Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Demokrati á gravarbakka Hornasteinurin í demokratiinum, lógarverkið, er vorin ein kelda til makt og ávirkan hjá ávísum bólkum, ístaðin fyri tað sum ætlað varð, nevniliga frælsi og sosialt rættvísi. Vit eru vitni til hvussu løgfrøðingar, politikar, embætismenn og serligir áhugabólkar hava bent lógarverkið til eitt ágangandi amboð móti vanliga borgaranum. Hetta verður gjørt við ávirkan innanífrá av bólkum og fakbólkum, sum vit áttu at havt álit á. Og tað eydnast teimum, tí meginparturin av borgarunum hava givið skarvin yvir. Men tað er ongin yvi um, at gongdin er ein hóttan móti demokratiinum og sosialum javnrætti. Persónlig ábyrgd Vit síggja økta undanførslu frá persónligari ábyrgd og samstundis eina lóggávu sum skal regulera niður í høpisleysar smálutir við enda­leysum reglum, sjálv­ sagdum ábyrgdum og ser­ stak­ari lóggávu. Roynt verður at lóggeva mótvegis øll­um hugsandi sosialum fyri­brygdum. Men henda lóggáva heldur økir okkara óvana við altíð at hava ”onkran” til at gerða ”okkurt” tá nakað er á vási, í staðin fyri at vit taka um endan sjálvi. Hesi viðurskifti skapa eisini grund fyri, at løgfrøðingar kunnu manipulera málsviðgerðina og harvið okkara lív. Vit hava í stóran mun vant okkum við, at tað almenna ella privata skal taka um endan um okkurt í okkara persónliga lívi ikki gongur eftir ætlan. Tað er nú ikki longur nak­ar yvi um, at tað kann tað almenna ikki í longd­ini og skipanin ann­ars hevur í stóran mun ført til initiativ­ loysi, apati og ábyrgdarloysi millum borg­arnar. Ikki tí at teir vilja tað, men tí at skipanin krevur tað. Lógarsmíð til serbólkar Teir sum smíðja lógirnar eru sosialir aktivistar, ser­ áhuga­bólkar, løgfrøðingar, politikarar og embætismenn hvør við sínum egna serliga áhuga. Løgfrøðingarnir síggja frammanfyri sær øktar inntøkumøguleikar í einum ótali av tolkningar møgu­leikum, har teir kunnu arbeiða fyri báðar partar. Sosialu aktivistarnir fáa sínar reglur fyri hvørjum hugsandi bólki í samfelagnum so­leið­ is, at serligar lógir fyri hesi kunnu smíðast. Politikarar og embætismenn hava stórsta áhugan í hvønn veg tann parturin av peninga­ streym­inum rennur, sum kann koma teirra stuðlum til hjálpar, við atliti til at teir kunna verða afturvaldir. Dekokratiið verður skert Hetta er ein undirgraving av demokratiinum, tí lógar­ verkið er er ikki longur grundað á persónliga ábyrgd, og kann til tíðir løna fólki sum ber seg ábyrgdarleyst at. At handla ábyrgdarfullt og royna at fáa stovnin at rigga skilagott og rationellt verður ikki lønt. Sum oftast verða tílíkir persónar mettir sum trupuleikar og kunnu fáast av vegnum við eini paragraff. Fólk verða mett sum býttlingar uttan evni til at tonkja og taka ábyrgd fyri egnum lívi. ”Heitt kaffi kann skolda teg um tað kemur á húðina” stendur at lesa á kaffipakkanum. ”Tak barnið úr liftini áðrenn tú faldar hana saman” stendur í brúkara vegleiðingini. ”Má ikki brúkast á motorvegi” stendur á vegleiðingini til eina spæli trillubøru. Hvør roynir í sínum lagi at verja seg móti øllum teimum høpisleysu lógum og reglum sum seráhugabólkar gerða mótvegis framleiðarum. Egin ábyrgd er dottin burtur og einhvør hending hevur sína ársøk inni í paragraffunum. Reglugerðir og lógir stýra borgarum Matvørðulógir regulera í smálutir hvat skal kannast í mati, hvussu framleiðsla skal fara fram, og reglur verða gjørdar fyri innihaldi. Og samstundis sum vit regluliga í