fríggjadagur 20. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fonglsuls revsing fyri sama
lógarbrot. Útlendingar enda
eisini oftari handan rimarnar
en svenskir borgarar fyri
sama lógarbrot. Svenski løg
málaráharrin vardi seg við,
at tey múgvandi dugdu betur
at greiða frá sínu støðu. Men
tað er jú júst hetta tað snýr
seg um, at vit eru ikki líka
inn fyri lógini.
Gjøgnumskygni
Lógin skal verða løtt at fata
og skilja, men tað er hon
ikki. Lógartekstin er til tíðir
so torskild, at sjálvt dóm
arnir skilja hana ikki, og
teir eru ofta løgfrøðingar
sjálvir. Heilsuskipanin og
framleiðslu virki hava fleiri
hundra reglur sum stýra virk
seminum niður í smálutir.
Tað er onki menniskja sum
kennir allar, og enn færri
skilja tær. Samstundis er
tað okkum álagt at kenna
allar lógir og skilja tær.
Sjálvt løgreglan kann koma
í trupuleikar hóast teir hava
hildið seg til reglurnar.
Og til tíðir skal málið til
dóms fyri at vita hvussu
mannagongdin skal verða.
Her sita so løgfrøðingar báðu
meðin borðið og føra fram
sjónarmið hvønn sín vegin,
meðan ein dómari, sum eisini
kann verða løgfrøðingur, skal
taka støðu í málinum. Reglan
ella lógin, sum trætast verður
um, er eisini helst skrivað av
einum løgfrøðingi. Vit og skil
hevur ongan týdning her.
Skal ein landsstýrismaður,
ráð ella stovnur taka eina
avgerð, so slepst næstan
ikki undan at løgfrøðingur
skal verða við. Men hetta
er ofta ikki nokk, tí seinri í
viðgerðini er ikki óvanligt,
at báðir partar og til tíðir
eisini einstaklingar í pørtun
um koma við sínum løgfrøð
ingum. Hvat skal tann mein
igi borgarin gerða í øllum
hesum? Kenna lógina?
Løgfrøðingar
Í hesum hurlivasanum er tó
eitt mynstur sum tó gerst
alt klárari. Tað eru løg
frøðingarnir sum sita báðu
meðin borðið. Teir eru heilt
avgerðandi tá tað lobby
arbeiðið fer fram, sum skal
fáa politikarar at skilja tað
neyðuga í, at gerða eina lóg.
Teir hava avgerðandi týdning,
tá lógin skal smíðast og eru
ofta teir sum orða lógina.
Teir eru ráðgevandi hjá poli
tinum um hvussu lógin skal
tolkast. Teir sita báðu megin
borðið tá trætur og sakir
verða viðgjørdar og ikki so
sjálvdan er dómarin eisini
løgfrøðingur. Við øðrum orð
um - løgfrøðingarnir hava
eitt jarngreb um lóggevandi,
útinnandi
og
dømandi
verkini, sum í fylgi lógini eiga
at verða skild frá hvørjum
øðrum.
Hetta varð ikki ætlanin við
demokratinum og so slettis
ikki ætlanin við persónligum
frælsi og sosialum rættvísi.
Løgfrøðingarnir hava her
átikið sær, ella rættari sagt,
skipanin hevur álagt teimum
eitt ógjørligt arbeiði, sum ikki
er í tráð við andan í demo
kratinum og sum marginali
serar fólkið í tí demokratisku
prosessini.
Alexis de Tocqueville
Í hesum sambandi kundið
tað verið áhugavert at endur
givið ein kendan fraklending,
sum livdi 1805 - 59. Alexis de
Tocqeville
varð
franskur
politikari
og
høvundur.
Hevðið
serliga
politiska
ávirkan áðrenn og eftir
fronsku kollveltingina og
varð millum annað franskur
uttanríkismálaráðharri
í
1849.
Tocqueville og Gustave
de Beaumont gjørdu vegna
fronsku stjórnina eina ferð
til USA í 1831 fyri at meta
um tað nýggja demokratiið
har. Frakland varð í eini
broytingartíð og varð í ferð
við at venda aristokratisku
skipanini
bakið.
Í
USA
høvdu teir samrøður við
topppolitikarar,
tonkjarar,
forsetar, løgfrøðingar, banka
menn, niðursetufólk o.s.fr.
Tocqueville gjørdi sum frá
leið sínar niðurstøður í eini
bók: De la démocratie en
Amérique - Democracy in
America. Henda bók kom út
samstundis á bæði fronskum
og enskum. Fyrri partur
kemur í 1835 og seinri partur
í 1840.
Bókin hevur síðani verið
grundleggjandi lesnaður hjá
stórun parti af tí fólki, sum
vil nakað innan tað almenna.
