøðingahjálp
fra tí almenna. Vit fara til lækna av
og á, um vit ynskja tað.
Tann óneyðuga »eksper
tifiseringin« av øllum
Eitt eru neyðug ting sum lækn
ar, men vit síggja tíverri, at so at
siga alt verður “ekspertifiserað”
í hesum døgum. Borgarin dug
ir einki, um vit skulu lurta eftir
Fólkaheilsuráðnum.
Vit
mugu
forða vanliga fólkinum í at sleppa
at cigarettum, brennivíni og sukri,
tí annars roykja, drekka og eta tey
seg um rygg. Hetta er hugburðurin
hjá Fólkaheilsuráðnum. Palliba og
Marsanna duga ikki at ansa sær
sjálvum, og tí mugu ekspertarnir
við lóggávu og forboðum gera tað
fyri tey.
Gongdin virkar ikki sørt totaliter.
Bara
navnið
Fólkaheilsuráðið
minnir um DDR, og man bíðar bara
eftir, at ordrin kemur um, at nú
skulu øll út at gera obligatoriskan
fólkaheilsumorgunfimleik hvønn
morgun.
Borgarin hildin til rukku
fyri egnar pengar
Vit hava alment løntar kostráð
gevar, sum í útvarpinum fortelja
mær fyri mínar egnu pengar, hvat
slag av vistfrøðiligum nøtum eru
best fyri meg. Vit fáa at vita, at
vanligi borgari ikki longur dugir at
smyrja matpakka til síni egnu børn,
og at man skal hava eina bachelor
grad fyri at kunna uppala børn.
Hvat er hetta fyri samfelag, vit eru
í ferð við at skapa?
Vit eru í ferð við at skapa eitt
samfelag, har øll lívsins viðurskifti
vera “ekspertifiserað” og har vanligi
borgarin
verður
fullkomuliga
ómynduggjørdur og viðfarin sum
ein býttlingur av einari elitu, sum
vil sleppa at definera “røttu” lívs
førsluna smalri og smalri fyri
hvønn dag sum fer.
Vardar íbúðir og
stuðulspedagogar til øll?
Sjálvandi eru fólk, sum detta ígjøg
num av sínum lastum ella missa
heilsuna av tí sama, men vit kunnu
ikki viðfara øll eftir tí. Um gongdin í
dag heldur fram, har vit lóggeva og
ómynduggera eftir lægsta felags
nevnara, so kunnu vit tað sama øll
fáa eina kommunalt bygda stats
autoriseraða varda íbúð við hvør
sínum
stuðulspedagogi.
Fólka
heilsuráðið kann fáa lyklar til vardu
íbúðina, so tey kunnu kanna, at
einki spik ella sjokolátapálegg ligg
ur í køliskápinum.
Lívið er annað enn at eta og
liva rætt. Fólk eru ikki so býtt, sum
Fólkaheilsuráðið og herurin av
óumbidnu serfrøðingum vil vera
við. Tá vit eta feitan ella søtan
mat, fáa okkum ein lítlan afturvið
røstum kjøti ella festa okkum í, so
vita vit, at tað er ósunt. Vit velja
sjálvi, og skulu hava loyvi at velja
sjálvi.
Vælferðarsamfelagið
handlar um tilboð,
ikki forboð!
Tað almenna vælferðarsamfelagið
skal vera har, tá lívið byrjar og tá
lívið endar. Landið skal syrgja fyri,
at børn og ung fáa ta útbúgving
og teir møguleikar til útbúgving,
sum evnini røkka til. Samfelagið
skal eisini vera har, fyri at tryggja
sømulig kor fyri teimum eldru og
teimum veiku annars. Hjá fólki
í góðum árum, sum eru við síni
fullu fimm, skal staturin vera eitt
trygdarnet og ein veitari av um
bidnum tænastum og einki annað.
Frá einari yvirstætt
til eina aðra
Tað er ein ávís ironi í, at vit í eina
øld arbeiddu fyri, at vanligi borg
arin skuldi fáa nakað at siga í
samfelagnum, og at meiniga fólkið
skuldi fáa eina demokratiska rødd,
sum man lurtaði eftir og tók fyri
fult. Vit brúktu 100 ár, at rysta
elitustýring av okkum, og nú eru
vit í ferð við aftur at ómynduggera
meiniga fólkið við einum øðrum
slagi av elitustyring. Fyrst í farnu
øld var elitan ein aðalstætt. Nú fáa
vit eina ekspertstætt, sum hevur
sama grundtanka, sum aðalstættin
hevði fyri 100 árum síðani: Meinigi
borgarin er býttur, og má ikki sleppa
at ráða sær sjálvum í nøkrum sum
helst.
Ironiskt, at man aftur er komin
hartil.
Thomas
Arabo