útvarpi, sjónvarpi og bløðum hoyra um kyksilvurvandan (sum nokk ikki er nakar vandi), ja so síggja vit ein øktan alkoholtrupuleika mill­um børn. Børn fitna og fáa æðraforkálkning sum ung, økt tal av diabetis, brúka poppers, eta chips við krabbameinsframkallandi evnum í, eta hot dog við listeria í, verða útsett fyri perfumu, sápuevni, máling og eitt ótal av kemikalium og gassi. Endurgjaldsskipan Øll skipanin við endurgjaldi fyri skaða og skeivari viðgerð innan banka, heilsuverkið, fyrisiting o.s.fr. er vorðið eitt lutakast har ongin persónur longur hevur ábyrgd fyri nøkrum, meðan tað almenna og tað privata hevur ábyrgdina fyri øllum. Smíðaðar verða reglur undir omanfyri nevndu treytum og við luttøku av bólkum við seráhugamálum, og endar hetta ofta við, at tað hevur stórri týdning at fáa endurgjald enn at fáa málið loyst. Neyðugt verður so at finna syndabukkar, men teir kunnu jú altíð finnast við løgfrøðisligari hjálp. Eru vit vorðin eydnuríkari borgarar av hesum? Hava vit fingið eitt ríkari lív? Meir ávirkan? Og hvat gjørdi tú í morgun? Fór tú undan eini dýnu við ávaring um allergi, at ikki varð óhugsandi at eldur kom í hana, og at hon ikki má vaskast heitari enn 60 stig? Tókst tú brúsubað við vatni frá einum blandara sum varð tryggjaður so tú ikki skuldið skoldast? Turkaði tú harið við einum turkara sum ávarðaði ímóti andláti, um tú tókst hann við niður í baðikarið? Heitaði tú matin í mikroovni við ávaring um at vandi kundið verið á ferð um tú blakaði frensin inn í hann? Át tú mat hóskiliga merktan við dato, allergi og kaloriur? Og fór tú at enda í bilin sum ljóðaði og blinkaði, tí tú var heldur seinur at spenna trygdarbeltið? Ja, so hevðið tú ein heilt vanligan, siviliseraðan morgun har tú verður hildin fyri býttling at verða, ikki førur fyri at taka tær av tínum egna lívi og har tað almenna og tað privata er tín einasta bjarging um okkurt skuldið hent tær. Men hetta hevur so longu ført við sær, at væl­ fungerandi almenn øki mugu latast aftur. Tað er tor­ ført og kostnaðarmikið at fara ígongd við almen tiltøk. Heili­vág framleiðslan er farin frá stórum framstigum, sum kundu verið til stóran fyrimun fyri mannaættina. Men av tí at tað eisini er vandi fyri endurgjaldskravi um okkurt skuldið miseydnast, so heldur hon seg alt meira til tryggari framleiðslu, og fæst mest við at framleiða fyribyrgjandi heilivág. Lítil áhugi er eisini at menna seg innan ávís læknayrki, eitt nú eru ikki nógv sum velja at gerðast gynekologar. Tað førir bert til eitt ótal av kærum, sum at enda slíta serlæknan upp. Tá er tryggari at sita sum patologur, mikrobiologur ella ganga við mappu og halda seg heilt frá viðgerð av sjúklingum. Serrættindi Skipanin fevnir eisini um lógarfest serrættindi. Serligu lógirnar fyri allar hugsandi bólkar í samfelagnum hava ført við sær eina almenna tráðan eftir at alt skal verða eins. Ræðsla er fyri frávikum, serligum møguleikum og av­ tal­um. Hesi frávik kundu gjørt tann einstaka kundan nøgd­ari, men er móti regl­ unum. Og gerð ein stovnur slíkt kann roknast við átal- um og sekt. Tryggari er ikki at bríggja sítt høvd, men arbeiða eftir bókini. Koyr alt eftir einum leisti, og verða tað trupuleikar kanst tú altíð vísa til reglugerðina. Kærur koma eisini tá ein minst væntar tað. Ein rullustólkbundin maður stevndi einum stripp klubba tí tey ikki høvdu stripparar sum sótu á knøunum hjá fólki í koyristóli. Neyva lóggávan innan serrættindi (sum í framtíðini verður