fríggjadagur 20. juli 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Mikudagin sendi politi
ið út tíðindaskriv har
boðað var frá, at leiting
in eftir Pidda Hansen
varð tikin upp aftur í
Neshaganum, og leitað
var við hundum miku
dagin og hósdagin.
Í dag sigur politiið,
at leitingin fyribils er
steðgað.
Peter Taysen, politi
ovasti, sigur, at nýggju
upplýsingarnar, sum eru
komnar fram, vóru av
slíkum slag, at boð varð
sent til Danmarkar eftir
serfrøðingum at vera við
í kanningunum.
Leitingin er fyribils
steðgað, men kanning
arnar halda fram, sigur
Peter Taysen.
Hann vil ikki siga,
um nakað er funnið, ella
hvaðani nýggju upp
lýsingarnar eru komnar.
– Vit hava gjørt av,
ikki at siga annað og
meira enn tað, sum stóð
í tíðindaskrivinum, men
tað er eyðsæð, at vit
hava tikið nýggju upp
lýsingarnar í so stórum
álvara, at vit tóku leit
ingina upp aftur og
søktu serfrøðinga hjálp
úr Danmark, sigur Peter
Taysen.
At
kanningin
nú
heldur fram, tveir mán
aðir eftir, at málið annars
var liðugt kannað, kundi
bent á, at politiið hevur
eitthvørt at arbeiða við.
Men Politiovastin vil
ikki siga meira.
– Eg kann bara vísa
til tað, sum stendur í
tíðindaskrivinum, sigur
Peter Taysen.
Kanningar
nar halda
fram
PIDDAMÁLIÐ Kriminalpolitiið
er famvegis ógvuliga
lítið prátingarsamt
um kanningarnar, sum
byrjaðu mikudagin inni í
Neshaganum, men hóast
leitingin fyribils er steðgað,
halda kanningarnar fram
Leo Poulsen
Fleiri føroyingar eru í hesum
døgum og ferðast í Bulgaria,
nærhendis
flogvøllinum
Burgas, har ein bumba fyrr
í vikuni brast í einum bussi,
sum skuli flyta ísraelsk ferða
fólk av flogvøllinum inn á
hotell har nærhendis.
Bumbuálopið kravdi sjey
mannalív
umframt
fleiri
særd. Sosialurin hevur tosað
við Høgna Hoydal, sum ferð
ast í Bulgaria, og kom um
flogvøllin og skal heim aftur
um sama flogvøll í morgin.
– Vit eru stødd einari 30-
40 kilometrar frá Burgas
flogvøllinum, har bumbu
álopið fór fram, og tað
verður tosað nógv millum
fólk um hendingina. Her
eru mest ferðafólk, og fylgt
verður eisini við, hvat verður
sagt aðrastaðni, sigur Høgni
Hoydal.
Hetta er fyrstu ferð, at ein
terroratsókn verður framd í
Bulgaria.
– Flestu fólk her eru varð
við, at terroratsóknin er
rættiliga
málrættað
móti
ísraelsfólki, og hetta er ein
liður í áralanga stríðnum
millum Ísrael og onnur lond.
Vit vita ikki rættiliga, hvør
hevur framt atsóknina enn,
onkur sigur Iran, men tað
sníkur seg inn á onnur lond,
og tað er hetta, bulgarar nú
merkja, sigur Høgni Hoydal.
Kennist ikki væl
Tað eru nógvir føroyingar har
um leiðir, sum flogvøllurin í
Burgas liggur.
– Her eru nógvir føroy
ingar, og summmir fara
heim í dag, aðrir skulu heim
í morgin. Flogvøllurin hevur
veirð stongdur, men er nú
latin upp aftur, og tað verður
ikki mett, at tað á nakran
hátt er vandamikið hjá fólki
at fara at ferðast har. Og
tann tilbúgvingin, sum er, er
fyrst og fremst miðað ímóti
ísraelskum fólki, sigur Høgni
Hoydal.
Tilbúgvingin er hópurin av
hermonnum á flogvøllinum.
– Tað merkist, og vit
skulu flúgva heim í morgin,
og tað, at hermenn eru á
flogvøllinum fer uttan iva at
merkjast á tann hátt, at talan
verður um seinkingar, men
tað má man so bara liva við,
tí sjálvandi skal alt gerast
at forða fyri, at slíkt hendir
aftur, sigur Høgni Hoydal.
Hetta er sjálvandi ein
syrgilig hending fyri tey, sum
eru rakt.
- Sjálvandi noyðast bul
garskir myndgleikar at vera
undir serligari tilbúgving, og
sjálvandi mugu vit ferðafólk,
sum ikki er rakt av hesum,
liva við teimum smærru
ampum, sum tað gevur, sigur
Høgni Hoydal.
Tað kennist ikki serliga
væl at vera so nær einari
slíkari terroratsókn.
- Vit fingu sjálvandi ein
lítlan sklk, tá vit hoyrdu
tað, tí vit eru sæ nær við. Vit
hava flogið um tan flogvøllin
og verið á tí staðnum, men
eg haldi ikki, at vit hugsa
stórvegis meira um tað.
Nógv fólk ringja heiman ífrá
at frætta, tí tey vita, vit eru
nær við, sigur Høgni Hoydal.
Eingin trupulleikar
Børn eru sjálvandi eisini við í
ferðalagnum.
– Vit royna at greiða
teimum frá, hvat tað er, sum
er hent, so tey ikki gerast
bangin, so tað er ikki stórt
ørvísið enn tað, sigur Høgni
Hoydal.
Hann hevur sjálvur fleiri
ferðir verið í vandaøkjum og
ferðast.
– Sannlíkindini fyri, at
ein terroratsókn rakar ein
eru jú lutfalsliga ómetaliga
smáar, uttan mun til , hvar
ein er. Tað var eisini fyri
stuttum, at terroratsóknir
vóru í Turkalandi, so eg haldi,
at tú fær ein lítlan skelk, tá
tað hendir, men eg haldi
ikki, at nakar hevur havt
trupulleikar av tí annars,
sigur Høgni Hoydal.
So hóast hesa skelkandi
hendingina, hava føroying
arnir havt eina lutfalsliga
góða feriu kortini.
– Her eru nógvir føroying
ar staddir, sum vit eru, og tað
sær út til, at allir hava havt
tað gott. Veðrið er gott, og
vit tosa um hendingina, sum
vit høvdu tosað um hana,
vóru vit heima í Føroyum –
og kanska eitt sindur meira,
eftir sum vit eru staddir
her, sigur Høgni Hoydal úr
Bulgaria.
Terrorálop ávirkar
ikki føroyingar
TERRORÁLOP Seinastu dagarnar hava tíðindini um eitt
terrorálop á Burgas flogvøllinum í Bulgaria fylt rímiliga nógv í
altjóða miðlunum, og hendingin hevur eisini ávirkað føroyingar,
sum ferðast har um leiðir, men kortini ikki tað stóra
Leitað varð í Neshaganum heilt suður móti
Eystnesi, bæði mikudagin og hósdagin,
men leitingin er nú fyribils steðgað
Mynd: Álvur Haraldsen
Bumban fór ógvuliga illa við bussinum og kravdi eisini sjey manalív umframt fleiri særd