Serliga hava politikar og løg
frøðingar tikið hana til sín,
og hon hevur nokk ongantíð
verið so nógv umtalað sum
júst í dag, nú demokratiið er
við at missa sítt innihald. 170
ár eftir at bókin er skrivað,
eru vit vend aftur til at
hyggja eftir grundleggjandi
tonkunum aftanfyri tí demo
kratisku skipan. Ein skipan
sum vit seinasta mannaminni
hava tómt innanífrá.
Tocqueville var liberalur
og hevðið stóran áhuga fyri
frælsinum hjá tí einstaka.
Hann varð sannførdur um,
at demokrati og sosial javn
rættindi fóru at avloysa
aristokratisku skipanina í
Europa, og granskaði í hesum
sambandi
amerikansku
royndirnar at fáa frælsi
og javnrættindi at hanga
saman. Og tað varð júst í
hesum arbeiði at hann legðið
til merkis viðurskifti sum
órógvaðu hann.
Hann varð av tí áskoðan
at persónliga frælsið fór
at verða vart um fólk av
fríum vilja loystu samfe
lagstrupuleikarnar,
heldur
enn at loyva tungu hondina
hjá stjórnini at gerða tað
fyri seg: ”Missa vit okkara
felagsskap verður ein sosial
eftirlits skipan kroyst niður
yvir okkum ... Tá verður
skaptur ein almáttugur sjálv
støðugur stovnur, sum ikki
ferð at oyðileggja og heldur
ikki at tyrannisera men
heldur verða eitt amboð til
at gerða fólk til býttlingar
og minka tey til veikar men
arbeiðsamar seyðir.”
Vit eru arbeiðssamir
seyðir
Og har til eru vit væl komin
nú. Tað varð helst ongantíð
meiningin
at
lógarverkið
skuldið koma í staðin fyri
sosialt
samanhald.
Vit
hava nú sligið okkum til
tols við, at vanta alt frá
lógarverkinum og onki frá
okkum sjálvum. Hygg eftir
kjakinum í bløðunum. Tað
snýr seg sjálvdan um okkara
viðurskifti sum borgarar.
Meira dentur verður lagdur
á politiskt lógarsmíð, sum
hevur til endamáls at stýra
borgarum.
Tað sum so borgarnir
hava eftir at finna útav er,
hvørja paragraff teir hoyra
til. Hvønn møguleika teir
nú hava at mjólka skip
anina. Kanska eisini fáa
løgfrøðisliga hjálp fyri at
fáa sum mest burturúr.
Trupulleikarnir í samfelag
num verða ikki longur ein
spurningur
um
rætt
og
skeivt, rættvíst og náttúrligt.
Trupuleikarnir verða ”loystir”
við at banka paragraffir í
høvdið á hvørjum øðrum,
og tann sum hevur stórstu
megina (pengarnir) plagar at
vinna.
Vinnarar og taparar
Men øll hava ikki tapt í hes
um spæli. Í minni enn ein
mansaldur hava politikarar,
løgfrøðingar, áhugabólkar og
embætismenn tikið okkara
pláss uttan bardaga. Hesir
bólkar hava nú eftirlit við
lógarsmíði, at lógirnar verða
hildnar og hvør fylgjan skal
verða um tær ikki verða
hildnar. Teir eru meistarnir
- vit eru bert veikir men
arbeiðssamir seyðir.
Men sannleikin er, at svar
ið uppá hesar trupuleikar
liggur ikki hjá politikarum,
embætismonnum ella løg
frøðingum. Svarið liggur hjá
okkum sjálvum. Vit hava øll
evnini til at gerða munandi
broytingar. Tað hava politik
arar, embætismenn og løg
frøðingar
ikki.
Margaret
Mead segði einaferð: ”Yvast
ongantíð í at nøkur fá fólk
kunu
broyta
heimin.
Í
verunleikanum er tað tann
einast hátturin”.
11. septembur 2001 broyttu
19 fólk allan heimin. Og
hann verður ongantíð tann
sami aftur. Fyri nógvum
árum síðan gekk ein maður
í India í náttkjóla og vann á
máttmiklastu hernaðarmegi
sum heimurin tá hevðið sæð.
Fyri nøkrum árum síðani
kom ein maður út úr einum
fangatyppi
í
Suðurafrika
har hann hevðið sitið í 27
ár og fingið sálarligan og
kroppsligan tortur. Hann
kom út úr fangatyppinum,
gjørdist forseti, sameindi
tjóðina og gjørdist ein av
stórstu statsmonnunum í
heiminum. Um ein maður
kann gera alt hetta, so kunnu
vit eisini gerða mun. Vit
kunnu taka vøllin aftur.
kjak
Ein tjúgukróna í trongum skóm
Loksins
barslaði
fólka
heilsuráðið við tilmælum
um inntriv í nýtsluna av ikki
einans cigarettum, men eisini
rúsdrekka. At hesi tilmæli
stuðla teim hugsanum Mið
flokkurin hevur borið fram
seinastu árini gleðir okkum.