sera kostnaðarmikil fyri landið) tekur burtur møgu­leikan at gera persón­ ligar avtalur til fyrimuns fyri einstakar kundar. Tað minkar eisini møguleikan at reka arbeiðsplássið rationelt og effektivt. Starvsfólk kunnu rokna við, at verða beinleiðis straffaði um tey finna uppá nakað sjálvstøðugt, sum tey halda kann bøta um trivnað og rakstur. Sum frá líður fer helst stórsti parturin av føroyska fólkinum at koma undir hesar serreglur. Í Okkara grannalondum eru longu meginparturin av borg­arunum yvir 40 ár undir serreglum. Hesin hátturin at fyri­ reika og seta lógir í gildi tekur so líðandi grundarlagið undan demokratiinum og samstundis okkum sjálvum. Lógirnar verða ikki rættvísar, minni gjøgnumskygni, ikki hóskiligar og pragmatiskar og tær hava minni áhuga í dagligu trupuleikunum hjá borgarunum. Skipanin dettur sundur av sær sjálvum Trupuleikin við hvussu in­ effek­tivt, órationelt og kostn­ aðarmikin henda karus­sel er skal eg ikki koma nærri inn á nú. Men tey flestu eru helst nú greið yvir, at núver­andi skipan ikki heldur meira enn eini 10 - 15 ár afturat. So dettur hon sundur av sær sjálvum. Vælferðin sum vit kenna hana fer helst at detta sundur í lutir har ein partur verður privatur, ein partur via sjálvstryggingar og ein alt minni partur almennur. Í Europa fer fram ein inten­siv debatt um hetta evni, og helst verður tað ikki nøkur semja. Í Svø­ ríki fekk Stórtingið her­fyri eina rapport, sum mælir til ógvusligar broyt­ing­ar á øki­num fyri at kunna fáa fíggjing. Pen­sións­veit­ing­ arnar fóru nærum á heysin í kjalarvørrinum á búskapar­ kreppuni. Roynt varð at smyrja ein stóran part av ábyrgd­ini fyri tí sokallaðu væl­ferðar­skipanini yvir á komm­unurnar, sum í sínum lagi hækkaðu skattin. Heilsu­ skipanin kann ikki fíggjast og ein alt størri partur gerst privatur. Men samanlagt er støðan í Svøríki hættislig og har verður hugsað um heilt aðrar skipanir. Mínar royndir siga, at tað sum hendir í Svø­ríki hendir 10 ár seinri í Danmark og 15 ár seinri í Føroyum. Lógin skal verða rættvís Men tað er hon ikki. Roykj­ar­ ar fáa sumstaðni stór endur­ gjøld fyri vánaliga heilsu og deyða av royking. Hetta sjálvt um teir í langa tíð hava vitað um vandan. Nú stendur tað við svørtum bókstavum á pakkunum, at tað kann verða vandi fyri lívinum. Hví stendur ikki tað sama á pylsuvognunum? Vandin við yvirvekt og skeivar mat­vanar er eins stórur um ikki enn størri! Hinvegin verða evnis­ misnýtarar settir í geglið. Tað verður ikki so mikið sum hugsað um endurgjald. Smátjóvar verða sett­ir fastir meðan ríkir stór­tjóvar við góðari løgfrøðis­lig­ari hjálp ganga fríir. Ella sum Solon (ein av lógar­smíð­ arunum í gamla Grikkalandi) segði: ” Lógin er er sum eitt eiturkoppa net. Um eitt neyðarsligt, veikt kykt kemur at tí, verður tað fangað, Men tey stóru kunnu bróta seg ígjøgnum og sleppa burtur.” Ein kanning í Svøríki fyri nøkrum vikum síðani vísti, at koyrir tú fullur, so er vandin dupult so stórur fyri at enda í geglinum, um tú ert fátækur. Hevur tú lítla útbúgving, so er vandin eisini munandi stórri at fáa Jákup petersen Áhugavert at lesa greinina hjá Thomas Arabo um hvussu demokriið so spakuliga er við at fara í grøvina meðan vit ráðaleys standa og hyggja at. Men hetta varð longu púra greitt fyri næstan 200 árum síðani. Alexis de Tocqueville (1805 - 59). Her avmyndaður í 1850. Bók hansara Democracy in Amerika 1835 - 40 er líka aktuell í dag sum hon varð fyri næstan 170 árum síðani