Endiliga man fara at bera til
at skapa samband millum
vísind og fyribyrging og mill
um skaðar og inntriv, eisini á
rúsdrekkaøkinum.
Tveir afturhalds
sinnaðir stjórar
Men ikki øll eru nøgd. Serliga
teir báðir, stjórin á Atlants
flog og skilamaðurin á Vága
floghavn hevja, spurdir av
tíðindafólki, peikifingrar. Hin
fyrri gjørdist skjótt tómur
fyri saklig argument og byrj
aði at tosa um støðuna í lond
um, sum flestu føringar vilja
sleppa undan at verða sam
anbornir við, meðan Jákup
Sverri óttast fyri, at ein avtøka
av tollfríu søluni av rúsdrekka
og cigarettum, kann hava
eina hækking av ferðaseðla
prísunum við sær. Inntøkan
av hesum ”er jú 4-5 mió ”, segði
hann okkum, og tíðindafólkið
endurgav hann fyri at brúka
orðið álvarsligt, um hesi útlit.
Ein tjúgukróna í
trongum skóm
Sambært framsøgnum verð
ur ferðafólkatalið yvir flog
vøll vága floghavns í ár gott
og væl 180000. Tvs., at hetta
inntriv, fyri at verja samfelag,
familjur, v.m. móti skaðiligu
fylgjunum av rúsdrekka og
cigarettum (m.a. verja móti
deyða og álvarsligum sjúk
um), kann koma at kosta
hvørjum ferðandi 20-25 krón
ur !
Um dagin? – nei,
Um vikuna? – á nei.
Um mánaðin? – nei slett
ikki
Hvat so? – jú hvørja ferð
tú ferðast loftvegis um Vága
floghavn.
Jamen – jú, jú, tú hugsar
rætt, flýgur tú ongantíð
kostar tað einki. Flýgur tú
einaferð um árið kostar tað
góðar 20 krónur, tvær ferðir
40- 50 kr.,- o.s.fr.
Tað vil eisini siga, at flýgur
tú einaferð um árið næstu
40- 50 árini, so kostar hetta
lívbjargandi inntrivið tær,
við núverandi takstum v.m.,
samanlagt kr. 1.000 øll árini.
Magni og muslimar
Hart sperdur brúkti Magni,
stjóri, lættasta vápnið, tá
han skuldi verja seg og
svara, hví hann krevur at
sleppa at skeinkja fyri fólki
umborð á flogførum sínum.
Jú, ljóðaði djúpt vísundaliga
svar hansara, noyðast vit
at steðga ókeypis søluni av
rúsdrekka umborð, verður
støðan sum í muslimskum
londum.
Sama dag segði skilafólk,
sum hevði flogið nógv við
SAS, Norwegian og eisini
við Emirates (hetta flogfelag
hoyrir til muslimsk/ islamska
bólk Magna), at einasta av
hesum
flogfeløgum,
sum
skonkti ókeypis fyri øllum,
var Emirates. Bæði SAS og
Norwegian, sum eru feløg,
sum Atlantsflog kann sam
metast við, kravdu pening
fyri rúsdrekka, sum varð
brúkt umborð. Og sjálvandi
tað! Eingin fer umborð á flo
gfør, ella í bilar, bussar ella
skip, fyri at fáa skonkt rús
drekka ókeypis- uttan mun
til um tú ert muslimur, heiðin
ella kristin!
Latið okkum verða
fyrimyndir heldur
enn at halta aftaná
Annars er at siga um hasi
argumentini, um at: vit mugu
vera sum hini og vit mugu
gera sum hini ”, at hóast vit
í hesum aktuella føri als
ikki gera sum hini, so hevði
verið áhugavert, um vit settu
okkum sum mál at ganga á
odda og verða fyrimyndir fyri
alheimin, heldur enn nærum
altíð at lata okkum lynda at
halta aftaná! Annars fái eg
meg ikki at trúgva, at Smyril
Line og Atlantsflog, hava so
lágt flog, at tey ætla at binda
fíggjarliga grundarlag teirra
til tað, sum í øðrum londum
speirekandi verður nevnt
spritrutur.
p.s. vert er at merkja sær,
at her er ikki talan um at”
lóggeva niður yvir fólk”, men
at taka burtur rættindi, sum
nøkur hava framum onnur,
við tí endamáli at verja lív og
heilsu allra.
jenis
Jenis
av Rana
Formaður
Miðfloksins
… ein viðmerking til tilmæli frá fólkaheilsuráðnum um rúsandi eitur v.m.